fríggjadagur 19. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 115 - 19. juni 2009
Tá Asfalt fer av
bakkastokki í Tórs
gøtu 3. og 4. juli,
verður legendariski
vágabólkurin Tinga
nest ein av bólkunum,
ið fara á pall
AsfAlt 2009
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tinganest eru sum gott vín.
Teir blíva betri við árunum,
og nú eini 25 ár eru síðani
teirra útgávur komu út sum
kasettubond á fyrsta sinni,
hevur bólkurin aftur fingið
pláss í fremstu røð. Fólk
hava ikki gloymt teir, heldur
ikki tey, ið kanska ikki
tordu at viðganga seg sum
fjepparar fyri 25 árum
síðani.
Í dag standa fleiri av sang
um teirra sum varðar. Og
bólkurin er, meira enn nak
ar, ímyndin av serstaka
“vágasoundinum”, ið fleiri
vágabólkar annars í ávísan
mun hava, men Tinganest
vóru fyrstir og mestir og
bestir, tá tað umræður
“vágasound”.
Bólkurin
Bólkurin var til fyrst í átta
tiárðinum við navninum
Tinganest. Tó hevði ymisk
manning myndað bólkar í
Sørvági líka frá sekstiárun
um, har Magnus, Jóan
Jakku og Eivind vóru partar.
Seinni eisini í Danmark,
har teir vóru í lestrar
ørindum
Ì 1983 kom fyrsta bandút
gávan, og var hetta band
nógv
spælt.
Sangir
sum Upp À Tá og Vága
gellan vóru og eru javnan
at at hoyra. Í 1984 kom
næsta bandútgávan og triðja
kom í 1986. Bólkurin hevur
verði við í øðrum útgávum
eisini. Serliga Jóan Jakku
hevur verið virkin á tón
leikaøkinum við soloútgáv
um, og saman við øðrum.
Nytt tilfar verður eisini at
hoyra í komandi framtíð frá
onkrum av limunum.
Tinganest hava til Asfalt
vant duliga eina skrá, ið
hevur við teir kendu sang
irnar hjá Tinganest, og bólk
urin gleðir seg at fara á
Asfaltpallin.
Núverðandi manning í
Tinganest er: Finnur J. Jac
obsen, trummur, ásláttur og
sang, Jóan Jakku Guttesen,
bass og sang, Holgar Jacob
sen, guitar, Magnus á Stong
um, guitar og sang. Henda
manning hevur myndað
bólkin seinastu 2 árini.
Tinganest á Asfalt
Jóansøkufestivalurin
avdúkar nú enn fleiri
nøvn, ið fara a pall á
jóansøku, og hesaferð
er talan um føroyska
troubadoururin
Terja Rasmussen.
Umframt fara danskir
fólkadansarar at seta
dám á, tá festivalurin
byrjar
festivAlur
Dagfinn Olsen
Dagfinn@sosialurin.fo
Nú er enn eitt navn komið
afturat á listanum yvir tey,
ið fara á pall á Jóansøku
festivalinum, sum hesaferð
er stuðulstiltak til frama
fyri at gera saltsiloina á
Drelnesi til mentanarhús.
Terji Rasmussen fer á
pall á Jóansøkufestivalinum.
Terji hevur síðani á heilt
ungum árum gjørt vart við
seg á føroyska tónleikapall
inum. Fyrst við Funkies, ið
gav tvær singleplátur út,
síðani við ymsum bólkum,
men kendur gjørdist hann
av álvara av samstarvinum
við Frændur og við frændan
Eyðun Nolsøe.
Størsta varðan setti hann
sær tó síðst í áttatiárunum,
tá hann gav plátu út; Terji
og Føstufressar. Fressarnir
vóru í stóran mun manning
úr
úrmælingabólkinum
Plúmm, og varð útgávan
eini 10 ár seinni – um alda
mótið – kosin aldarinnar
útgáva.
Terji fer á Jóansøkufesi
valinum at spæla úr rúgvuni
av sangum, ið eru fólka
ogn.
Fólkadansur
Byrjanin á Jóansøkufesti
valinum verður serstøk, tí
tá fara danskir fólkadansarar
at seta dám á. 12tur nevnist
dansibólkurin, og hevur
hann navn eftir tveimum
fólkadansum, 12 pør eru í
bólkinum og tey vilja fegin
ferðast – på tur. Bólkurin er
av Sælandi.
Til ber at vitja www.
joansokufestivalurin.eu
Terji Rasmussen og fólkadansarar
3st á
Asfalt
Asfalt avdúkar nú,
at bólkurin 3st
verður partur av
Asfaltskránni
Asfalt verður í Tórsgøtu
í Havn 3. og 4. juli og ein
av mongu bólkunum, ið
fara á pall, er 3st.
3st er mannaður við 5
limum; sang: Allan Kor
sager Davidsen, guitar:
Henning Jensen, bass:
Signar
Kristiansen,
trummur: Sigurd Justin
ussen, violin: Rebekka
Blak.
Bólkin stovnaðu Allan
og Sigurd í 2004. Men
bólkurin hevur ikki verið
so nógv frammi, og hev
ur ikki funnið fótafestið
fyrr enn fyri einum ári
síðani. Hóast útbúgving
ar, limaskifti, o.a. hevur
verið ein lítil forðing, so
hevur bólkurin ongantíð
verið so tight og til dystin
fús, sum nú.
Tónleikurin hjá bólkin
um nemur við ymsar
sjangrur. Ein góð lýsing
av tónleikinum hjá bólk
inum er melodiskur pop
rockur við einum alter
nativum twisti.
Ungir sjónleikarar hittast í Klaksvík
120 børn og ung og 40 vaksin verða við á barnasjónleikarstevnuni í Klaksvík.
Talan verður um fimm sjónleikarabólkar úr útlondum og fimm úr Føroyum.
Børnini fáa holla vegleiðing í leiki, og skipað verður fyri verkstovum. Eisini
verða leikirnir eftirmettir og góða ráð verða givin eftir hvønn leik. Leikirnir
verða framførdir ókeypis í Badmintonhøllinin, og verður meir at frætta um hesar
seinni. Flestu luttakararnir koma til Klaksvíkar 29. juni, og mikudagin 1. juli
verður ein størri skrúðgonga, har høvi verður at heilsa uppá teir mongu
geastirnar. Fyrireikarnir til norðurlendsku barnasjónleikarastevnu, sum eru MáF
og Klaksvíkar Sjónleikarafelag, halda, at Klaksvík er sera væl egnað við hópin
av møguleikum. Eisini eftir leik, tá ið gestirnir skulu hava høvi at hyggja seg um
í býnum, í fjøllunum og á sjónum, siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.
Nýggir nevndarlimir
Týsdagin 16. juni hevði Reiðarafelagið fyri
Farmaskip aðalfund. Fyri vali á nevndarfundinum
stóðu Torleivur Mikkelsen og Rói Kalsø. Hvørgin
teirra stillaði uppaftur. Í teirra stað vórðu valdir
Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen. Umframt
hesar sita í nevndini Annfinn V. Hansen, Kaj M.
Petersen og Jens Meinhard Rasmussen.
Terji Rasmussen fer saman
við fólkadansarum at seta sín
dám á Jóansøkufestivalin
Tinganest verða
nú aftur at síggja
á palli
Ungi bólkurin í Havn
verður partur av skránni
á Asfalt