fríggjadagur 19. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Barbeque
4
Góð ráð til grilling
Tendra í
góðari tíð
Eitt grillrør at tendra við lættir nógv
um. Við einum tílíkum røri kanst tú
tendra upp umleið 1 tíma áðrenn tú
fert undir sjálva grillingina. Tendrar
tú kolið beinleiðis á grillini, skalt tú
rokna við 1½-2 tímum.
Hav alt klárt
Minst til at hava alt við hondina, so tú ikki mást
fara frá grillini. Maturin kann brenna á, og børn,
likkur ella onnur kunnu koma at matinum og
nógva hitanum.
• Hav altíð ráan og stoktan mat hvør sær. Eitt
fat til ráan mat, og eitt til stokta matin. Ver
serliga varin við flogfenaði.
• Køksrullu
• Staniól at leggja yvir heita matin
• Salt og pipar
• Glas við olju og pensli
• Kryddaríir/barbequesósir
• Grilltong, gaffil og patettknív. Hesi kunnu
bæði brúkast til matin og at grópa í kolinum
við. Nógvi hitin desinficerar amboðini og
øskan er rein. Turka tey við køkspappíri.
• Grillbestikk er ein fyrimunur
Skalt tú steikja stór stykki, til
dømis steikir, eru brennikubbar
(brikettir) ein fyrimunur í mun til
vanligt trækol.
Vend kjøtinum sum minst. Úrslitið
verður betri og kjøtið sevjumiklari.
Gev tol. Kolið er klárt, tá tú fært
hildið hondini yvir ristini í minsta lagi
5 sekund og í mesta lagi 10 sekund.
Hevur tú pláss, kanst tú gera eitt
»kolfrítt« øki undir ristini, har stoktur
matur kann halda hitanum.
Tunt kjøt skal hava mesta hitan.
Brúka steikitermometur til størri
stykki og til steikir.
Trækol er best, um tú skalt grilla
stutt, meðan brikkar (briketter) eru
betri til drúgvari grilling.