fríggjadagur 19. juni 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Barbeque
5
Eldur:
ein góður
tænari, men
beiskur harri
Tendra
rætt
Tað eru tríggir hættir at
tendra kolgrillina. Fyri allar
er tað galdandi, at kol ella
brikkar skulu gløða javnt,
áðrenn teir verða spjaddir í
eitt javnt lag í grillini.
Brúka tendriløg,
spritttablettir ella pappír at
tendra við. Ongantíð bensin
ella spritt. Lat kolið súgva
vætuna í nakrar minuttir,
áðrenn tú tendrar.
1. Við tendriløgi
Legg kol ella brikkar í einar
pyramidu í botninum á
grillini og oys eitt javnt lag
at tendriløgi yvir. Lat trekkja
eina løtu og tendra. Gevur høgar logar og nógvan royk í byrjanini, so
grillin skal standa í góðari frástøðu frá eldfimum tilfari. Javna kolið/
brikkarnar út, tá tað er hitnað.
Brúka bara tendriløg, um grillin stendur meiri enn 2 metrar frá
eldfimum tilfari.
Tekur ½-1 tíma.
2. Við tendriblokkum
Legg tendriblokkar í botnin av grillini og legg kol ella brikkar omaná.
Tendra blokkarnar og bíða til kolið er reyðgløðandi og grátt.
Tekur ½-1 tíma.
3. Við grillrøri
Fyll eina hóskandi mongd av brikkum ella koli í tendrirørið
(grillstartaran). Legg eitt leysliga rukkað pappír ella tendriblokkar
undir ristina í grillstartaranum. Set hann í botnin á grillini, ella eitt
annað trygt stað, og tendra pappírið ella tendriblokkarnar. Tá tað
gløðir, verður tað spjatt út á grillbotnin.
Tekur uml. ½ tíma.
Trygd
■ Far ongantíð frá grillini. Hvørki meðan hon er í brúki ella áðrenn
hon er heilt sløkt.
■ Grilla altið úti undir opnum himni. Ikki undir hálvtekju, trøum ella
líknandi.
■ Hav altíð vatn nærhendis. Til dømis eina havaslangu, vatnkannu
ella spann av vatni.
■ Brúkar tú eingangsgrill, má undirlagið ikki vera eldfimt. Set
grillina í sandin ella á vanligar flisar. Grillin kann geva merkir.
Ansa eftir, at ongin kemur at traðka í grillina og sløkk hana væl
við vatni. Verður hon brúkt á strondini, mást tú køla sandin væl
aftan á. Hann kann vera fleiri hundrað stig, har grillin hevur
staðið
Tøm øsku úr grillini
viðhvørt.
Grillin skal vera køld og
glóðirnar sløktar.
Reinsa ristina við einari
stálbust og vaska í heitum
sápuvatni. Pensla ristina
við matarolju, tá hon er
reinsað. Er hon gravskitin
ber til at smyrja við hana
við grønsápu og leggja
hana í ein plastposa í
eitt samdøgur. So er
lættari at vaska.
Reingerð
Oys ongantíð meira tendriløg á,
tá tú hevur tendrað!!
!