fríggjadagur 19. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 115 - 19. juni 2009
Tað var eitt satt
undur, at ein ungur
drongur ikki bleiv
drápsmaður, tá ið
hann í 3vinmann við
heilivági og koyrdi
hann yvir við bili
Øvundsjúka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er eitt satt lukkutreff, at
ein ungur maður ikki varð
dripin eina náttina herfyri
uppi á Oyggjarvegnum.
Og tað er eitt líka stórt
undur, at ein annar ungur
maður ikki bleiv drápsmaður
hesa somu náttina.
Tað varð eina vetrarnátt,
at ein váttligur býtúrur hjá
endaði við, at øvundsjúka
um eina gentu fekk tað full
komiliga at sláa klikk hjá
øðrum dronginum við tí
úrsliti, at hann doyvdi hin
við heilivági, førdu hann nið
an a Oyggjavegin, har hann
koyrdi á hann við bili.
Gerningsmaðurin
væl
kendur hjá løgregluni og
hann hevur verið regluligir
gestur í rættinum.
Hann hevur áður verið í
Føroya Rætti, har hann hevur
staðið til svars fyri hetta brots
verkið og fleiri onnur lógar
brot, har hann bæði hevur
verið harðligur, koyrt bil við
kenning, koyrt við ongum
koyrikorti og fyri at hava
roynt at burturbeina prógv í
einum sera álvarsligum máli
um eldáseting.
Samstundis hevur hann
ein annan dóm hangandi
yvir sær.
Alt hetta kostaði honum
tveir mánaðir í fongsli og
eina bót upp á 20.000 krón
ur. Samstundis fær hann ikki
koyrikortið aftur fyrrenn um
fimm ár, ella í 2014.
Men hann helt, at revsing
in var ov hørð og skeyt málið
inn fyri landsrættin, sum nú
hevur viðgjørt málið.
Tað einasta, hann fekk
burtur úr tí, var, at at 5000
krónur vóru skarvaðar av
bótini, annars skal hann sita
akkurát líka leingi.
Men hann var ikki heilt
ónøgdir við úrslitið, tí sum
hann tók til í landsrættinum:
Alt ger mun.
Fylgdu gentu heim
Gerningsmaður og offur
vóru annars góðir gamlir
vinmenn og eitt vetrarkvøld
fóru teir í býin
Út á morgunin hevði ann
ar drongurin fylgt eini gentu
heim, sum tað vísti seg, at
vinmaðurin hevði gott eyga
á hesi somu gentu.
Nakað seinni út á morg
unin, ringdi drongurin, sum
hevði gott eyga á gentuni til
drongin, sum hevði fylgt
henni heim og bjóðaði hon
um biltúr.
Við í bilinum var eisini
ein annar drongur og ein
genta.
Eftir at hava koyrt runt í
Havnini eina løtu, koyrdu
tey heim til drongin, sum
hevði bjóðað biltúr á gentuni
og hann fór inn eina løtu.
Tá ið hann kom út aftur,
endaði tað við einum drama,
sum mundi kostað øðrum
dreinginum lívið og mundi
gjørt hin til drápsmann
Doyvdur og
yvirkoyrdur
Teir koyrdu aftur runt í
Havnini men meðan teir
koyrdu, tvingaðu hini í bil
inum drongurin, sum hevði
fylgt gentuni heim, at eta
nakrar hvítar tablettir, sum
vóru knústar niður í eitt
kaffifiltur.
Í rættinum fortaldi hann,
at hann royndi at muta
ímóti, men tað hjálpti onki
og hann kendi seg so kroyst
an, at hann át nakrar av tabl
ettunum.
Hóast hann spurdi, fekk
hann heldur ikki at vita,
hvat tað vóru fyri tablettir.
Tað einasta, teir søgdu,
var, at hetta var gott, greiddi
hann frá í rættinum.
Tað kom fram í rættinum,
at teir høvdu kallað tablett
irnar ”hvítar rakettir” og
høvdu bilt dreinginum inn,
at talan var um amfetamin.
Tá ið hann hevði etið tabl
ettirnar koyrdu teir niðan á
Oyggjarvegin, har teir brád
liga steðgaðu kravdu, at
hann fór úr bilinum áleið
har, sum Hotel Føroyar er.
Í fyrstuni helt hann tað
vera skemt, men tá ið hann
sá, at teir meintu tað í álv
ara, fór hann úr bilinum og
fór til gongu oman ímóti
Havnini.
Men tá komu hinir báðir
dreingirnir eftir honum og
vóru rættiliga ágangandi.
Tá fekk hann at vita, at
hann skuldi blivið “knústur
sundur” fyri at hava verið
nærgangandi ímóti gentuni,
hann hevði fylgt heim stutt
frammanundan.
Hinir báðir blivu óðari og
óðari og tí helt hann til
beins oman ímóti Havnini.
Tá ið hinir báðir dreingir
nir ikki kláraðu at renna hann
upp, fór drongurin, sum
hevði hug á gentuni, í bilin,
hóast hann hevði kenning,
og koyrdi eftir dronginum.
Hóast hann rann heilt
yvir í vegøkslina í vinstru
síðu, koyrdi hin aftan á og
tað endaði við, at hann varð
ákoyrdur og slongdur út í
grasið.
Hann meiðslaði seg ikki
illa og hann ringdi eftir løg
regluni.
Við
løgregluna
segði
hann sagt, at teir høvdu
koyrt hann yvir við bili....
Hinir báðir drongirnir
steðgaðu á eina løtu, men
so koyrdu teir oman aftur
til Havnar og lótu ákoyrda
dreingin ganga eftir.
Setti lívið í vága
Maðurin, sum koyrdi á
drongin varð ákærdur eftir
grein fyri púra fyrilitarleyst
at hava sett lívið og heilsuna
á hinum dronginum í álvars
ligan vanda.
Tað var ógreitt um drong
urin varð ákoyrdur við vilja.
Drongurin,
sum
var
komin við í bilin segði, at
tann svartsjúki drongurin
koyrdi hin dreingin yvir við
vilja.
Hann helt eisini at ætlanin
kundi vera at beina fyri hon
um og at tað var ófatiligt, at
tað ikki hendi størri skaði.
Men ákærin legði dent á,
at tað gjørdi ongan mun um
tað var við vilja ella ikki, tí
hann mátti vita, at hann
setti lívið og heilsuna á tí
ákoyrda dronginum í álvars
ligan vanda við fyrst at
tvinga hann at eta doyvandi
heilivág og fyri síðani at
koyra eftir honum.
Samstundis hevði hann
kenning sjálvur og hevði
sostatt heldur ikki nóg gott
tamarhald á bilinum.
Ákærin vísti eisini, at
kanningar hava víst, at tabl
ettirnar, teir høvdu tvingað
drongin at eta, vóru doyv
andi.
Hinvegin vísti verjin hjá
ákærda á, at talan var um
eitt doyvandi evni, sum var
so veikt, at tað fekst í hond
keypi og er í sjóverkstablett
um. Hann helt heldur ikki,
at tað var prógvað, at hann
var fullur.
Hinvegin
hevur
tann
ákærdi partvís játtað seg
sekan. Hann hevur viðging
ið at hann gav offrinum
heilivág fyri at doyva hann.
Hann hevur eisini við
gingið, at hann koyrdi aftan
á hann, men hann tvíheldur
um, at tað var eitt óhapp, at
hann varð ákoyrdur.
Áæranum viðhald í øllum
ákærum. Tó helt rætturin
ikki, at tað var prógvað, at
drongurin varð yvirkoyrdur
við vilja.
Hinvegin varð tað prógv
að, at ákærdi hevði ætlað at
doyvt hin við heilivági og
tað var heilt óhugsandi, at
hann ikki visti hvussu stór
an vanda, hann setti offrið í
við at koyra eftir honum tá
ið hann harafturat hevði
drukkið ov nógv til at koyra
bil.
Setti lívið á vinmanni
í vanda av øvundsjúku
Eitt satt drama uppi
á Oyggjarvegnum ein
vetrarnátt mundi kostað
einum ungum manni lívið,
tá ið hann varð doyvdur við
heilivági og jagstraður í bili til
hann varð yvirkoyrdur
Fiskakjallaran deild í Havn
Fiskakjallarin í Miðvági skal nú hava deild í Havn. Um
mánaðarskiftið letur Fiskakjallarin í Miðvági deild upp í Havn. Í
Havn kemur Fiskakjallarin at halda til ovast uppi í Bøgøtu. Hølini í
Bøgøtu eru nú gjørd til endamálið, nøkur smáting eru eftir, at fáa
uppá pláss, sigur Jens Eli Ellefsen, tó verður klárt at lata upp um
mánaðarskiftið. Vælumtókti Fiskakjallarin í Miðvági, hevur havt opið
síðan novembur í fjør, tey eru vælnøgd við gongdina, men spennandi
verður eisini hava ein handil í høvuðsstaðnum, sigur Jens Eli Ellefsen.
Í Fiskakjallaranum eru øll sløg av fiski at fáa.
Meiri pengar til kríggj
Amerikanska Senatið samtykti í gjárkvøldið at játta
herleiðsluni 106 milliardir dollarar ella 556 milliardir
krónur afturat til krígsførsluna í Afghanistan og Irak.
Talan er um eina eykajáttan, sum skal fíggja krígsførsluna
tað, ið eftir er av hesum fíggjarárinum, sum í USA endar
tann 30. september. 91 av teimum 100 senatorunum
atkvøddu fyri eykajáttanini, sum í stóran mun skal fíggja
avgerðina hjá stjórnini at senda fleiri hermenn til
Afghanistan. Fýra senatorar atkvøddu ímóti. Á verandi
fíggjarlóg eru 541 milliardir dollarar ella 2.893 milliardir
krónur settar av til verjumálaráðið og hermegina.