Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 115 • 19. juni 2009 Vinnufeløg »Donsk vinnufeløg í vanda«, stendur at lesa í blaðnum. Men hvat er eitt vinnufelag? Øll vita, hvat eitt kvinnufelag er, og orð sum vinnulív og vinnuvirki eru eisini nøkulunda klár. Men vinnufelag? Her er ein darvandi fløkja íkomin. Vit kunnu royna at rekja: Grundtýdningurin av orðinum ‘felag’ er tað sama sum ‘forening’ á donskum. Á týskum Verein, á eingilskum organization, union og onnur. Altso ein fylking av borg­ arum um okkurt ávíst endamál. Eitt felag av frímerkjasamlarum, djóravinum ella sosialdemokratum til dømis. Men ein vinnulig fyri­ tøka er nakað heilt annað. Tann vanligasti formurin er partafelagið (A/s, Ltd, GmbH osfr.). Uppgávan hjá einum partafelag er at dríva vinnuligt virksemi so sum fram­ leiðslu, bygging ella handil. Kalla vit ein sovorðnan felagsskap fyri ‘felag’, so kunnu fólk við góðum rætti halda, at talan er um tann ikki­ kommersiella formin, sum nevndur er omanfyri: eitt ítróttarfelag, ein bindiklubbur, eitt politiskt felag. Vit hava onnur orð, sum týði­ liga vísa munin á hesum báðum sløgunum af felagsskapi. Um tað vinnuliga kunnu vit siga: virki, fyritøka, kompaní ella firma. Hetta seinasta orðið kann brúkast í næstan øllum førum: eitt oljufirma, eitt handilsfirma, eitt byggifirma ella eitt ráðgevingarfirma. Orðið kann bendast sum eyga: Lærarin heldur eyga við næmingunum, hóast hann hevur fingið rusk í eygað (bundið og við edd). Upp á sama máta kunnu vit siga: Eitt ríkt firma. Men: Teir stovnaðu firmað í fjør. Her stingur tann vansin seg upp, at summi fólk hava tvær bendingar av ‘eyga’ og ‘firma’. Serliga børn kunnu siga: Eg fekk ilt í annað eygaðið. Og nógv vaksin siga: Hann gjørdi alt fyri firmaðið. Hvat er her at gera? Kanska skulu vit lata ‘eyga’ behalda ta klassisku bendingina: eyga, eyga, eyga, eyga – eygur, eygur, eygum, eygna. Og so lata ‘firma’ fáa ta yngru: Hann koyrdi firmaðið fallitt; hann er ikki longur í firmanum. Í USA eru nógv firmur í penga­ neyð. Nú hava tey sligið bæði firmuni saman. Hon er stjóri í báðum firmunum. Men høvuðsbatin hevði verið at givið orðinum ‘felag’ sín upprunaliga týdning aftur: ein foreining. Og so kalla tann vinnuliga felagsskapin: virki, partafelag, fyritøka ella firma. (MT) verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð skemt Í ranga­ strúpan Er okkurt komið í ranga­ strúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv­ og telduposti. Tá miðlarnir ikki raka seymin beint á høvdið Fekk Fróði ilt? Hans á Lag eftir horna og roynd frá Fróða Benjaminsen, sum brestur í stólpan portal.fo Troyttur lækni Maðurin er nú komin í eina legu, og hann verður fluttur til eina aðra legu, har ein lækni er staddur, tá ið hann hevur hvílt seg. Útvarp Føroya Eitt ordans tilboð Vanligur prísur: 175 kr. Nú: 199 kr www.fjas.fo Bara heimsins besti tríggja staðni Millum matambassadørarnar eru ikki minni enn 3­4 sjónvarpskokkar, tveir professarar innan mat, og heimsins bestu í Finnlandi, Álandi og Svøríki Sosialurin Hvussu leingi? Úthurðin stóð opin í nakrar fáar tímar í nakrar dagar www.vagaportal.fo Eingin orsøk at venja Leikaramenningin avlýst hesa vikuna www.football.fo Var hann so vánaligur? Føroyska liðið var skert til tíggju mans, tá Páll Klettskarð varð sendur á vøllin Sosialurin Betra helvtin eftir heima Hálvur persari rýmdur lýsingatorgið Tað er kanska ikki altíð so lætt at finna sær eitt hóskandi stað at turka klæðini, tá tú býrt mest sum á gongugøtuni. Men íslendingar duga vanliga væl at finna øðrvísi loysnir upp á sínar trupulleikar. Í Reykjavík røkkur grannalagið í øllum førum tvørtur um handilsgøtuna, Laugarveg, og so er bara at vóna, at eingin alt ov høgur lastbilur kemur koyrandi framvið. Kreativ loysn Íslendingar gera vanliga nógv burtur úr klæðunum, tá farið verður í býin. Eitt nú er tað á fleiri støðum krav, at menn eru í slipsi, um sleppast skal inn á náttartíð, og so dugir tað jú ikki, um tú ikki ert stinnur at binda slipsaknútin. Men ráð eru eisini fyri tí. Hesa myndina tóku vit eisini á Laugarvegnum, har tað á einum húsaveggi ber til at fáa uppskriftina upp á ikki færri enn tríggjar ymiskar slipsaknútar. Eingin umbering