hósdagur 18. juni 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 114 • 18. juni 2009
2
London er, við sínum stórslignu
bygningum og vøkru grønu plássum,
ein vakur og hugnaligur býur um
dagin. Tann uppliving, ið ein fær av
at ganga í býnum um dagin, er stór í
sjálvum sær. Sigast má tó, at upplivir
ein ikki býin, tá ið myrkrið hevur lagt
seg yvir hann, so er upplivilsið av
London ikki fullkomið.
Um kvøldið broytir býurin lit.
Teir annars so gráu og brúnligu
bygningarnir gerast nú litríkir
við alskyns ljósum og eru enn
stórfingnari, enn teir eru í dagsljósi.
Leicester Square
Leicester Square er í dag miðdepilin
í London. Gøtan liggur norðan
fyri Trafalgar Square, eystan fyri
Piccadilly Circus og vestan fyri
Covent Garden.
Leicester Square er ein sera
skundmikil gøta, og her hittir
ein fólkasløg úr so at siga øllum
heiminum. Tað er ikki uttan orsøk,
at gøtan er so skundmikil. Hevur
ein hug til bert eitthvørt slag av
undirhaldi, so finnur ein tað á
Leicester Square.
Leicester Square hevur tó ikki altíð
verið so lokkandi. Tað var ikki fyrrenn
mitt í 19. øld, at bretar veruliga sóu,
at hetta var gøtan, ið skuldi standa
fyri tí nógva undirhaldinum, ið
London longu tá hevði at bjóða.
Nógvir kendir harrar, so sum
Shakespeare, Charlie Chaplin, Sir
Isaac Newton og William Hogarth
hava búð á Leicester Square. Á
gøtuni kemur ein framvið fleiri
standmyndum, millum annað einari
av Charlie Chaplin.
Tónleikaframførslur
Tað eru í hópatali av tilboðum til
tann ferðandi at finna á Leicester
Square. Er tað tónleikur, ið
hugtekur ein, so er at fara til ein
musical í einum av teimum mongu
sjónleikarahúsunum ella á eina
konsert, sum ein bæði kann finna
inni sum úti.
Til ein musical kunnu
øll fara, tí tilboðini, eisini
í summar, eru nevniliga so
mong og so ymisk - heilt frá
kendum Disney titlum sum
Peter Pan og The Lion King og
til góðar kendar søgur sum Les
Miserables og Blood Brothers.
Eisini eru musicals av tí lættara
slagnum sum t.d. Mamma Mia
og Grease.
Tá ið tosað verður um musicals,
so er torført at sleppa uttan um
tann hjá Andrew Lloyd Webber,
nevniliga Phantom of the Opera.
Hesin hevur verið spældur í góð 20
ár í Bretlandi, og verður hann eisini á
palli í summar.
Vilt tú vita meira um hesar og
aðrar musicals, so kanst tú fara inn á
heimasíðuna www.londonmusicals.dk
Viðvíkjandi konsertum, so
er úrvalið eisini sera stórt á
hesum øki. Hvørt ár eru tað
fleiri tónleikafestivalar í London,
og tessvegna vitja fleiri kend
tónleikanøvn London. Av teirri orsøk,
at tónleikaúrvalið er so stórt, kann
ein altíð finna júst ta tónleikagrein,
ið einum dámar best.
Fleiri av konsertunum verða
framførdar á Hyde Park, sum er
størsta grøna plássið í miðbýnum í
London, og her fara m. a stór nøvn
sum Blur, Bruce Springsteen og Neil
Young at framføra í summar.
Matstovur og klubbar
Í London er ikki neyðugt bert
at eta enskan mat, tað er bert
ein møguleiki av fleiri. Í London
eru matstovur á hvørjum horni,
ein skal ikki ganga langt fyri at
koma frá einari matstovu til aðra.
Matstovurnar eru sera ymiskar,
og aftur á hesum økinum fær ein
tað, ein hevur hug til. Um tað skal
vera fínt og dýrt ella gott og bíligt,
kinesiskt, indiskt, franskt, kubanskt
ella orientalskt, so er tað at finna í
London.
Er tað kinesisk ein kundi hugsað
sær, so er Soho rætta staðið. Soho er
eitt minni øki miskeiðist í London. Í
Soho eru fleiri ymiskar mentanir, og
finnur ein millum annað Chinatown
her, við fleiri kinesiskum matstovum.
Í Soho er ídnaður, undirhald av
ymiskum slag, rík og fátæk, ja, alt
hvørt um annað, og tað er júst hetta,
ið ger Soho til nakað serstakt. Soho
er staðið, ið mong fara til, fyri at
stytta sær stundir og stuttleika sær.
Her finnast matstovur frá nógvum
ymiskum londum, so sum Kina
og India, og hevur ein tørv á at
sløkkja sær tostan, so eru ovmikið
av barrum og klubbum í Soho. Her
kunnu nevnast Madame Jojos, ið
hevur bæði DJ og livandi tónleik
og Punk Nightclub, ið er ein klubbi,
hagar kend fólk sum t.d Kate Moss
og Kelly Osbourne av og á vitja fyri
at stytta sær stundir.
Covent Garden
Eitt annað pláss í London, ið hevur
nakað tað sama at bjóða sum
Leicester Square, men tó má nevnast,
er Covent Garden. Covent Garden
liggur eisini í hjartanum av London.
Í Covent Garden finnur tú millum
annað biografar, sjónleikarahús,
handlar, cafféir. Ein sær dugnalig fólk
vísa síni kynstur á opnari gøtu, har
eru diskotek, drykkistøð, ið strekkja
seg frá siðvandum bretskum pubbum
til fín fronsk vínstøð. Drykkjustøðini
eru væl vitjað, og á fleiri av teimum
er eisini møguleiki fyri at fáa
eitthvørt til matna. Flestu pubburnar
bjóða Happy Hour.
Kenda kongaliga operahúsið
er eisini á Covent Garden. Her er
møguleiki fyri at síggja og hoyra
kongaligu operaina ella kongaligu
balettina framføra.
Annars….
Um ein ikki hevur hug at seta
seg inn á eina pubb, barr, café,
matstovu, fara í biograf ella til ein
mucical ella sjónleik, so
er tað, í sær sjálvum, nóg
mikið, bert at ganga runt á
Leicester Square ella Covent
Garden. Møguliga keypa sær
ein stóran ís afturvið einum
kaffimunni og seta seg afturá
á einum av mongu uttandura
café-stólunum. Seta seg niður í
góða summarveðrinum, og bert
njóta góða samveru og góða
tónleikin, ið kemur frá onkrum,
ið framførir á gøtuni. Hetta er
í sjálvum sær ein ógloymandi
uppliving.
London by night
LONDON
Chinatown liggur
í Soho, beint við
Leicester Square,
og er kent fyri tey
mongu matstøðini,
pubbir og klubbar
Metbar liggur á Hydepark
og er serliga væl dámt av
kendum fólkum
Í Covent Garden sært tú
ofta fólk upptraðka á
gøtuni