Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 115 - 19. juni 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Eitt krepputekin Føroya Arbeiðsgevarafelag og Reiðarafelagið eru í hornatøkum um fiskivinnupolitikkin. Vanliga plaga hesir báðir felagskapir, ið umboða sterkastu kreftirnar í samfelagnum, at halda sínar ósemjur innanandura, men hesa ferð eru ósemjurnar so djúpar, at tær ikki kunnu dyljast. Orsøkin til orrustuna er, at Arbeiðsgevarafelagið í almennari fráboðan hevur sagt sína hjartans meining um støðuna í fiskivinnuni. Arbeiðsgevarafelagið mælir frá, at línuskipini fáa kreppuhjálp. Arbeiðs- gevarafelagið heldur, at verður studningur latin, so fer hetta at forða flotanum at tillaga seg og at tillaga seg er ivaleyst neyðugt. Hetta skal helst skiljast soleiðis, at Arbeiðsgevarafelagið heldur línuflotan vera ov stóran og at hann tískil eigur at minkast, soleiðis at tey skip, ið vera eftir, veruliga kunnu liva av einum støðugt minkandi fiskiskapi. Henda almenna fráboðan hevur man fingið øði í formannin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, sum her í blaðnum í gjár var óvanliga bersøgin í sínum aftursvari til Arbeiðsgevarafelagið. Formaður Reiðarafelagsins ivast, hvørt Arbeiðsgevarafelagið hevur førleikarnar til at meta um, hvussu stórur línflotin eigur at vera. Hann hevur lítlan hug at tosa við Arbeiðsgevarafelagið um støðuna í fiskiflotanum, men hetta forðar honum ikki í at geva Arbeiðsgevarafelagnum av grovfílini. Hann heldur, at Arbeiðsgevarafelagið heldur átti at sópað fyri egnum durum, áðrenn hetta felag kemur við góðum ráðum um, hvussu onnur skulu skipa seg. Men formaður Reiðarafelagsins fer longur, enn til bert at harta Arbeiðsgevarafelagið. Hann finst at sjálvum fiskivinnupolitikkinum og her leggur hann ikki fingrarnar ímillum. Hann ger vart við, at samstundis sum alt, ið eitur studningur, er bannlýst, so er fiskiflotin bundin av politiskum ásetingum, ið forða fyri kappingarføri. Flotin er politiskt tvungin at avreiða meginpartin av veiðuni í Føroyum, hóast skipini kundu fingið nógv betri prís uttanlands. Formaður Reiðarafelagsins vísir á, at her hongur ikki saman, tí hetta, at skipini eru tvungin at landa í Føroyum, er í roynd og veru krógvaður studningur til føroysk virki, altso til limir Arbeiðsgevarafelagsins. Her er við øðrum orðum talan um eina politiska stýring av pørtum av vinnuni til fyrimunar fyri aðrar partar og - kundi ein lagt afturat: til fyrimunar fyri føroyskar løntakarar, sum høvdu havt minni fyri hendurnar, um ásetingin um at landa í Føroyum ikki var galdandi. Ósemjan millum the big guys í føroyskum vinnu- lívi er áhugaverd, ikki bert tí slíkar orrustur er sjáldsamar, men heldur tí, at henda orrusta avdúkar trupulleikarnar í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Hon avdúkar djúpar áhugakonfliktir millum partarnar í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Síðst men ikki minst avdúkar henda ósemja veikleikarnar í okkara fiskivinnupolitikki. Ósemjan er sostatt eitt krepputekin - enn ein áminning um, at tað er lívið um at gera, at avvarðandi partar finna fram til og semjast um ein burðardyggan fiskivinnupolitikk. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Í øllum londunum rundan um okkum sprænir tað almenna pengar út í sam­ felagið, so ikki alt steðgar upp. Hvat gera tit í Føroy­ um? Tit senda ræðslumynd­ ir frá 1992 inn í høvdið á fólki og leggja upp til at spara. Munurin á ræðsluárinum 1992 og í dag er: Tað almenna skyldar einki í dag ­ og føroyingar eiga um 3,5 mia uttanlands. Í 1991 skyldaðu vit 8,2 milliardir, sum í dag svarar til 17 milliardir. Upp á einans 8 ár rind­ aðu føroyingar hesa skuld­ ina niður! So skjótt kann skuld gjaldast aftur, tá tað gongur uppeftir aftur. Hetta sigur greitt, at vit hava ráð til at hava eitt rættiliga stórt hall á fíggjarlógini í minsta lagi tvey ár. Er støðan fram­ vegis vánalig í Føroyum tá, so byrjið at stramma í tá. Ikki nú. Og tað verður ikki nær námind líka hart at gjalda lánini aftur, sum í hálv­ femsunum. Harra gud, hvat eru 2 milliardir í mun til 17 milliardir? Peanuts! Eg kann siga tykum, at tá tit ógvuliga óumhugsað í mai byrjaðu at tosa um at spara 500 mió í næsta ár, so fóru sjokkbylgjur gjøgnum samfelagið. Eg havi tosað við nøkur vinnu­ lívsfólk. Tey siga øll tað sama: Telefonirnar steðg­ aðu at ringja eins og í november. Um tit fara aftur at tosa um at stramma fíggjarlóg­ ina nú, so steðgar nógv av tí virksemi upp, sum hóast alt er í gongd enn. Tað er psykologiska avleiðingin. Fara tit at skerja fíggj­ arlógina, so fáa tit minni skatt inn. So fara tit at spara enn meira. So fara fólk at flyta av landinum. So verður bara fiskivinnan eftir. Nakrir polakkar og filipinar. So kunnu vit syngja: "Ty mój piękny kraj" í staðin fyri "Tú alfagra land mítt". Latið ikki 92­skrekkin ráða á tykkum. Vísið tykk­ um sum djarvar politikarar: Loyvið skuldini at vaksa næstu tvey árini. Metið so eftir tá, hvat er rætt at gera. Leggið merki til: eg biði tykkum ikki spræna meira pening út í samfelagið, so sum tey gera rundan um okkum. Tit skulu bara varðveita fíggjarlógina, sum hon er. Eg haldi, at hetta er ein sera lítil og rímilig bøn at biða til tykkara. Faktisk átti eg eisini at biðið tykkum at verða klár at gera arbeiðs­ skapandi tiltøk, um tað gerst neyðugt. Men eg haldi meg til at biða tykkum ikki at minka um fíggjarlógina. Og sendi signalini út skjótt! Helst beinanvegin! So gagna tit samfelagnum! Sigið: Fíggjarlógin verður IKKI SKERD NÆSTU TVEY ÁRINI! Politikarar: Sendið eitt greitt signal um ikki at skerja fíggjarlógina næstu tvey árini! HøgNI RASMUSSEN Góði Jóan Hendrik! Bert ein lítil kvøða av Borg. Hjartaliga til lukku við teimum sjeytifimm árunum sólstøðuaftan! Takk fyri megnartøkini, tú hevur tikið føroyskum máli at frama, tú móðurmálsins viti! Blíðan byr á leiðini! E.S.: Kennir tú annars orðið, norðansandsmaður, sum eg hoyrdi á Sandi í vár? Á Borg í juni 2009 Við málkvøðu Jóan Hendrik 75 EyðUN Á BoRg Lesið - so eru tit við