Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2009 Mugu fáa betri venjing Tær útlendsku herdeildirnar í Afghanistan mugu fáa betri venjing til tess at forða fyri, at teirra átøk kosta sivilum afghanum lívið. Hetta hevur leingi verið ein stórur trupulleiki, og herfyri kunngjørdi afghanska stjórnin, at 140 sivilfólk lótu lív í amerikonskum loftálopum í Farah-landspartinum í síðsta mánaði. Embætismenn hjá NATO ásanna, at álopini í Afghanistan krevja alt ov mong sivil mannalív, og at hetta hevur gjørt, at nógvir afghanar vilja hava teir fremmandu hermenninar og serliga teir amerikonsku av landinum. Men so verður ikki, Tvørturímóti hevur Barack Obama, forseti, ætlanir um at senda 21.000 hermenn afturat til Afghanistan í ár. Framman undan eru 68.000 amerikanskir og 33.000 aðrir útlendskir hermenn í landinum. Dýrir sangir Í USA hevur ein dómstólur dømt eina einliga mammu við fýra børnum at gjalda 1,9 millión dollarar ella góðar 10 milliónir krónur í bót fyri at hava tikið tónleik niður av alnótini ólógliga. Sjónvarpið CNN sigur, at hetta er tann fyrsti dsóm- urin í USA í einum máli um upphavsrættindi. Tann 32 ára gamla Jammie Thomas-Rasset varð dømd fyri at taka tikið niður 24 løg hjá millum annað No Doubt, Gloria Estefan og Sheryl Crow, sigur CNN. Dómarin gjørdi av, at kvinnan skuldi rinda 80.000 dollarar fyri hvørt lag, og pengarnar skal hon rinda seks plátufeløgum. Hevði kvinnan goldið fyri at taka løgini niður av alnótini, hevði tað kostað henni minni enn ein dollara fyri hvørt lagið. Vánaliga marknað­ arstøðan úti í heimi ger, at tað ikki loysir seg í løtuni hjá Atlantis í Vestmanna at heilfrysta gulllaks til útflutnings. – Í løtuni liggur virksemið stilt, men vit fara væntandi í gongd aftur seinni í vertíðini, sigur stjórin, Dánjal Jákup Andreassen Gulllaksur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo 18 fólk hava verið til arbeiðis á Atlantis í Vestmanna, har tey vanliga hava arbeitt alt samdøgnið við at frysta gulllaks, sum eitt nú vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava fiskað í vertíðini. Í løtuni verður eingin gull- laksur frystur í Vestmanna, og tí hava vestmannatrol- ararnir seinastu tíðina land- að fleiri lastir í Skotlandi, har teir eisini hava fingið betri prís fyri fiskin, enn føroysku virkini kunnu bjóða. Tavan í Leirvík, sum í fyrsta lagi virkar gulllaks til fars og Atlantis í Vest- manna, sum hevur lagt seg eftir at heilfrysta, hava givið 3,25 krónur fyri kilo. Í Skotlandi hava vestmanna- trolararnir fingið 3,60 krónur fyri kilo, men tað kostar bæði í tíð og olju at sigla av landinum við veiðini. Herfyri segði reiðarin á vestmannatrolarunum, Tummas Christophersen, at høvdu skipini fingið 3,25 krónur fyri kilo í Føroyum, høvdu tey helst lagt veiðina upp her. Seks skip eru á gull- laksaveiði í vertíðini, sum vanliga varar út á heystið, og í ár eins og í fjør hevur fiskiskapurin verið góður. Tavan í Leirvík keypir í fyrsta lagi fiskin hjá leir- víkstrolarunum, Polarhavi og Stjørnuni og viðhvørt eisini fiskin hjá øðrum skipum, eitt nú Eysturbúgv- anum og Vesturbúgvanum, men við so góðari veiði, sum verið hevur higartil í vertíðini, megnar virkið ikki at keypa og virka allan gulllaksin, sum veiddur verður undir Føroyum. Marknaðarstøðan Dánjal Jákup Andreassen er stjóri á Atlantis í Vestmanna. Hann sigur, at í løtuni loysir tað seg ikki at keypa gulllaks til heilfrystingar fyri 3,25 krónur fyri kilo, ið líkasum er ”almenni” prís- urin í Føroyum í løtuni. - Flestu fiskasløg kenna sviðan av fíggjarkreppuni og marknaðarstøðuni, og soleiðis er eisini við gulllaksinum, sum vit hava heilfryst. Higartil í vertíðini hevur Atlantis heilfryst eini 1000 tons av gulllaksi, men nú er steðgur í, og virkið keypir ikki gulllaks í løtuni. Dánjal Jákup væntar kortini, at Atlantis fer at keypa gulllaks aftur í hesi vertíðini, men hann dugir ikki at siga nær. - Vit hava ein steðg í løt- uni, men vóna, at virksemið kann takast uppaftur áðrenn langt um leingi, sigur hann. Atlantis í Vestmanna hevur heilfryst gulllaks, og í aðrar mátar hevur virkið kruvt og avhøvdað ein part av fiskinum, sum síðan er seldur á marknaðum eystanfyri og sunnanfyri. Higartil í ár hevur virkið tó bara heilfryst. - Marknaðarstøðan ger, at flestu fiskasløg eru fallin í prísi, men vit vóna, at glið fer at koma á aftur, soleiðis at vit kunnu taka virksemið uppaftur, sigur Dánjal Jákup Andreassen, stjóri á Atlantis í Vestmanna. Einki gulllaksavirksemi á Atlantis Nú gjaldssteðgurin, sum P/F Kósin var í, ikki er galdandi longur, situr Føroya Banki á ognunum í Klaksvík og hevur sagt, at virkið fer at verða selt í fríari sølu klaksvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eydnaðist ikki Christ- iani Andreasen, advokati, sum Skiftirætturin setti at hava eftirlitið við gjalds- steðginum hjá P/F Kósini, at endurreisa virksemið á flakavirkinum, áðrenn gjaldssteðgurin gekk út, 17. juni. Gjaldssteðgurin er nú upphevaður, og Føroya Banki situr við rættindunum til ognirnar hjá P/F Kósini. Tað eydnaðist ikki Christ- iani Andreassen, advokati, at fáa váðafúsan kapital til endurreisn av virkseminum, og tí er í løtuni púrasta ógreitt, nær og um virk- semið verður aftur á fyrr- verandi stóra arbeiðspláss- inum í Klaksvík. Annar av stjórunum í Føroya Banka, Súni Schwartz Jacobsen, segði við Norðlýsið í vikuni, at váðafúsur kapitalur ikki tykist vera í Klaksvík í løtuni, og tí fer Føroya Banki at selja flakavirkið í fríari sølu. Skuldin í P/F Kósini liggur um einar 32 miljónir krónur, og spurningurin er, um Føroya Banki setir uppá at fáa allan hendan peningin aftur – ella, um bankin er sinnaður at selja virkið útaftur fyri eina upphædd, sum kann forrentast av nýggjum eigarum. Í Sosialinum í vikuni segði fyrrverandi stjórin á Kósini, Jóhan Páll Joensen, at 32 miljónir krónur er nógvur peningur í eini tíð, har fiskavirkisvinnan ikki hevur tað so gott, men at henda upphædd ikki er so stór, tá vinnan hevur betri dagar. Í løtuni veit eingin, hvør lagnan verður á hesum arbeiðsplássi, sum hevur havt so stóran týdning fyri Klaksvíkina – gjøgnum so mong ár. Kósin seljast í fríari sølu Í løtuni keypir Atlantis í Vestmanna ongan gulllaks, tí tað loysir seg ikki at heilfrysta, soleiðis sum marknaðarstøðan er. 18 fólk eru til arbeiðis á virkinum, tá virksemið er í gongd Mynd: Birgir W. Høgnesen