fríggjadagur 19. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Barbeque
2
Ein bulmikil maður grabbar út
eftir grilltongini. Við vandum
rørslum rótar hann í reyða
kolinum og fær sær ein
ísakaldan slurk úr øldósini.
Í bakgrundini rokast konan við
at bera ting út úr køkinum..,
salat, borðbúnað, drykkivørur
og tilhoyr av alskyns slag.
Og vit elska tað. Tí tað er so hugnaligt og
summarsligt og grannasligt, …og eitt sindur
skótasligt.
Seinastu árini hevur hetta við at matgera
uttandura vundið alt meira upp á seg. Frá tí
einføldu eingangsgrillini við pylsum og ketsjupp
ein ljósan summardag á Leynasandi, til tann
superútgjørda heilársútikøkin við alskyns krammi
so sum terassuhitara, markisu, køksvaski og .
Onkrastaðni harímillum man grilltilveran hjá
flestu okkara liva. Óansæð hvussu tú velur at
kokkast uttandura, hevur tað sína heilt serligu
sjarmu at gera mat yvir opnum eldi.
Tað at grilla verður ofta sett í samband við
traditionellu kynsleiklutirnar. Maðurin, sum trygt
plantar seg við glóðheitu grillina, og konan, sum
fresar aftur og fram millum køkin og útiborðið.
Kanska tit skiftast onkuntíð í ár? Vónandi
verður maturin á grillini ikki so traditionellur.
Tí møguleikarnir fyri einari fantastiskari máltíð
eru óendaligir og røkka nógv, nógv longri enn til
danskar pylsur og flatfrystar burgarar.
Í summarblaðnum Barbeque koma vit næstan
allan vegin runt um grillina. Tú lærir at grilla
frá grundini, vit práta við grill-o-manar, og so
fært tú nakrar av mínum yndisuppskriftum til
grillmatarskránna.
Heitt og gott grillsummar.
Grill og summarsól
Rigmor Dam