Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 12 Nr. 115 • 19. juni 2009 Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogur til Dagstovnin við Landavegin Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30/35 tímar um vikuna at byrja 3. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Dagstovninum á Landavegnum, Landavegur 84, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 6. juli 2009. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kirstin Djurhuus, stovnsleiðara, á telefon 30 23 80 / 22 23 80, ella Brynhild Guttesen, varaleiðara, á telefon 25 07 04. Pedagogur til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 10. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, Gundadalur, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 6. juli 2009. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Laursen, leiðara, telefon 28 49 02, ella við at hyggja á heimasíðu okkara www.123hjemmeside.dk/ftsbadmintonhollini. Pedagogur og hjálparfólk til Dagstovnin Lítlaskóg Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja 3. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini eftir einum hjálparfólki til barnagarð at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 3. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Lítlaskógi, boks 217, 110 Tórshavn, innan mánadagin 29. juni 2009. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Beintu Dalbø, stovnsleiðara, telefon 21 91 35. Starvsfólk til Frítíðarskúlan Smílibýlið Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 15. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Tveimum hjálparfólkum, fyri hjálparfólk í barsilsfarloyvi, at arbeiða 27 tímar um vikuna at byrja 15. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Farloyviðstíðin er fram til 31. mai 2010. Eisini verður søkt eftir einari køkshjálp at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja 15. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini sum pedagogur/hjálparfólk verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið sum køksfólk verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Frítíðarskúlanum Smílibýlið, Stoffalág 82, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 6. juli 2009. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Noomi á Válinum, leiðara, telefon 31 4879 ella 21 48 79. Maskinsmiður og verkstaðsfólk Til verkstaðið hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir tveimum dugnaligum fólkum. Maskinsmiður Sum maskinsmiður fært tú nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur í einum sera spennandi umhvørvi. Góðar arbeiðsumstøður á einum verkstaði við góðari útgerð. Arbeiðsuppgávur Nakrar av høvðusuppgávunum verða m.a. • sveisiarbeiði innan og uttandura • umvæling av maskinum, bilum, tólum o. t. • annars vanligt verkstaðsarbeiði Førleikakrøv Neyðugt er, at tann, ið settur verður, hevur útbúgving sum maskinsmiður, hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg og hevur fyrstahjálparprógv. Nevnda koyrikort og fyrstahjálp kann takast innan 6 mðr. eftir setan. Verkstaðsfólk Sum verkstaðsfólk fært tú nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur í einum sera spennandi umhvørvi. Góðar arbeiðsumstøður á einum verkstaði við sera góðari útgerð. Arbeiðsuppgávur Nakrar av høvuðusuppgávunum hjá verkstaðsmanninum verða m.a. • umvæling av maskinum, bilum, tólum o. t. • vanligt viðlíkahald Førleikakrøv Neyðugt er, at tann ið settur verður, hevur handverkaraútbúgving, helst entreprenør- mekanikari, annars bilmekanikari ella líknandi, hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg, er handaligur og hevur fyrstahjálparprógv. Nevnda koyrikort og fyrstahjálp kann takast innan 6 mðr. eftir setan. Lønar- og setanartreytir Størvini er mánaðarlønt eftir sáttmála millum Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið og verða sett skjótast til ber. Umsóknir Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 6. juli 2009 kl. 12.00. Merkið umsóknina antin »Maskinsmiður« ella »Verkstaðsfólk«. Nærri fæst at vita Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Atla Simonsen, verkstaðsleiðara, ella Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, á telefon 30 21 00. Deildarleiðara til Tjarnargarð Lýst verður eftir deildarleiðara til Tjarnargarð at seta skjótast gjørligt, setanarbrøkur 0,8. Tjarnargarður er røktarheim við 34 búplássum, dagumlætting fyri minnisveik, fysio- og ergoterapi fyri heimabúgvandi pensjonistar og búfólk á stovninum, – skipað í fleiri eindir. Tann eindin, vit søkja eftir deildarleiðara til, hevur 12 búfólk, har røktarstarvsfólk við ymiskum røktarútbúgvingum og royndum starvast. Krøv til umsøkjarin er, at viðkomandi hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og starvsroyndir. Hygg inn á www.torshavn.fo eftir lýsing av ‘deildarleiðarastarv á Tjarnargarði’. Løn og setanartreytir smb. sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 6. juli 2009. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Beintu Áargarð ella Helenu Poulsen, telefon 30 20 75.