fríggjadagur 19. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 115 - 19. juni 2009
lýsingar
- allar húsarhaldssápur okkara verða mentar og framleiddar í Føroyum
við serligum atliti til umhvørvið.
- allar húsarhaldssápur okkara verða mentar og framleiddar samsvarandi
tilmælum frá danska Sundhedsstyrelsen.
- av tí, at føroyska vatnið er kálkfrítt, nýta vit ikki evni til at bróta niður
kálk við í húsarhaldsvørum okkara, og tað er náttúran fegin um. Jú færri
kemisk evni, vit lata út í umhvørvið, jú betri, halda vit og náttúran.
- vit hava egna starvsstovu/laboratorium, sum í samstarvi við altjóða
serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við menning og framleiðslu.
- vit leggja alstóran dent á at nýta lætt niðurbrótilig, natúrlig evni úr
plantuoljum í okkara húsarhaldssápum.
- vit eru allergivinarlig. Eingin av okkara sápum inniheldur evni, sum
standa á listanum hjá ES yvir allergielvandi evni, sokallaða allergilistanum.
- litevnini, vit nýta, eru tey somu, sum eru góðkend til nýtslu innan mat-
vøruframleiðslu.
- Kemilux framleiðir samsvarandi altjóða ISO 9001:2000 góðskuskipanini.
- strongu krøvini, sum vit seta okkum sjálvum, hava millum annað havt
við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.
- tá tú keypir okkara húsarhaldssápur, keypir tú grønt og allergivinarligt.
Tú veitst ivaleyst, at vit framleiða dygdar-
sápur, men tú eigur eisini at vita, at:
KEMILUX
KEMILUX fram-
leiðir samvarandi
ISO 9001:2000
skipanini
www.kemilux.fo
Hetta er ikki bert ein lýsing.
Hetta er ein upplýsing.
Boðað verður við hesum til eykaaðalfund í P/F Atlantic
Petroleum at verða á Hotel Føroyum, við Oyggjarvegin 45,
100 Tórshavn
fríggjadagin tann 3. juli 2009 kl. 19.00 (føroyska tíð)
við hesi fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Val av trimum nýggjum nevndarlimum.
Nevndin skjýtur upp at velja trýggjar nýggjar
nevndarlimir fyri Kjartan Hoydal, Óla Hammer og
Petur Even Djurhuus. Kjartan Hoydal hevur sagt seg úr
nevndini og fara Óli Hammer og Petur Even Djurhuus
frá á aðalfundinum.
3. Viðtøkubroytingar.
Nevndin skjýtur upp fylgjandi viðtøkubroytingar:
Í § 16 triðja avsnitt í viðtøkum felagsins verður sett inn
orðingin “stjórn við einum ella fleiri stjórum” fyri orðið:
“stjóra”, men annars er greinin óbroytt og í § 19 fyrsta
avsnitt í viðtøkum felagsins verður sett inn orðini:
“einum stjóra” fyri orðið: “ stjóranum”, men annars
verður greinin óbroytt.
Til samtyktar av uppskotunum til viðtøkubroytingar
krevst smb. § 78 stk. 1 í partafelagslógini at uppskotið
verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum
atkvøðum og av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti
umboðaða partapeninginum.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer fram
umvegis heimasíðu felagsins www.petroleum.fo ella á
skrivstovu felagsins Gongin 9, 100 Tórshavn ella á tlf nr.
+ 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101. Seinasta
freist fyri bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
er mánadagin tann 29. juni 2009 kl. 16.00 (føroyska tíð).
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava
tygum møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta
tygara vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo,
umframt á skrivstovu felagsins Gongin 9, 100 Tórshavn,
kunnu tygum útvega tygum eitt fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi.
Dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum, koma at liggja
frammi á skrivstovu felagsins Gongin 9, 100 Tórshavn í
seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 112.573.000 býttur sundur í
partabrøv á kr. 100 og multipla av hesum.
Í § 5 stk. 1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1
atkvøðu fyri hvørjar kr. 100 teir eiga í partapeningi.
Í § 2 stk. 2 er ásett, at eingin partaeigari kann greiða
atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meiri enn 20% av
atkvøðunum.
§ 11 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
”Hvør partaeigari hevur rætt til at møta á aðalfundinum,
um viðkomandi í seinasta lagi 5 dagar frammanundan
aðalfundinum hevur biðið felagið um atgongumerki.
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í
seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hava biðið
felagið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
Partaeigari kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú til at
fara á fund og greiða atkvøðu hansara vegna.
Atgongd til aðalfundin hava harumframt fjølmiðlarnir.”
Felagið hevur kosið sær Eik Banki P/F til kontoførandi
peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær
til henda peningastovn á adressuni Yviri við Strond 2, 100
Tórshavn ella á heimasíðuni www.eik.fo ella á telefon
nummar + 298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni
í felagnum.
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin
Eykaaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum