fríggjadagur 19. juni 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2009
17
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tann 20. juni verður Jóhan
Hendrik Winther Poulsen profess
ari sjeytifimm. Jóhan Hendrik er
uttan iva tann, ið hevur sett størst
an dám á føroyska málrøkt og
orðagerð seinastu 40 árini. Tey
fæstu munnu gáa eftir, at dagliga
nýta vit orð, ið Jóhan Hendrik
hevur evnað til – t.d. telda, hug
burður, fartelefon, fartelda, far
støð, kringvarp, tekstvarp, upp
vørpa, graslíki, flogbóltur, pall
borð, gosbað, evra, talgildur, burð
ardyggur,
váðafúsur
o.s.fr.
Umframt tað hevur Jóhan Hendrik
endurlívgað nógv orð og givið
teimum nýggja merking – t.d.
kurla, fløga, bingja, skíggi, gegn
igur o.s.fr.
Jóhan Hendrik hevur altíð verið
ein íðin talsmaður fyri virknari
málrøkt og fyri, at orðfeingið skal
mennast við vísindaligari hjálp.
Hetta sæst eitt nú aftur í tí ør
grynnu av orðum, ið hann hevur
evnað til, bæði almannaorðum og
frøðiorðum.
Vit, sum kenna Jóhan Hendrik,
vita, at serliga fegin er hann um
orðið telda, ið hann á fyrsta sinni
kunnaði um á einum fundi, sum
Føroyska málnevndin hevði við
tíðindafólk í 1984. Hetta orð tók
Føroya fólk uttan himpr til sín.
Ein orsøk er uttan iva tann, at
orðið er lætt at skriva og benda í
mun til fremmanda orðið.
Jóhan Hendrik sat fyrst sum for
maður í málnevndini hjá Mál
stovninum og seinni sum formaður
í almennu føroysku málnevndini,
og í hetta starv legði hann sera
nógva orku. Har veitti hann fólki
góð málslig ráð og evnaði til
nýggjyrði, tá ið orð saknaðust fyri
nýggj fyribrigdi. Ein partur av
hesi ráðgeving varð prentað í
Orðafari, sum í mong ár var mál
gagnið hjá málnevndini.
Mong minnast Jóhan Hendrik
frá orðabókarsendingunum í Út
varpi Føroya, sum hann fór undir
í 1969. Hesar sendingar høvdu
stóran áhuga úti um landið, og
fólk vóru íðin at skriva inn og
kunna um orð. Øll hesi orð vórðu
skrivað niður og gjørdust partur
av stóra orðaseðlasavninum á Før
oyamálsdeildini.
Eisini
hevur
Jóhan Hendrik í mong ár havt til
vana at hava lummabók uppi á
sær og vera klárur at lofta orðum
og vendingum til at skriva niður.
Hetta økti so mikið um orðaseðla
savnið á Føroyamálsdeildini, at
tað í dag fevnir um nógvar túsund
seðlar. Alt hetta orðatilfar gjørdist
eitt dygt grundarlag, tá ið móður
málsorðabókin – Føroysk orðabók
– varð ritstjórnað. Jóhan Hendrik
var aðalritstjóri á hesi orðabók, ið
sum kunnugt kom út í 1998. – Tað
er at fegnast um, at allar orða
bókarsendingarnar,
ið
vórðu
sendar í útvarpinum, nú koma út í
bók og gerast tøkar hjá øllum, ið
vilja ogna sær hetta áhugaverda
tilfar.
Longu sum studentur í Danmark
195859 var Jóhan Hendrik á
fyrsta sinni uppi í orðabókar
arbeiði, tá ið hann var Chr. Matras
prof. til hjálpar at ritstjórna 2.
útgávu
av
Føroyskudonsku
orðabókini. Eftir lokna útbúgving
starvaðist Jóhan Hendrik eitt ár í
USA. Í 1968 kom hann aftur til
Føroya og fekk starv á Fróðskapar
setri Føroya, sum var stovnað trý
ár frammanundan. Av verkum frá
hansara hond kunnu nevnast “Før
oyskdonsk orðabók. Eykabind”,
ið kom út í 1974. Síðan var hann
Jóhannesi av Skarði til hjálpar at
ritstjórna eitt uppískoyti til 2.
útgávu av Danskariføroyskari
orðabók, ið kom út í 1977. Í 1985
kom orðalistin “Nøkur teldorð”,
ið varð uppafturprentaður í 1990.
Í
1998
kom
høvuðsverkið
“Føroysk orðabók” við 66.000
leitorðum, og í 2002 ritstjórnaði
hann ”Oljuorðalista”. Í sambandi
við
fólkanøvn
hevur
Jóhan
Hendrik givið út ritið ”Fólkanøvn.
Úrval til leiðbeiningar” (1989).
Harumframt hevur Jóhan Hendrik
skrivað eitt ótal av greinum um
mál og málslig fyribrigdi, eitt nú
staðarnøvn. Ein partur av greinum
og fyrilestrum Jóhan Hendriks
kom í 2004 út í bókini ”Mál í
mæti”, ið varð givin út í sambandi
við sjeyti ára føðingardag hansara.
Jóhan Hendrik hevur eisini verið
ráðgevi í sambandi við eitt stór tal
av frøðiorðalistum og øðrum verk
um, har ið neyðugt hevur verið at
evna til frøðilig heiti og orðingar.
Harumframt var Jóhan Hendrik
limur í navnanevnd, ið Føroya
landsstýri setti. Henda nevnd
legði í 1992 fram álit um navnalóg,
og varð hetta álit samtykt á Føroya
løgtingi við fáum broytingum
sama ár.
Í 1998 gavst Jóhan Hendrik í
starvi sínum á Føroyamálsdeildini,
men hann er enn sera virkin. Javn
an eru boð eftir honum at evna
orð og nøvn til. Enn tekur hann
lut í málsliga kjakinum, hvussu
føroyska málið kann verjast fyri
útlendskari ávirkan, og hvussu vit
sjálv kunnu evna til orð á heim
ligum botni í staðin fyri at taka
fremmand tøkuorð inn í málið
uttan fyrivarni.
Av
álitisstørvum
Jóhan
Hendriks ber til at nevna, at hann
situr sum limur í Gøtunavna
nevndini í Tórshavnar kommunu,
og har kemur hansara gløgga vit
og málsligi kunnleika til stórt
gagn, tá ið nøvn skulu setast á
vegir o.a. í hesi nú stóru komm
unu.
Hervið fari eg at ynskja Jóhan
Hendriki hjartaliga til lukku við
sjeytifimm ára degnum.
Marjun
Jóhan Hendrik W. Poulsen sjeytifimm
Mynd: Randi Ward
Mynd frá ”Realskúlaframsýning
ini 191666”, sum Jórunn Dánjals
dóttir skipaði fyri í Kommunu
skúlanum í Havn í 2007. Her er
ein realskúlaflokkur frá 1952,
sum hevur 50 ára hátíðarhald í
2002.
F.v.: Johan Restorff Jacobsen,
Jens Petur Arge, Ingrið Sondum,
Ásbjørn Hansen, Margretha Sund
stein, Kirstin Jacobsen, Guðrun
DalChristiansen, Rannvá Linden
skov, Elias Egholm, Napoleon
Hansen, Brynhild Mohr, Turið
Arge, Jonna Olsen, Oddvør Samu
elsen, Ása Schrøter, Bjarni Joensen
og Ingeborg Skade.
Um onkur hevur hug at ogna
sær myndina, er viðkomandi væl
komin at venda sær til Jórunn
Dánjalsdóttir á telefon: 226024.
(Mynd nr. 464).
Myndaeigari:
Guðrun Dal-Christiansen
Realskúlanæmingar frá 1952