Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2009 ÚtbÚgving Rigmor Dam Anna V. Ellingsgaard rigmor@sosialurin.fo anna@sosialurin.fo Tað, sum skuldi verið besta lærutíðin aftan á miðnáms­ skúlan, nevniliga árini har vit nema okkum eina hægri útbúgving, eru ikki meiri enn næstbest á Lærara­ og Pedagogskúlanum á Fræls­ inum í Havn. Kærur og stuðulsskriv frá næmingum eru eftir øllum at døma úrslit av fleiri árum við frustratiónum og vána­ ligum stemningi á skúla­ num. Hetta verður eisini undirstrikað av, at hóast næmingar og lærarar hava nógv upp á hjarta, torir ong­ in at standa fram við navni. Men trupulleikin er har. Tað hava vit staðiliga fingið prógvað seinastu dagarnar, har vit hava tosað við fleiri umboð fyri lærararnar og næmingarnar. Sambært umboði fyri 3. p, var kæran, sum tey sendu Mentamálaráðnum, allar seinasti útvegur, eftir at tey høvdu roynt alt annað. ­ Okkara partur liggur ikki eftir. Vit hava roynt og roynt at koma í samband við leiðsluna og at finna eina loysn. Men til fánýtis, sigur umboðið fyri næming­ arnar. Avlýstar veitslur Men eitt eru sjálvar klagur­ nar við ítøkiligum atfinn­ ingum um vantandi sam­ skifti, kunning og undir­ vísing á skúlanum, sum, sambært aktuellum lýsing­ arátaki, klekir fólk til heim­ sins týdningarmesta starv. Eitt annað er skúlin sum útbúgvingarstovnur, við øllum tí, sum hoyrir til ein slíkan av felagsskapi, stutt­ leika, upplivingum og til­ tøkum, sum eigur at menna okkum sum menniskju. Bæði lærarar og næm­ ingar, sum vit hava tosað við, vísa á vánaliga stemn­ ingin á skúlanum. Eisini verður víst á, at ongin næm­ ingaveitsla hevur verið á Føroya Lærara­ og Peda­ gogskúla í fleiri ár vegna vantandi undirtøku. Og hetta er skúlin, sum fyrr hevði eitt umdømi sum stað­ ið við teimum góðu veitsl­ unum. ­ Her er ongin lestrarandi. Øll ganga í sjálvdrátti. Her onki samanhald ella felags­ skapur. Hvørki millum næmingar ella lærarar, sigur umboð fyri næmingarnar, sum sigandi leggur afturat, at tað kennist sum, at um øll bara passa sítt, so eru tey trygg. ­ Eg kenni tað sum, at eg skal bara yvirliva hesi 3½ árini. Tað var ikki hetta, eg hevði glett meg til. Lærarastova í tvíningum Vánaligi stemningurin merkist eisini millum lærar­ arnar, ið, sum skilst, ganga í bólkum, sum ikki tosa við hvønn annan. Teir, sum vit hava tosað við, greiða frá um tutlan í krókunum og villar, persónligar konspir­ atiónsteoriir, sum vit ikki vilja endurtaka, tí ongin vil leggja navn til. Herfyri fingu nakrir lærarar ætlanarskriv um uppsøgn. Lærarar, sum hava verið á skúlanum í fleiri ár. Orsøkin segðist vera bygnaðarbroytingar. Men hvørki næmingarnir ella lærararnir, sum vit hava tosað við, siga seg kenna nakað til hesar bygnaðar­ broytingar. Eiheldur hevur nakar lærarafundur verið í langa tíð. Nøkur av málunum um uppsøgdu lærararnar liggja nú hjá Magistarafelagnum, sum ikki vil úttala seg til pressuna, fyrr enn tey hava viðgjørt málini. Og lærar­ arnir aftra seg eisini við at standa fram, tí teir óttast, at tað skal skaða teir. Næmingarnir siga seg ikki kenna so væl til ósemj­ urnar millum lærararnar. Men teir kenna á sær, at okkurt ruggar ikki rætt. Tøgn á leiðslugongini Hvørki rektarin á Lærara­ skúlanum, Jóannes Hansen, ella lestrarvegleiðarin, Paul­ ina Poulsen, vildu gera við­ merkingar til frustratiónir­ nar um vánaligan stemning á skúlanum. Rektarin sigur seg heldur vilja brúka orkuna til at svara Mentamálaráðnum, sum hevur biðið um við­ merkingar til kærurnar frá næmingum í tveimum pedagogflokkum. Landsstýriskvinnan í skúla­ og mentamálum, Helena Dam á Neystabø, vil heldur ikki gera við­ merkingar til støðuna, fyrr enn kærurnar eru viðgjørdar í umsitingini í Mentamála­ ráðnum. Tung skýggj yvir Læraraskúlanum Vígdis heimasíðu Seinnapartin í dag letur upp nýggj heimasíða, sum er ognað fyrrverandi íslendska forsetanum Vigdís Finnbogadóttur. Tað var Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, sum trýsti á knøttin í Hátíðarsalinum á lærda háskúlanum í Reykjavík. Tað er Stovnur Vigdísar Finnbogadóttur, sum hevur tikið stig til heimasíðuna, ið hevur fingið stuðul frá stjórnini, og sum frá líður er ætlanin at leggja alskyns upplýsingar um fyrrverandi forsetan út á heimasíðuna. Fyribils er heimasíðan bara á íslendskum máli, men avtalað er, at hon skal týðast til fleiri mál. Tey, sum hava hug at fara inn at hyggja, kunnu fara á www.vigdis.is Nýggir nevndarlimir í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen eru nýggir nevndarlimir, fyri Torleiv Mikkelsen og Róa Kalsø. Týsdagin 16. juni hevði Reiðarafelagið fyri Farmaskip aðalfund. Fyri vali á nevndarfundinum stóðu Torleivur Mikkelsen og Rói Kalsø. Hvørgin teirra stillaði uppaftur. Í teirra stað vórðu valdir Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen. Umframt hesar sita í nevndini Annfinn V. Hansen, Kaj M. Petersen og Jens Meinhard Rasmussen. Nevndin hevur ikki skipað seg. Frustratiónir, læraraósemjur, ákærur og vánaligt lestrarumhvørvi mynda stemningin á Læraraskúlanum. Men tøgnin sleppur at ráða, tí hvørki lærarar, næmingar ella leiðsla ynskja at standa fram