Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2009 Á bygdaráðsfundi mánakvøldið varð einmælt samtykt, at Kvívíkar kommuna skal fara upp í eina samstarvseind við kommunurnar í Vágunum SAMSTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Næstseinasta hósdag var fólkaatkvøða í Kvívíkar kommunu, har borgararnir skuldu velja, hvønn veg teir vildu fara í einari samstarvs­ eind. Valið stóð millum Vág­ arnar, Tórshavn ella Sunda­ lagið, og úrslitið varð, at meirilutin av teimum, sum vóru á vali, heltu vestur­ eftir. Valluttøkan var ikki stór, bara 41%, men ein stórur meiriluti var fyri, at fara í samstarv við kommunurnar í Vágum. 108 av teimum 184, sum vóru á vali, valdu Vágarnar, 68 valdu Tórs­ havn, meðan bert sjey valdu Sundalagið. Tað lá alla tíðina í luftini, at bygdaráðið fór at fylgja viljanum hjá borgarunum, og á fundi mánakvøldið samtykti bygdaráðið ein­ mælt at fara upp í eina sam­ starvseing við kommunur­ nar í Vágum. Dánjal Petur Müller, bygdaráðsformaður í Kví­ víkar kommunu. sigur, at talan er ikki um komm­ unusamanlegging. ­ Tað er púra misskilt, tá tosað verður um kommunu­ samanlegging. Talan er bara um eitt samstarv, og vit vita jú, at verða stór øki, sum til dømis eldraøkið, løgd út á kommunurnar er neyðugt, at eindirnar verða størri. Og tað er millum annað hetta, vit skulu samstarva um, sigur Dánjal Petur Müller. Fund við Anniku Dánjal Petur Müller sigur, at hann hevur verið í samband við borgarstjóran í Vestmanna, og at teir hava biðið um fund við Innlendismálaráðið. ­ Vit vilja vita, hvat ætlan­ in nú er, og vit skulu hava fund við Anniku Olsen, væntandi í komandi viku fyri at vita, hvussu nú verður farið fram, sigur Dánjal Petur Müller. Tað eru sjey limir í bygdaráðnum í Kvívíkar kommunu. Fimm eru úr Kvívík, ein av Válinum og ein úr Leynum. Sum nevnt var tað ein­ mælt samtykt, at taka undir við úrslitinum av fólka­ atkvøðuni og venda sær vestureftir í einum komm­ unu samstarvi. Fylgja fólkaatkvøðuni Aung San Suu Kyi fyllir 64 Andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, fyllir 64 ár í dag, og tað er 14. ferð, at hon noyðist at halda sín føðingardag í húsavarðhaldi ella fongsli. Hesaferð situr hon í fongsli føðingardagin. Tað merkir kortini ikki, at dagurin ikki verður hildin, og víða um heimin fagna fólk henni. Í Malaysia, Avstralia, Teilandi, Írlandi og aðrastaðni hava viðhaldsfólk skipað fyri tiltøkum í sambandi við dagin. Kendir persón­ ar hava sent henni heilsanir. Teirra millum eru fótbóltsspælarin David Beckham, filmsleikarin George Clooney, rithøvundurin Salman Rush­ die, eins og heilsanir eru komnar frá ES og USA. Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi ella fongsli í 13 ár tey seinastu 19 árini. Gloymdu Sisilia Italska flogfelagið Alitalia hevur biðið um umbering fyri, at oyggin Sisilia ikki var á einum korti, sum felagið prentaði saman við sínari summarferðaætlan. Tað skrivar BBC. Kortið vakti stóran ans, tí á tí eru Sardinia og fleiri smáar oyggjar, men ikki tann stóra Sisilia. Mistakið er vorðið politiskt mál, tí tingmaðurin Riccardo Villari vil hava tað kannað. Aldo Canale, sum hevur ábyrgdina av tí skeiva kortinum, roynir at sissa tey misnøgdu. Hann sigur við fjølmiðlarnar, at í Alitalia hava tey oftað tosað um, hvussu vakurt tað er á Sisilia, og at felagið kundi ikki droymt um at strika oynna av ferðaætlanini. Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu Tað varð í morgun greitt, at Tórshavnar kommuna fær studn­ ing frá landinum til at byggja ætlaða røktarheimið yviri við Strond. – Vit fara at arbeiða skjótt, og væntandi verður arbeiðið boðið út eftir summarfrítíðina, sigur Heðin Mortensen RØKTARHEIM Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tórshavnar býráð hevur leingi arbeitt við ætlanum um at byggja eitt røktarheim yviri við Strond. Upprunaliga varð út­ skrivað ein kapping um projekteringina, og hana vann eitt danskt arkitekta­ felag. Men kostnaðurin var um tvær milliónir fyri hvørt búfólk, og síðani eru fleiri onnur uppskot komin inn til kommununa, sum eru munandi bíligari. Heðin Mortensen, borg­ arstjóri, hevur áður sagt, at kommunan í hvussu er ikki fer at taka av vinnaraupp­ skotinum, tí tað er alt ov dýrt. Hinvegin er støða ikki tikin til, hvørja verkætlan so verður arbeitt eftir. ­ Vit hava alla tíðina bíða eftir einari útmelding frá landsstýriskvinnuni í al­ mannamálum, og tann út­ meldingin er nú komin frá Rósu Samuelsen. Hon hevur nú váttað, at landið er til reiðar at lata stuðul til bygg­ ingina, og nú verður so gjørt skjótt av frá okkara síðu, sigur Heðin Mortensen. Málið hevur longu verið fyri í sosialu nevnd og í fíggjarnevndini, og Heðin Mortensen sigur, at tað verður lagt fyri býráðið longu hósdagin í komandi viku. ­ Rósa Samuelsen hevur váttað fyri býráðnum, at landið letur stuðul eftir nýggju lógini, og tað merkir, at landið letur 700.000 krónur pr. búeind í stuðli, móti 500.000 krónur eftir gomlu lógini, sigur Heðin Mortensen. 64 búeindir Borgarstjórin sigur, at nú verður gjørd ein byggiskrá, og miðað verður eftir, at alt tilfarið skal verða sent til almannamálaráðið áðrenn 1. juli. ­ Vit ætla at byggja eitt røktarheim við 64 búeind­ um, og vit ganga í útgangs­ støðinum út frá, at kostn­ aðurin verður umleið helvt um helvt. Ella við øðrum orðum umleið 1,4 milliónir krónur fyri hvørja búeind, sigur Heðin Mortensen. Hann kann ikki siga, um býráðið fer at nýta tekn­ ingar, sum teir longu hava, ella talan verður um eina nýggja innbodna lisitatión. ­ Vit ætla í hvussu er at gera skjótt av, og miðað verð­ ur ímóti at bjóða arbeiðið út beint eftir summarfrítíðina, sigur borgarstjórin. Hann er sera fegin um, at svarið frá Rósu Samuelsen var so positivt, og hann sigur, at býráðið er sinnað at gera skjótt av í hesum málinum. ­ Tað er av týdningi, at ikki bert prísurin er í lagi, men at røktarheimið eisini kann byggjast skjótast tilber, sigur Heðin Mortensen. Byggja røktarheim í heyst Nú váttan er fingin fyri stuðli frá landinum, ætlar Heðin Mortensen at gera skjótt av við røktarheimsbygging yviri við Strond