fríggjadagur 19. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2009
15
E
nn eru eingi haldgóð argument komin á borðið fyri hesi,
ikki bara forðing, men beinleiðis diskriminering, av
egnari vinnu.
Vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, men nokta okkara
egnu vinnu at framleiða nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Og
føroyingar mugu gjarna drekka vín og snaps, men bara ikki øl,
sum er sterkari enn 5,8%. Tað leggur stórar forðingar fyri
menningina og útflutningsmøguleikan hjá føroysku vinnuni.
Undirritaða legði vegna Tjóðveldi seinasta heyst fram
uppskot um at loyva at bryggja sterkt. Hóast uppskotið fall, so
var tað mín greiða fatan, at tað í Løgtinginum var meiriluti fyri
uppskotinum. Og alment hava allir floksformenninir, við
einum einstøkum undantaki, gjørt greitt, at samsvar má vera
millum tað, sum loyvt er at selja í Føroyum og so tað, sum
loyvt er at framleiða (Dagur og Vika 15. mai 2008).
Argumentið hjá fleiri í samgonguni fyri at fella uppskotið
var, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fór at koma við
einum líknandi uppskoti skjótt. Men, hann kom ikki við
nøkrum uppskoti.
Nissjuvinna við møguleikum
Havi áður í grein nevnt hvussu øl til kræsnar gómar er ein
nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi. Og hví skulu
vit ikki kunna framleiða hvonnsnaps, rabarbuheitvíni, urtaløg
ella vodka, framleitt úr føroyskum rávørum? Eingin ivi er um,
at eisini her er ein marknaður - bæði í mun til ferðavinnuna, og
í mun til útflutningsmøguleikar.
Fleiri eru tey, sum hava gjørt royndir og lagt ætlanir fyri
slíka framleiðslu, men eru givin, tí tað gjørdist og møtimikið.
Rós skal fólkið handan fyritøkuna Dism hava fyri at vilja taka
stríðið, hóast lógarbannið, ið spennir bein fyri føroyskari
framleiðslu.
At noyðast til Íslands við føroyskum kelduvatni, fyri síðani
at flyta tað innaftur í fløskum, sum tú og eg kunnu keypa í
Rúsuni. Tað er heilt einfalt skilloysi.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Yvir hav við okkara
vatni og okkara vinnu
tíðargreinin
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Reinasta føroyska rávøran - kelduvatn -
verður nú flutt av landinum til Íslands,
har tað verður dropadrivið til fyrsta
floks vodka. Forboð er at framleiða
sterka løgin her, men vøran má fegin
seljast - bert hon er innflutt. Hetta
vónleysa vitloysi má steðga!
Tíðargreinin