Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 115 • 19. juni 2009 Vit hava hitt Áslu úr Sumba, sum var ein av føroysku gentunum, sum giftist við bretsk­ um hermanni eftir kríggið. Stan kom at uppliva alt frá friðin í Akrabergi til D­dagin og upprudding í týskari týningarlegu Ein partur av okkara samleika er allar tær føroyslu kvinnurnar, sum giftust við bretskum her monnum, sum tær hittu her undir krígnum. Summar teirra vóru eftir í Før­ oyum við sínum monnum, men tær flestu fluttu við teimum til Bretlands. Yvirhøvur komu tær væl fyri, og nógvar hava við monnum og eisini børnum vitjað aftur til Føroyar, og hetta hevur skapað eitt serligt samband millum londini bæði. Nú fer so at minka nakað væl burturav hesum parti av okkara søgu. Men fleiri eru enn væl fyri, so væl at tey framvegis koma higar á vitjan. Vit hava havt fleiri frásagnir um hesar hermenn og teirra konur. Nú um dagarnar hittu vit eina av hesum. Hetta var Ásla Scaggs. Hóast hon hevur nógv til felags við aðrar hermannakonur, so hev­ ur hon eisini sína serligu søgu. Ásla er fødd í 1925 og verður 84 ár í oktober. Hon tykist at vera sera væl fyri. Tað hoyrist næst an ikki á henni, at hon ikki hev ur búð í Føroyum í gott 60 ár. Ásla dugur eisini væl at greiða frá. Hon var í Føroyum í samband við gullbrúðleyp hjá Áslu og systir soni hennara Jógvan Joen­ sen í Havn. Nú hon er í Føroyum nýtir hon eisini høvið at vitjað onnur skyld­ fólk. Hon hevur verið í Suðuroy, í Sumba og Tvøroyri Úr Havn fór hon inn á Strendur at vitja eina aðra systirdóttir. Í Eysturoynni hevur hon vitjað onnur skyldfólk í Lorvík og Fugla­ firði. Stan kom at takka fyri hjálpina og ferdugt var Lagnan hjá Áslu gjørdist, at tað vóru 15 bretskir hermenn frá Royal Air Force, sum høvdu í Akrabergi. Hetta var ein týðandi viti, sum onkuntið varð álopin av týskum flogførum. Her bar jú væl til at eygleiða tað, sum hendi á sjónum sunnanfyri Føroyar, so ávarast kundi um vandar haðani. Hesir hermenn komu at búgva privat í teimum trimum starvs­ fólkahúsunum í Akrabyrgi. Men her vóru eisini barakkir. Ásla hevði annars sum heilt ung verið í Havn, har hon hevði tænt hjá Debes Christiansen við Landavegin. Men nú var hon so komin aftur til Sumbiar. For eldrini vóru Margretha og Óli Kjærbæk. Tey vóru sjey systkin í alt. Ásla var yngst, og er nú einsamøll eft ir. Hini vóru Sverri, Sigrid, Amanda, Meta, Óla Svend og Hjart vard. Í 1943 kemur Stanley Charles, vanliga kallaður Stan, sum blað­ ungur hermaður til Akraberg. Hann arbeiddi vanliga sum bil førari hjá flogvápninum. Stan hevði annars fyrst havt støð í Vág um, men varð so sendur til Akra berg. Tað var ikki koyrandi mill um Sumba og Akraberg, tí mátti gang ast í millum. Var nakar førn­ ingur, vað hann vanliga borin. Tá ið Stan og felagar komu við viðførinum til Sumbiar var kavi og ringt gongi. Men sumb ingar vóru hjálpsamir. Tá vóru tveir brøður hjá Áslu, sum hjálpti teimum at bera viðførið til Akraberg. Dagin eftir fóru hermenninir aftur til Sumbiar at takka fyri hjálpina, og teir spurdi eftir, hvar hesir beiggjarnir búðu. Við sær høvdu teir sjokolátu og annað forkunnugt góðgæti. Teir verða vístir á húsini, og her hitta teir so hesa ungu Áslu. Hvat ið var ella ikki, men tey bæði Stan og Ásla falla fyri hvørjum øðrum. Meira romantiskt kundi tað ikki vera! Hetta var nú ikki bert sum at siga tað. Ásla var sera ung, nóg illa 18 ára gomul. Pápanum og beiggjunum dámdi tað einki, at hon skuldu binda ann við ein fremmandan hermann, men mamm an stuðlaði henni alla tíðina. Seinni komu mannfólkini eisini í teirra part! Tað verður annars eisini tikið til, hvussu góð Ásla var fyri síni foreldur. Olivia fekk eisini mann í Akrabergi Her kann verða nevnt, at Ásla var ikki tann einasta gentan, sum fekk mann í Akrabyrgi. Ein onn ur var Olivia, dóttir Fíu og vita­ passaran Jens Berg. Ein av her­ monnunum var Arthur Renshaw, sum kom at búgva heima hjá Ásla er ein góð ímynd av sambandinum millum Føroyar og Bretland Ásla saman við sínum næstringum. F.v. Rigmor og Moody Olsson, Ásla, Jógvan Joensen, Jórun Kærbæk og Ásla, kona Jógvan Pápi Áslu, Óli Kjærbæk. Honum dámdi einki í fyrsta umfari, at unga dóttirin fekk sær ein breta. Men tað varð skjótt, at Stan varð góðkendur! Ásla úr Sumba: Maðurin var við í uppruddingini eftir jødatýningina Hermannasøga Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo