Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 115 - 19. juni 2009 »Samband als ikki er tað ringasta fyri okkara land. Heldur ikki tað besta. Tað er tað næstbesta«, segði Niels Arge Galán, sangari og gittarspælari í 200 m.a. í røðu fyri Magna Laksáfoss og Hergeiri Staksberg Hjartaliga vælkomin til hesa hugnaløtu, har vit um eina løtu fara at handa tveimum monnum riddara­ krossin hjá 200. Vit fegnast um, at báðir, sum fingu riddarakrossin í boði játt­ aðu at taka ímóti honum. Í grundgevingini fyri hvør fær riddarakrossin handaðan varð í tíðinda­ skrivi sagt at tað eru fólk, sum bróta okkara fordómar og ikki lata seg seta í bás. Vit hava øll fordómar. Fordómar um loysingar­ fólk, sambandsmenn, baptistar, klaksvíkingar …; fordómum hava vit nóg mikið av. Fordómar eru allíkavæl hentir. Teir hjálpa okkum, so vit fáa sett tingini í system. Men fordómarnir eru ein trupulleiki tá man heldur, at har veruliga er eitt system. Og tað er eisini í lagi at hava fordómar – bara man er opin um at tað júst eru fordómar. Vit skulu bara minnast til ikki at taka teir ov nógv í álvara. Men av og á hendir tað gleðiliga, at tað gongur sjón fyri søgn, at fordómar bert eru fordómar. At knappliga kemur ein, sum als ikki passar inn í myndina. Sum brýtur alla vanahugsan og noyðir okkum at endurhugsa alt, sum vit hildu var galdandi. Magni Laksáfoss Magni Laksáfoss kom sum eitt snarljós inn á politiska leikpallin og oyðilegði alt, sum vit hildu vera galdandi fyri sambandsfólk. Okkara vanligu fordómar um, at sambandsfólk vóru grenjut, afturhaldssinnað, gomul, autoritetstrúgv, manglaðu humoristiskan sans, ikki skiltu ironi og ikki dugdu at argumentera fyri sínum sjónarmiðum vóru so dyggiliga gjørdir til skammar. Magni Laksáfoss hevur við sínum evnum at grund­ geva fyri sínum hugsanum á ein siðiligan, objektivan, onkuntíð stuttligan og ofta – og ikki minst – fakligan hátt vunnið okkara virðing. Magni boðar frá einum nýggjum ráki í sambands­ flokkinum, sum vit heilsa vælkomnum. Til ungar sambandsvelj­ arar skal okkara áheitan vera, at um tú absolutt skalt velja ein sambands­ mann, so skalt tú velja Magna Laksáfoss. Sum tað stendur skrivað í sanginum "Nýtt blóð": · Tú skalt velja ein polit­ ikara, sum hevur integritetin · Tú skalt velja ein polit­ ikara, sum er komin yvir pubertetin · Tú skalt velja ein við visjónum · Tú skalt velja ein við passión · Tú skalt velja ein við hjartanum · Tú skalt velja nýtt blóð Magni Laksáfoss er ein kulur sambandsmaður, og tí vilja vit handa honum riddarakrossin. Hergeir Staksberg Maðurin, sum hevur verið á flestum 200­konsertum, bert yvirgingin av 200 sjálvum er Hergeir Staks­ berg. Hergeir hevur verið í vinaskaranum í mong ár. Hann spældi bassgittar í Makrel, sum oftani spældi saman við 200. Ein valdag fyri nøkrum árum síðani kom prátið sjálvandi inn á valið: Hvønn man skuldi velja, fert tú at velja rætt og so framvegis. Tá segði Hergeir, at hann fór at velja sambandsflokkin eins og hann altíð hevur gjørt. "Ert tú sambandsmaður?? Tú ert einki sambands­ ligur!" var svarið. Eftir at Hergeir í fleir ár hevði reypað um hvussu nógvar 200­konsertir hann hevði verið til gekk man líkasum út frá, at maðurin var samdur við 200. Men tað er hann tvørturímóti. Hergeir hevur seinastu árini gjørt vart við seg sum viðmerkjara í bløðunum, har hann hevur sera spískar og beinraknar greinar um samfelagið sum heild. Við einum sunnum humoristik­ um sansi og frá teimum skeivu vinklunum málar hann keipumyndir av sam­ felagnum og vísir á hvat kann gerast øðrvísi. Um 200 brúktu lesarabrøv sum miðil, vildi okkara fyri­ mynd verið Hergeir Staksberg. Hergeir er ein kulur sambandsmaður, og tí vilja vit handa honum riddarakrossin. Samband er silvur Eg veit, at samband tað er silvur Og silvur merkir nummar tvey Eg veit, at samband tað er silvur Og silvur tað er eftir reyv Men júst við hesum eru nýggir tónar frá 200. Tí við hesum viðurkenna vit, at samband als ikki er tað ringasta fyri okkara land. Men tað er heldur ikki tað besta. Tað er tað næstbesta. Vit doyggja jú ikki í hungri, verða ikki pínd ella fongslað fyri okkara polit­ isku áskoðanir. Alt í alt liva vit í einum sera hyggelig­ um landi. Tað er fínasta slag. Tað er ikki best, men tað er næstbest. Men hví skal gjógvin vera so djúp millum okkum, sum vilja tað besta og tey, sum vilja tað næstbesta? Átti tað ikki at verið meira samstarv millum hesar vanliga so ósamdu partar? Tí júst at vilja nakað við hesum landinum er tað, sum eyð­ kennir sambands­ og loys­ ingarveingirnar í føroysk­ um politikki. Hesir skjótt fyrrverandi mótpólarnir eru teir, sum veruliga brenna fyri hesum landi. Og tað er meira enn vit kunnu siga um hinar politisku hugsjónirnar. Við at heiðra tveimum sambandsmonnum her í dag vilja vit byggja brúgv millum okkum, sum vilja ávikavist tað besta og tað næstbesta fyri okkara land. Við hesum orðum fara vit at handa Magna Laksáfoss og Hergeiri Staksberg riddarakrossin. Takk fyri. Millum best og næstbest 200 Niels Arge gAláN Viðmerking til greinina hjá Heðini Mortensen, “fleiri pengar enn uppgávur” Heðin Mortensen Borgar­ stjóri heldur lítið um at vit í Sundalagnum, og aðrar kommunur úti um landið, hava gjørt íløgur í eldraøkið. Hann heldur at vit, og aðrar kommunur við okkum, svimja í peningi, og ikki reiðiliga vita hvat peningurin skal brúkast til. Tí eru kommunurnar nú farnar ígongd vit at loysa uppgávur hjá landinum, til dømis eldraøkið. Veruleikin er ein annar. Kommunurnar úti um landið hava bara raðfest annarleiðis enn Tórshavnar kommuna. Eg ivist onga løtu í at flestu kommunur kundu hugsa sær eitt skatta­ prosent uppá 19,75 %, ella møguleika fyri at sett 3 borgarstjórar, men tær flestu hava heldur raðfest eldraøkið, og av tí saman hava onnur øki máa bíða. Sannleikin er at høvdu kommunurnar ikki tikið um endan á røktar­ og sambýlisøkinum, so høvdu nógv eldri fólk ligið hjálp­ arleys runt um í landinum. At Tórshavnar kommuna nú loksins eisini ætlar at raðfest økið, kunna vit onnur bert fegnast um. Hvaðani stavar alt ríki­ dømi. Jú her hjá okkum í sundalagnum, stavar tað sambært Heðini, frá teim­ um sum dagliga koyra til Havnar at vinna sær fyri dagligt breyð. Men veru­ leikin er ein annar. Hagtøl frá Landssverk siga at flestu samanstoytir henda á vegastrekkinum ímillum Eysturoynna og Suður­ streym. Hetta sigur mær so mikið at ferðslan ikki er einvegis. So her kann byttan verða sum lokið Heðin spyr meg um bíðilistan til bátapláss í Sunda Kommunu. Í Havn­ ini er bíðilistin eftir báta­ plásssi eftir øllum at døma longri enn bíðilistin eftir røktarheimsplássum. Vit hava ongar bíðilistar. Heðin tosar um 27 fóts bátar sum kosta 5000 krónur í havnagjaldið í Tórshavn..Men her haldi eg Heðin fer eitt sindur skeivur, smábátar gjalda eftir breidd. Men liggja teir uppá longs í Havnini so kundi bíðilistin kanska verði styttir nakað, bara við at lagt bátarnar annar­ leiðis. Samsvarandi upp­ hæddin hjá okkum er 2000 krónur Annars gleðist eg um at Heðin nú tykist vilja finna nakrar milliónir til røktar­ heimsbygging í Tórshavn, og samstundis tekur undir við einari kommunalari útjavning, uttan tó at samantvinna hesi mál. Heðin, eg haldið vit kunnu gera so nógv annað enn at kjakast í bløðunum um bilar og bátar. Vit hava jú báðir møguleika fyri at ávirka á røttum stað, soleið­ is at vit kunna gera tað so liviligt hjá øllum borgarum og kommunum í landinum. Lat okkum taka lógvatak saman og finna skilagóðar loysnir. Tá grør um gangandi fót. Tað er ein spurningur um raðfesting AsbjørN Djurhuus Flottir heildekkandi hjálm­ar við allergivinar­ ligari bjálving og løttum­ lási til høkureim­. Klárt glas, ið ikki skøvast. Góðkendir til m­otorsúkklu og tí eisini væl egnaðir til knallert og skutara. Fáast í fleiri litum­ og støddum­. ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! fastir, lágir prísir á dekkum og felgum Nýtt felgukatalog við øllum teimum flottu felgunum frá Dekkmaster kann nú takast niður á www.dekkmaster.fo Summardekk 175/65-14 ........................... úr 620,- 195/55-15 ........................... úr 775,- 195/65-15 ........................... úr 795,- 205/55-16 ........................... úr 890,- 205/40-17 ........................... úr 965,- 225/45-17 ........................... úr 995,- 225/40-18 .......................úr 1.290,- 235/35-19........................úr 1.710,- Prísdømi 790,- einans viðmerkingar