Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2009 Kjak hevur tikið seg upp um studning til vinnu, og nú sigur Føroya Arbeiðs­ gevarafelag, at hetta er ikki eitt nýtt sjónarmið hjá felagnum, at vilja sleppa undan stuðullskipanum Studningur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur við grundarlagi í vinnupolitikki felagsins heilt frá 1990’unum havt tey sjónarmið galdandi fyri alla føroyska vinnu, at tað er avlagandi at lata vinnuni studning. Málið er, at vinn- an skal gerast stuðulsfrí og kappingarfør mótvegis um- heiminum og virka undir tryggum og kendum kørm- um, sigur felagið. Felagið leggur afturat, at í løtuni er føroyska hand- verksvinnan undir sera stórum trýsti. At eftir- spurningurin eftir tænastum frá byggivinnuni er mink- aður munandi, og at útlendskar fyritøkur fáa arbeiðini um landið. Avleið- ingin er, at fyritøkur steðga, og fólk gerast arbeiðsleys. Hóast støðan er álvarsom, metir Arbeiðsgevarafelagið ikki, at tað er rætt at geva hesum parti av vinnuni studning. Føroya Arbeiðsgevara- felag vísir eisini á, at tað tekur ikki undir við sokall- aðu fiskavirkisskipanini og heldur, at henda skipan eig- ur at takast av. Somuleiðis vísir Arbeiðsgevarafelagið á í vinnusjónarmiðunum frá 2002, at flutningsstuðulin er óheppin og avlagar flutn- ingsmynstrið fyri fisk. Sann- roynd er, at eftir, at skipanin við flutningsstuðli kom, hava flutningsfeløgini mið- savnað fráferðirnar frá meginøkinum í Føroyum og sigla ikki í sama mun um landið at heinta vøru til útflutnings. - Stuðul til ávísar partar av vinnuni hevur ávirkan bæði á samfelagið sum heild, men eisini á aðrar vinnur. Føroya Arbeiðs- gevarafelag umboðar meg- inpartin av føroyskari vinnu, og metir tað tí ikki bert sum sín rætt, men eisini sum sína skyldu at boða frá sjónarmiðum fe- lagsins í hesum sambandi. Felagið Trolskip hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at felagið sær nakrar møgu- leikar fyri tillagingum. Hetta er at fegnast um og vísir vilja til at taka ábyrgd, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Arbeiðsgevarafelagið vil sleppa undan stuðli Studentakvøld í Føroyahúsinum Tað vera plátuvendararnir B.A.B.Y. og Billy the Kid, sum standa fyri tónleikinum, tá sokallað Studentakvøld verður í Føroyahúsinum í annaðkvøld. Føroyahúsið kallar tað ársins summarbrak fyri teimum yngri útisetinum í danska høvuðsstaðnum. Tað vera teir báðir Brynjolfur á Heygum og Mike Antony, ið kalla seg ávíkavist B.A.B.Y. og Billy the Kid, sum hava spælt ymsa staðni í danska høvuðsstaðnum seinastu tíðina, ið stýra tónleikinum í Føroyahúsinum fríggjakvøldið. Nógv CO2 úr Grønlandi Tey seinastu árini hava grønlendingar lagt stóran dent á at útbyggja námsvinnuna fyri at útvega samfelagnum fleiri inntøkukeldur. Men nú vísir ein frágreiðing, at hesin ídnaðurin kann gerast dýrur fyri Grønland. Frágreiðingin kemur til ta niðurstøðu, at CO2-útlátið frá námsvinnuni fer at kosta eina milliard krónur. Víst verður á, at tað nýggja aluminiumsverkið hjá Alcoa fer at lata 600.000 tons av CO2 út í umhvørvið um árið ella líka nógv sum alt tað grønlendska útlátið í dag. Kemur ferð á oljuvinnuna, kemur tað grønlendska CO2-útlátið heilt upp í 14,7 milliónir tons um árið, og tað fer at kosta Grønlandi milliardir í CO2-kvotum, stendur í frágreiðingini. Deildar­ stjóri settur í Almanna­ málaráð­ num Marjun Magnussen er sett sum deildarstjóri í Almanna­ málaráðnum. Hon tekur við starvinum hálvan august. Marjun Magnussen er 34 ára gomul og útbúgvin løg- frøðingur. Marjun starv- aðist í danska Arbejds- direktoratet áðrenn hon í 2002 flutti til Føroyar. Hon hevur drúgvar roynd- ir í føroysku miðfyri- sitingini, har hon hevur starvast bæði sum fulltrúi og deildarleiðari. Síðan 2007 hevur Marjun verið leiðandi løgfrøðingur í bankunum Kaupthing og Eik Bank. Arbeiðsgevarafelagið vil sláa fast, at tað altíð hevur verið ímóti stuðulsskipanum Marjun Magnussen er nýggjur deildarstjóri í Almannamálaráðnum Sættu flokkarnir í Fuglafjarðar skúla fara at spæla sangleikin: Varma- keldunátt í viku 26. Spælt verður hvørt kvøld kl 20:00 í Mentnarhús- inum í Fuglafirði - frá mánadegnum 22. juni til leygardagin 27. juni. Hendan dag verður sýningin eisini kl 16:00. Skrivað leikin hevur Frits Johannesen. Í leikinum eru yrkingar av Petur Martin Petersen, Hilmar Petersen, Alexandur Kristiansen, Frits Johannesen og Hans Andreas Djurhuus. Eyðun á Lakjuni hevur smíðað øll løgini , uttan Hjørtu, kvirr, nú setur sól. Orðini eigur Alexandur Kristiansen, lagið Th. Laub og Varmakelda, orðini eigur H. A. Djur- huus og Jógvan á Lakjuni hevur gjørt lagið. Eyðun á Lakjuni hevur eisini lagt tónleikin til rættis. Ein tónleikabólkur verður við, har Høgni Klakkstein og Jan Rúni Poulsen hava slagverk um hendi, Bárður á Lakjuni spælir bass, Eyðun á Lakjuni klaver og Pól Woll- es spælir gittar. Pia Andersen, lærari hevur seymað búnarnar. Flokslærarar eru Eyðgerð Abrahamsen og Kjartan Sleire. Filmsupptøka, Kjartan Madsen og teskari, Mortan Berjastein Sangleikur um Varmakeldu Leikurin snýr seg um Varmakeldu – siðsøgu, sum er knýtt at kelduni, um marmenlar, fjøru­ trøll og um ta grøðandi megi, ið keldan hevur. Tað eru sættu flokkarnir, ið framføra