Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 • 19. juni 2009 Vikuskifti 4 Í meir enn 40 ár hevur hann ótroytti­ liga vart føroyska málið, og eigur hann æruna av óteljandi góðum bjargingum. Og hóast Jóhan Hend­ rik W. Poulsen fyllir 75 í morgin, er hann framvegis ikki ílatin, um hann ikki hevur svørtu lummabókina upp á sær at skriva áhugaverd orð í Tað sigst, at einaferð ein maður spurdi Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professara í málfrøði, hvat hann tókst við, svaraði professarin »Eg eri málmaður« »Ja so. Og hvørjum máli stendur tú í?«, spurdi maðurin »Í tí føroyska málinum«, svaraði hann. Eitt lítið skálkabros sníkir seg fram í eygunum á skjótt 75 ára gamla málmanninum við minnið um hesa søguna. Hóast ágangurin á føroyska málið mangan hevur verið ógvusligur og skotini hørð, er sinnið lætt og blídligt og uttan feril av møði. Men sjálvt um hansara bjargingar í málinum hava verið nógvar og neyvar, er okkurt, hann kundi hugsað sær øðrvísi - Onkuntíð vildi eg ynskt, at eg var djarvari og tordi betri at kasta meg út í orðastríðið út á vøllinum, viðgongur hann - Hinvegin havi eg altíð verið sannførdur um, at best er at fara varisliga fram og bíða, til rætta løtan er komin. Eina slíka løtu var tað, at fjølmiðlafólk eitt mikukvøld í mars mánað í 1984 vóru savnað á fundi við Jóhan Hendrik W. Poulsen. Orsøkin var eitt nýtt tól, sum var farið at síggjast meir og meir runt um á miðlunum. »Computari« kallaði onkur tað, meðan onnur hildu uppá, at hetta æt ein dátutól. Hvørki hóvaði tó fjølmiðlafólkunum serliga væl, og tí var farið til professaran í málfrøði at biðja um hjálp. - Eg byrjaði at spæla mær við ymisk orð, eitt nú tað íslendska »tølva«, sum eg tó ikki helt riggaði, tí tað sipar til orðið vølva, sum ikki gevur sama hugasamband á føroyskum. Til endan tók eg so dik á meg, og skjeyt orðið »telda« upp fyri fjølmiðlafólkunum, minnist Jóhan Hendrik. Hann leggur afturat, at hóast ongin hevði nakað ímóti orðinum, trýr hann ikki, av at nakar av teimum tá dugdi at ímynda sær, at »telda« fór at verða eitt tað mest nátúrliga orðið á føroyskum eini 20 ár seinni. - Tað er eisini hetta, sum hevur gjørt mítt starv so spennandi og ríkt - løturnar, har tú upplivir, at tað tú sáar, spakuliga festir røtur og ber ávøkst. Tá kennir tú, at tú hevur gjørt eitt sindur til nyttu - eitt lítið sindur, sigur málfrøðingurin mest sum við seg sjálvan. Samlar uppá orð Meðan Jóhan Hendrik W. Poulsen greiðir frá, tekur hann eina orðabók niður av hillini fyri og aðra eftir. Fyri hann eru orðini eins og livandi verur, sum altíð hava familju í øðrum orðabókum, sum kann greiða frá, hví orðini bera seg at, sum tey gera. Summi orð tykjast tó eitt sindur húsvill - til málfrøðingurin fær fatur á teimum. Í bláa skjúrtulummanum sæst kanturin á eini lítlari, svartari lummabók, sum heimleysu orðini fáa innivist í fyribils. Jóhan Hendrik tekur lummabókina upp og blaðar eitt sindur: - »Apríl, 2009: Útvarpið sigur frá tilburðum av "svínakrími"«, lesur hann úr bókini og blaðar longur aftur - »Ein maður tosar um eina »tøku«.«, stendur her. Helst man tað merkja ein jarðarmóðir, men tað stendur neyvan í nakrari orðabók, sigur Jóhan Hendrik og trívir í eina orðabók, meðan hann heldur fram - Eg samli uppá orð, eins og frímerkjasamlarar samla uppá frímerki. Eg fái ikki hildi mær og føli meg ikki ílatnan, fyrr enn eg havi stungið lummabókina uppá meg. Sjálvur grunar hann, at hetta forvitni eftir at vita, hvat orðini merkja stavar heilt frá barnaárunum. - Sum smádrongur bleiv eg so øgiliga ótolin, um eg ikki skilti, hvat fólk søgdu. Í kirkjuni tosaði prestur danskt, og eg bleiv so illur, tí eg skilti hann ikki. Tey siga, at eg nóg illa dugdi at tosa, tá eg mutaði ímóti og segði »Eg dími itti at hoya handa prestin tosa«, flennir Jóhan Hendrik. Pápi hansara var tá eitt skifti lærarari í Sumba, og skjótt varnaðist lítli Jóhan Hendrik, at fólkið í bygdini tosaði heilt øðrvísi enn heima hjá teimum, har mamman var av Tvøroyri og pápin úr Skopun. - Eg minnist, at tá mamma sendi meg eftir mjólk, stóð eg altíð góða løtu í gongini, áðrenn eg fór út og øvaði meg í at siga »Momman bað selja ser ein pott av mjylk«, so tað skuldi ljóða sum á Sumbiarmáli, smílist hann. Lesarabræv til Christian Matras Okkurt var vaknað í unga skopuninginum, og sum ungur var Jóhan Hendrik ikki í iva um, at tað var málfrøðingur í føroyskum hann skuldi vera. Og skjótt birtist dreymurin um at gera eina føroyska einmálsorðabók. Hetta var seinast í fimitiárunum, um sama mundi sum Christian Matras var farin undir at gera eina nýggja útgávu av gomlu føroyskt-donsku orðabókni. Hetta hóvaði unga studentinum so illa, at hann treiv í pennin. - Eg skrivaði eitt lesarabræv í Oyggjaskeggja, har eg vísti á, at vit heldur áttu at farið undir at gjørt eina føroysk-føroyskt orðabók. Sum eg skilti, hevði Christian Matras tikið hetta heldur illa upp og var ikki sørt argur inn á meg og lesarabrævið. Tað var tó ikki verri enn so, at nakað seinni setti Christian Matras seg í samband við Jóhan Hendrik og bað hann koma at hjálpa sær við orðabókaarbeiðinum. - Hetta var ein sera stóru heiður fyri meg sum ungan lesandi, og eg lærdi ómetaliga nógv av at arbeiða saman við Christiani Matras. Ágrýtin var hann eisini sum fáur, so tá eg møtti heima hjá honum klokkan átta um morgunin, hevði hann altíð verið í gongd í einar tríggjar tímar, minnist Johan Hendrik, meðan tankarnir leita aftur til hugnaligu íbúðina hjá Christiani Matras og konuni á Vesturbrúgv í Keypmannahavn í 1960. - Tey høvdu júst fingið »fjern- syn«, og eg var altíð sera spentur Málmaðurin í føroyska málinum Portrett Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Á fundi við fjølmiðlafólk eitt kvøldið í mars mánað í 1984 tók Jóhan Hendrik W. Poulsen dik á seg og skjeyt upp, at nýggja tólið »computari« skuldi eita 'telda' á føroyskum Myndir: Jan Müller, Sosialurin 31. mars 1984 ” Tað kennist sum ein heiður at hava kelinavnið »Orðabókin« ” Fólk koma enn til mín við uppskotum til »Orðabókina«, hóast eg gavst við sendingini fyri meir enn 15 árum síðani