Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 • 19. juni 2009 Vikuskifti 9 Jens. Tað hendi tó einki í fyrsta umfari, men seinni kom Arthur aftur í samband við Oliviu, og tey giftust eftir kríggið í Akra bergi. Tey flutti til Bretland. Arthur er deyður, men Olivia livir enn, nærum 85 ára gomul. Tað hoyrir eisini við til krígssøg­ una hjá Akrabergi, at ein drongur úr Akrabyrgi fór til Danmarkar áðrenn kríggið og ikki slapp heim aftur. Ein dagin hoyra foreldrini hjá honum í danska útvarpinum, at hann var deyður við Leningrad. Tá var tað hent, at hann hevði verið lokkaður upp í Frikorps Dan mark, sum var eitt danskt her lið, sum bardist saman við týsk arum. Hetta gjørdist hansara bani. Var við D-dagin Kærleikin hjá Áslu og Stan skuldi so standa sína roynd! Tað kom hon eisini, tí tíðin í Akra bergi gjørdist ikki drúgv. Tað var meira at gera fyri bretsku her monnunum aðra staðni á víg vøllinum enn her. Stan fer so avstað aftur. Eina­ ferð kemur hann aftur ein mán­ aða í september/oktober 1943, men tá sleppur hann ikki longur enn í Vágar, sum var høvuðs støð­ in hjá bretsku hermonnunum, og har skuldi hann vera. Stan slapp ikki av oynni at vitja gent una í Suðuroy. Hon slapp heldur ikki at vitja í Vágum, sum var avbyrgd, og tað kravdist eitt serligt pass at koma tann vegin. Og tað fekk ikki hvør sum helst. Men bjargingin var, at mamma Áslu var ættað úr Vágum. Tess­ vegna kundi hon fáa pass til tær báðar, og sloppið var. Men støðgurin í Føroyum var ikki langur. Aftur mátti Stan fara avstað aftur, men hesa ferð varð tað til nakað so álvarsamt sum D­dagin, sum stóð fyri framman. Nú vóru týskarar so mikið viknaðir, at tíðin var komin hjá teimum sameindu at gera innrás í Europa. Hetta byrjaði tann 6. Juni 1944, tá ið ein stórur floti av skipum førdi ein heilan her yvir á europeiska meginlandið at berja týska herin niður. Tað hevur annars júst verið hátíðarhald á staðnum í Frak­ landi, har innrásin var, í samband við 65 ára dagin fyri hesa hend­ ing. Sjálvur Obama forseti var við. Tað eydnaðist her at lumpa týskarar og at taka teir á bóli, tí teir væntaðu innrásina eina aðra staðni. Stan var við í tí sum kallaðist D­day 2, sum var 7. Juni, dagin efti fyrsta D­dagin. Hann var tískil við í teirri endaligu niður berjingini av Týsklandi, har vestanveldini undir framvegis stórari týskari mótstøðu bardu seg eystureftir, meðan sovjetiski herurin troðkaði seg fram eystani frá. Tað var ikki tespuligt hjá hesum hermonnum. Deildin hjá Stan kom fram á kz­legur á leiðini til Berlin, har lík lógu í hópatali í rúgvum. Uppgávan var so at fáa hesi lík av vegnum. Hetta var sera óhugnaligt, og hetta hevur Ásla eisini sæð á filmi. Tástani kom rættuliga fram hvussu ræðuligt nasistýrið hevði verið. Eisini skuldu tey hjálpast, sum enn vóru á lívi í hesum legum. Bardagin endaði, tá ið sovjet­ iski herurin tók Berlin og Hitler beindi fyri sær. Aftaná komu teir sameindu, Sovjet, USA, Frankaríki og Bret­ land í eini skiftistíð at býta bæði Týskland og Berlin millum sín. Stan kom tískil at hava støð í bretska partinum av Berlin, har tað nú var ein stór uppgáva at fáa býin at virka aftur. Stan arbeiddi sum ambulansuførari. Hann kom væl frá sjálvum krígnum, men nú kemur hann út fyri einum granatálopi, sum gav honum eitt sokallað granat sjokki. Tann felagin, sum Stan var saman við, doyði av hesum álopi. Hetta var ein ógvuslig uppliving og gjørdi Stan sjúkan í fleiri ár. Hann misti eisini minnið, og hetta var sjálvsagt eitt rættuligt bakkast eisini fyri familjuna. Stan misti minnið til hann sá Áslu Heima bíðar Ásla tolin og við spenningi um tað, sum gongur fyri seg í Europa. Tað vóru framvegis harðir bardagar við nógvum falnum, so ein kundi ikki kenna seg vísan í, at alt hetta fór at spæla væl av. Men nú er so kríggið liðugt, og tað ber til at fara at hugsa um framtíðina. Tað kundi tó ikki loypast avstað fyrr enn viður­ skiftini vóru nakað avklárað. Støðan hjá Stan bøtti heldur ikki um. Systirin Meta var eisini blivin gift við einum enskum hermanni, Rex, sum var stationeraður í Havn. Tey fluttu longu í 1943 til Ong­ lands, og tey búðu í Sout hampton út móti Ermasundi. Tey fingu eina dóttir sum doyði ung barnleys. Tá nakað var fráliðið frá krígs­ lok fór Ásla í 1947 til Metu at vera. Her arbeiddi hon á einu m sjúkrahúsi við matgerð, sum hon er so ófør til. Tað var tó ein serlig orsøk til, at foreldrini hjá Stan vildu hava hana at koma. Stan hevði framvegis trupulleikar at fáa minnið aftur, og hetta ørkymlaði sjálvandi foreldrini. Kanska kundi tað hjálpa, um hann sá Áslu. Tað var júst tað sum hendi. Fyrst hann sá hana, byrjaði hann at rakna við, og tað var skjótt, at hann var komin fullkomiliga fyri seg. Tey giftust í 1951 og komu at búgva beint við hjá verforeldr­ unum. Tey vóru sjálvsagt sera takksom fyri, at Stan á hendan hátt hevði fingið minnið aftur. Stan arbeiddi í Southend í fyritøkuni hjá pápa sínum, sum átti 23 lastbilar. Upprunaliga hevði fyritøkan bert hestavognar, og teir fingu tann fyrsta lastbilin í býnum. Her kom ein rættilig broyting í, tá ið javnaðarflokkurin Labour vann fyrsta parlamentvalið eftir kríggið. Tá vóru sosialistar framvegis sosialistar, og teir tjóðartóku fyritøkuna. Stan slapp so at gerast almennur stjóri í “síni” fyritøku. Southend er nakað sunnafyri London. Tað var tískil ikki so langt millum báðar systrarnar. Tær kundu tí síggjast javnan. Nú eru bæði systirin og maðurin deyð. Ásla letur sera væl at, hvussu gott hon hevur havt tað í Onglandi. Hon var sera væl móttikin av foreldrunum hjá Stan. Stan og Ásla fingu tvær døtur, Marina og Sharon, og tær eiga hvør sín son. Hevur upplivað Mugabe Føroyingar hevur Ásla ikki sæð nógv til. Eingin býr á teirra leiðum. Tey fyrstu árini plagdu hermenn og teirra føroysku konur hittast eina ferð árliga í London. Men tá ið tað fór at minka burtur av, helt hetta uppat. Dóttirin Marina og maðurin fóru á ungum árum til Zimbab we. Hetta var longu, meðan tey hvítu við Ian Smith høvdu valdið har. Stan og Ásla hava tískil fleiri ferðir verið í Zimbabwe. Tey hava eisini búð har eitt ár í 1987/88. Zimbabwe var tá eitt tað fremsta land í Afrika. Ásla tekur eisini til, hvussu gott tað var at vera har. Her var eisini sera vakurt. Robert Mugabe varð eisini fyrstu árini roknaður sum ein trygd fyri, at hetta kundi halda áfram. Men so skuldu ikki vera. Hann hevur snøgt sagt oyðilagt landið, so tað er farið á ørmundarhús. Marina kom heim aftur í 1989, tá ið viðurskifti gjørdust so ótrygg, og nú arbeiðir hon sum løgfrøðingur í London. Hon og sonurin búgva inni hjá Áslu. Hin dóttirin Sharon er leiðari á eini sjúkrahúsdeild, har sjúk­ lingarnir bert eru innlagdir um dagin. Tey búgva einar 10 minuttir við bili frá Áslu. Tað kann sigast, at hon hevur øll síni um seg. Tey fyrstu nógvu árini var tað sera trupult at ferðast millum Føroyar og Bretland. Nógvar konur plagdu at fara heim við fiskiskipum, sum komu til Bretlands at landa fisk. Ásla plagdi onkuntíð at fara við flogfari til Danmarkar og so við skipi til Føroyar. Men Stan vildi ikki sigla. So hann kom ikki fyrr enn Icelandair fór at flúgva í 1963. Honum dámdi sera væl í Føroyum, og tað gjørdi Rex eisini. Tey hava verið nógv í Føroy um, og ættin í Føroyum hevur eisini vitjað tey. Tey láta sera væl at blíðskapinum. Tey taka til, at Ásla er eitt framúr gott fólk. Hon hevur eisini eitt lætt sinnalag, og hevur lætt við at koma í samband við fólk. Sigast kann eisini, at fremsta eyðkenni fyri Áslu er trúfesti. Stan doyði í 1996. Ásla letur at, at tað er gott at vera gamal í Bretland. Umframt vanligu pensjónina fær hon bæði eina persónliga pensjón og pensjón eftir Stan. Ásla er nú farin heim aftur. Hon sigur hetta vera hennara seinastu ferð til Føroyar. Men so væl fyri, hon er, er tað als ikk givið! Vit takka henni fyri prátið og senda henni eisini eina heilsan. Sum tað sæst fylgdi Sunnbøur við til Bretland. Her er Ásla saman við Sharon Stan t.h. saman við Sharon og Jógvan, sum er komin á vitjan Innrásin í Normandínum D-dagin í 1944, har Stan eisini var við