fríggjadagur 19. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 • 19. juni 2009
Vikuskifti 11
ini eru bert nøkur fá ár yngri enn
eg, millum 12 og 16 ár.
Skrivstovan hevur enn ikki
skrivað allar næmingarnar inn og
tískil vilja tey heldur ikki útflýggja
bøkur til næmingarnar ella lær
ararnar enn. Tríggjar vikur eru
longu farnar av skúlaárinum, men
tað tykist eins og, at eg eri tann
einasti persónurin, ið hugsar um,
at vit enn ikki hava fingið nakað
undirvísingartilfar. – Ja, øll hini
eru jú fødd og uppvaksin í Peru,
so tey eru von við tempo’ið her.
Ístaðin brúki eg nógva tíð upp á
at gera undirvísingartilfar mítt á
sponskum sjálv, meðan Américo
skrivar nýggjar enskar sangir, sum
vit kunnu nýta í undirvísingini.
Américo er júst liðugur sum lærari.
Hann er sannførdur um, at man
lærir best, um man sjálvur luttekur
í undirvísingini og hugsar hervið
øðrvísi enn meginparturin av hinum
lærarunum. Í hansara tímum rópar
man seg ikki hásan, soleiðis sum
gamli lærarin í flokksstovuni við
síðuna av ger hvønn dag.
Umleið 70% av íbúgvunum í
Heilaga Dalinum hjá inkarunum
hava quechua sum móðurmál,
spanskt sum fyrsta fremmanda
mál og tí verður enskt annað
fremmandamál teirra. Ikki er tað
so løgið, at nógv hava ringt við
at skilja ensku úttaluna og ensku
mállærureglarnar, tí tímatalið í
enskum er sera lítið; tey hava
bert ein enskttíma um vikuna,
meðan tey hava fak sum rokning
heili tríggjar ferðir.
Næmingarnir í skúlanum eru
rættiliga engageraði; tey liggja
í mentaliteti langt frá teimum
smásløvu føroysku næmingunum,
ið kenna seg vís í, at skúlin bert
er uppfunnin fyri at revsa tey.
Langt frá PISAkanningum, har
man meinar, at ringu úrslitini
í stóran mun stava frá sløva
næmingahugburðinum.
Heima í Føroyum er tað langt
síðani vorðið ómodernað at siga
“tygum” við ein lærara ella at
brúka eftirnavn hansara. Eg royni
framvegis at venja meg við at
verða rópt “profesora” – eg vil
jú satt at siga helst hava, at tey
bara rópa meg “Ani” (eingin her
í Suðuramerika dugir at siga
“Annika”, oftast endar tað sum
“Amnita” ella okkurt líknandi).
Tá ið eg royni at tosa sum vinir
við børnini, svara tey fólkaliga
aftur og hyggja burtur. Tað er ikki
vanligt, at ein lærari vil tosa við
tey, sum man er á sama støði. At
lærarar og næmingar kunnu hava
eitt forhold, ið byggir á annað enn
lýdni og disiplin er heilt óhoyrt;
tað kemur ikki fyri. Vil man broyta
hetta, noyðist man eisini sjálvur
at gera ein innsats. Eg ætli
mær tí treisk halda áfram við
at hava spanskt “smalltalk” við
næmingarnar; summi teirra eru jú
bert nakrir mánaðir yngri enn eg
– summi enntá kanska eldri!
Tíðin flýgur avstað, tá ið man
hevur tað stuttligt; soleiðis er
skúladagurin av, áðrenn eg havi
nátt at hyggja eftir klokkuni
eina ferð. Á veg út gjøgnum ta
sokallaðu hurðina (her kalla tey
tað eina hurð, sum í veruleik
anum bert eitt træpetti á nøkrum
hongslum), verði eg sum vanligt
steðgað av tveimum gentum
við stórum smílum á varrunum.
„Profesora, por favor, como se
dice mesa en inglés?“, „Profesora,
por favor, como se dice cuaderno
en inglés“, „Profesora...“. Eydnan
her er eyka skúlating.
Fríggjadagur 3. apríl
2009
Hasta entonces, í dag var seinasti
skúladagur mín í Chinchero. Tað
varð rættiliga syrgiligt, syrgiligt
at skula fara frá øllum hesum
næmingunum, sum eg nú havi
kent í ein mánaða.
Mikudagin hevði eg royndir við
tveimum av annaðársflokkunum
og seinastu tríggjar dagarnar havi
eg brúkt stórt sæð hvørt sekund
upp á at rætta 80 skrivligar upp
gávur hjá næmingunum til síðstu
royndirnar. Úrslitið var tíverri ikki
serliga gott. Eg hevði annars roynt
at stuðla teimum í nógvar mátar
eg royndi at gera royndina nógv
lættari enn vanligt, gav teimum
nógv fleiri stig fyri hvønn spurning
man eigur og hjálpti teimum á
ymiskan hátt til sjálva royndina.
Men hóast hetta endaði besti
flokkur mín við einum miðaltali
upp á 34/89, har man skal hava
43/89 fyri ikki at dumpa...
Eg veit væl, at tað ikki er mín
feilur, men at orsøkin sjálvandi er,
at peruanska undirvísingin ikki er
serliga góð. Tað er tó ringt ikki at
verða eitt sindur syrgin, tá ið man
noyðist at brúka 20 minuttir upp
á at rætta hvørja uppgávu eftir
royndina, tí man má sita og fylla
allar blonku linjurnar út. Tíbetur
eri eg ikki tann einasta, sum hevur
roynt ð hetta. Sophia úr Svøríki,
sum starvast á skúlanum, hevur
havt enn verri royndir. Næmingar
hennara fingu umleið 10/89 í
miðal. Veruligi trupulleikin er, at
peruanski næmingarnir als ikki eru
vón við, at man stillar krøv til teir. Í
endanum av skúlaárinum hava tey
eina einkulta, men stóra próvtøku
í øllum fakunum, har tey vera
roynd í øllum fakum; hinir tíggju
mánaðirnir sita teir heilt passivir
í skúlastovunum og kopiera tað
niður, lærarin skrivar á talvuna.
Eitt annað løgið er, at einki hendur,
um næmingarnir ikki klára seg
serliga væl, eingin ger sær far um
hetta. Eg veit jú væl alt hetta, men
tað er ein løgin kensla at sita við,
tá ið miðal í einum flokki er ein
álvarsligur dumpikarakterur. Eitt
slag av vónbroti.
At skula vera tann keðiligi og
súri lærarin er ikki serliga hugaligt
á seinasta arbeiðsdegnum her.
Hinvegin er man noyddur at
greiða næmingunum frá, hvat eitt
vánaligt royndarúrslit kann hava
við sær.
Hóast Peru er nógv betur fyri
enn nábúgvalandið Bolivia, liva
heili 54% í ekstremum fátækra
dømi her og meginparturin av
skúlabørnunum koma eisini úr sera
fátøkum heimum, har foreldrini
hava úr at gera við at fáa endarnir
at røkka saman. Sum tað var hjá
okkum í gomlum døgum, er tað
týdningarmikið her at eiga nógv
børn, so man hevur onkran at
hjálpa sær við arbeiðinum heima
við hús og á markini. Børnini hava
lært, at enskt er sera umráðandi at
læra, um man vil klára seg her og
“verða til okkurt”, koma víðari enn
eldru ættarliðini. Um Cusco ikki er
mest turistaði býurin í heiminum,
má hann vera í topp fimm. Tað
kennist tó sum, at stýrið í Peru ikki
hevur skilt hetta; fáu enskttímarnar
og vánaligu lærararnar gera, at
støðið ongantíð verður serliga nógv
hægri enn tað mest basala “Hello,
how are you?”. Fáir lærarar duga
at læra frá sær og teir flestu hava
ein sera autoriteran frálærustíl;
pedagogikk ganga teir ikki høgt
upp í. Broytingar tykjast tó at
vera fyri framman í Peru; nýggj og
nýmótans hugskot verða umrødd
og alheimsgerðin hevur eisini havt
við sær, at alsamt fleiri eru byrjaði
at seta spurnartekin við gamla
frálæruháttin.
Tá ið eg hyggi aftur á seinastu
vikurnar her í Chinchero, ivist
eg tó ikki í, at seinasti dagurin
her eisini hevur verið besti
dagurin. Fyri fyrstu ferð hevði eg
uppmerksumheitina hjá øllum
næmingunum, fyri fyrstu ferð
sýntust tey at skilja týdningin av
at læra. At sleppa teimum nú, ið
alt endiliga byrjar at ganga eftir
ætlanini, er ikki serliga lætt. Eg
vil allarhelst verða verandi her
og læra næmingarnar nakað
týdningarmikið og nýtiligt, okkurt,
sum kann nútímansgera gamla
ríkið hjá inkarunum.
Áðrenn spaniararnir hertóku
Suðuramerika, strekti inkararíkið
seg frá mittasta partinum av Kili,
upp gjøgnum Bolivia og Peru,
norðara partinum av Argentina og
til Ekvador og Kolumbia. Høvdu
inkairnir sæð, hvørjum standi
heilagi dalur teirra er í nú, so
langt aftan fyri tað, sum rørir
seg í nýmótans londunum, høvdu
maktfullu mennirnir sikkurt vent
sær í grøvum teirra. Í hesum stóra
ríki var Cusco eygnasteinurin,
“heimsins nalvi”. Kanska er tað
ikki ov seint at finna aftur hendan
stórleika?
ins nalva
18. januar fór eg fyri fyrstu ferð
í lívinum við einum flogfari
einsamøll við Buenos Aires,
høvuðsstaður Argentina, sum
destinatión. Suðuramerika hevur
í mínum hugaheimi ongantíð
tykst serliga áhugavert. Tað
er staðið, har øll hini longu
hava verið – og man tímir
sjálvandi ikki at gera sum “øll
hini”. Tá ið eg í desember
endaði mítt arbeiði sum
sjálvboðin á høvuðsskrivstovuni
hjá hjálparfelagsskapinum
Operatión Dagsverk (”OD”),
í Keypmannahavn eftir fimm
mánaðir, fekk eg hug at royna
meg innan nakað heilt nýtt og
øðrvísi. Eitt kvøldið fekk eg
knappliga eitt hugskot um at fara
til Peru og ein mánaða seinni
var eg á veg til eitt heilt nýtt lív
í Suðuramerika. Ætlanin var at
ferðast runt i Argentina, Kili,
Bolivia og Peru og arbeiða sum
sjálvboðin ensktlærari í ávíkavíst
Córdoba, Argentina, í ein mánaða
og í Cuzco, Peru, í ein mánaða.
Eftir tríggjar mánaðir í spanska
partinum av Amerika, fer leiðin
aftur norður. Áðrenn heimferðina
leggi eg leiðina umvegis enska
partin av Amerika, New York, har
eg skal halda 20ára føðingardag
mín á arbeiðaradegnum 1. mai
saman við trimum ODvinkonum.
Fakta