Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 10 Nr. 115 • 19. juni 2009 Hetta er triðji partur úr ferðafrágreiðingini. “Skúlatíðin er besta tíðin í lív­ inum.” Henda setning hava tey flestu skúlatroyttu ungu ivaleyst hoyrt eitt ótal av ferðum frá eldri fólki, ið hava gloymt nógvu strævnu skúlatímarnar. Ikki júst mest hugaligi setningurin at hoyra, tá ið man er við at kvalast í stressandi skúlatingum. Tá ið studentahúgvan endiliga situr á høvdinum og strævnir alisfrøðitímar langt síðani eru vorðnir fjar minni, byrjar man tó aftur at kunna seta prís upp á tað heila, upp á øll tey góðu minnini. Tað var jú ofta synd í neyðars lærararunum, tá ið eingin gjørdi skúlating, næmingarnir lógu og svóvu við høvdinum á borðunum, ”engagement” bert var eitt fyribrigdi og eingin orkaði at taka notatir í tímanum. Sjálv kundi eg næstan ikki taka meg saman at lesa míni studentakort í fjør, tí eg bleiv nakað illa fyri við tankanum um, tí skúlating næstan uttan íhald regnaðu niður yvir ein. Viðhvørt hevur man tørv á at uppliva okkurt heilt nýtt og øðrvísi. Eftir at hava arbeitt sum sjálv­ boðin og fjakkað runt í Suðuram­ erika í tveir mánaðir, er tíðin nú komin til, at eg fari í skúla aftur. Hesu ferð tó hinumegin borðið. Hesu ferð í søguliga høvuðsstaði Suðuramerikas og hesu ferð á sponskum. Urubamba, Peru, mána­ dagur 16. mars 2009 ­ Vælkomin, sigur indiánski rektarin og rættir hondina fram. Eg hyggi bilsin rundan um meg; tey tíggju foreldrini í bíðihølinum hava ivaleyst sitið leingi og bíða. Men hóast eg júst eri komin inn um dyrnar, velur rektarin meg burtur úr mongdini og biður meg koma inn á skrivstovu sína. Eg hyggi umberandi kring meg, men eingin sýnist at hugsa nærri um, hví rektarin biður meg koma inn fyrst. Gamli klassamunurin hvít/myrk livir framvegis í øllum góðum her í Peru. ­ Hetta er nýggi ensktlærarin hjá okkum, sigur hann smílandi við skrivstovudamu sína, áðrenn hann aftur vendir sær ímóti mær. – Ja, vælkomin til Chinchero; hetta er so Inka Tupaq Yupanqui, sigur hann. Eg spyrji meg sjálva, um eg nakrantíð fari at kunna úttala ella minnast hetta navn. Hóast eg ikki kom til nýggju familju mína her í heilaga dalinum hjá inkarunum fyrr enn seint í gjárkvøldið eftir ein 13 tímar langan busstúr, skal eg nú, minni enn eitt hálvt døgn seinni, hitta allar peruansku næmingar mínar fyri fyrsti ferð. Tann fyrsta myndin hjá næmingunum av læraranum er altavgerandi, havi eg sjálv lært frá 13 skúlaárum mínum. So eg finni størsta smílið fram og eina so markanta peruanska accent sum møguligt. Áðrenn eg veit av, havi eg longu heilsa upp á 250 av nýggju næmingum mínum, har stórt sæð øll nøvnini vóru ómøgulig at úttala, hvørt verri enn annað. Eftir hendan mín fysta dag í skúlanum er einki annað at gera enn at skunda sær heim at finna bøkur og gera undirvísingartilfar til í morgin... Mánadagur 23. mars 2009 “Buenos días, profesora, pro­ fesora buenos días.” So varð aftur mánamorgun. Tað kennst sum, at eg, tá ið eg fór yvir um landamarkið til Peru, eisini fór 50 ár aftur í tíðina, aftur til eina tíð, har børnini ikki gera uppreistur ímóti teimum vaksnu autoritetunum, sum heima. Týdningarmiklastu eginleikarnir hjá børnunum eru her lýdni og undirbrotligheit. Hvør vika her á Inka Tupaq Yuanpanqui byrjar á ein heilt ávísan hátt. ­ Nei, eg dugi framvegis ikki at úttala hetta navn, so tað er rættiliga pínligt, hvørja ferð fólk spyrja, hvar eg arbeiði. Nú, klokkan er við at nærkast átta, rópar ein strangur militerlíknandi lærari hart: “Silencio! Silencio! Atención! Por favor, atención!” Framman fyri honum standa troyttu skúlabørnini í snórabeinum røðum í myrkareyðum skúlauniformum. Klassavíst skulu tey øll stilla soleiðis upp hvønn morgun, hvør flokkur hevur sína røð, meðan nakrir serliga útvaldir næmingar við stavum ganga runt og sláa teir næmingarnar, ið ikki gera, sum sagt verður. Eftir at hava biðið faðirvár saman og sungið tjóðskaparsang Perus við tí eini hondini á bróstkassanum, tekur rektaran orðið. Tað er hansara uppgáva at bjóða nýggju vikuni vælkomna. Ímeðan hetta hendir, hoyrast rópini til nógv av børnunum, ið royna at sníkja seg inn gjøgnum stóra skúlaportrið, frá militanta læraranum av og á,: “Atención! Corremos! Chicos, corremos ahora!”. Skúladagurin er byrjaður. Saman við 26­ára gamla Amér­ ico starvist eg sum undirvísari fyri sjey ymiskar flokkar á skúlanum: 1.e, 3.a og allir 2. flokkarnir ­ børn­ Lívið í heimsi Ferðafrásøgn Annika Hedegaard Isfeldt Tey flestu hava ivaleyst terpað og útgrein­að prosedurun­a í svarta skúlan­um í “Det forsømte forår” hjá dan­an­um Han­s Scherfig og tað man­ tí ikki koma óvart á n­akran­, at høvuðspersón­urin­ at en­da í desperatión­ drepur ón­da, gamla latín­lærara sín­ fyri at spara koman­di ættarlið fyri avoldaða hugburð han­sara. Sein­astu tredivu-fjøruti árin­i hevur hesin­ skúlahugburður broytt seg n­ógv á okkaru oyggjum ein­s og í lon­dun­um krin­g okkum, har pedagogikkur og n­æmin­gaávirkan­ eru komin­ í hásæti. Soleiðis er tó ikki allastaðn­i í heimin­um