Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2009 USA fyrireikað til álop Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, ásannar, at amerikanska stjórnin kennir seg ikki heilt trygga, nú tað er komið fram, at Norðurkorea kann finna uppá at søkja at Hawaii-oyggjunum við einari ella fleiri rakettum. Tí hevur amerikanska verjan sett tiltøk í verk, sum skulu forða einum tílíkum álopi, sigur verjumálaráðharrin. Millum annað hevur verjan fingið heimild til at seta ta serligu THAD-rakettverjuskipanina upp á Hawaii- oyggjunum umframt nýggja radaraútgerð. Robert Gates Liðugt at leingja flogvøll um tvey ár Kringvarp.fo skrivar, at hóast nevndin í Vága floghavn ikki enn veit, hvussu nógv flogvøllurin verður longdur, væntar hon longu nú, at arbeiðið verður liðugt á sumri í 2011. Um mánaðaskiftið august/ septembur fer nevndin í Vága Floghavn at gera av, hvussu nógv flogvøllurin skal leingjast. Tá vera feløgini, sum gera ætlan um flogvøllin, liðug við sítt arbeiði. Dávur Reinert Hansen, forstjóri í Vága Floghavn, sigur, at feløgini, sum gera ætlanina, kanna fleiri møguleikar, so flogvøllurin kann leingjast úr verandi 1.250 metrum í 1.800 metrar. Vága Floghavn varð yvirtikin 30. apríl í 2007. Í sambandi við at Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari í málfrøði, fyllir 75 í morgin, verður almen hátíðarløta á Læraraskúlanum Hátíðarløta Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í sambandi við at Jóhan Hendrik W. Poulsen, pro- fessari í málfrøði, verður 75 ár leygardagin 20. juni, verður alment hátíðarhald í Lærararskúlahøllini, har hann fær handað heiðursrit, sum forlagið Sprotin gevur út. Í heiðursritinum Orða- bókin eru savnaðar allar tær orðabókarsendingar, Jóhan Hendrik W. Poulsen hevði í Útvarpi Føroya árini 1969- 1993 við heitinum Orða- bókin. Fremst í heiðursritinum er ein kvøðulisti við nøvn- um á teimum, sum hava ynskt at senda málfrøðing- inum eina heilsan. Hesi fáa nú Orðabókina fyri serprís við áskrift. Eisini onnur hava høvi at ogna sær bók- ina og fáa áskrift í hana á hátíðarløtuni leygardagin. Tað verður Anfinnur Jo- hansen, lektari á Føroya- málsdeildini, sum fer at handa Jóhan Hendriki W. Poulsen heiðursritið. Síðani verða røður og sangur á skránni, umframt at gestir- nir eisini fáa ábit og okkurt at drekka. Hátíðarhaldið byrjar klokk- an 15. Minnisvarði Í skrivi frá forlagnum verður víst á, at úr at kalla hvørji bygd í Føroyum vóru tað fólk, enntá fleiri, sum skrivaðu til sendingina Orðabókina øll tey árini, hon var send. Fleiri teirra eru ikki millum okkum longur, men við eini tílíkari útgávu kunnu vit reisa teim- um og øllum, sum hava sent Orðabókini tilfar, ein minnisvarða. Eyðkent fyri meginpartin av hesum heimildarfólkum er, at tey hava lítlan skúla- gang, men við teirri ómeta- ligu vitan um dagsins viður- skifti bæði á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí sið- søguliga mentanararvi, ið tey numu av forfedrum sín- um. Við at fáa alt hetta tilfar á prent kunnu bæði eldri og komandi ættarlið fáa lut í allari hesari vitan um ment- anar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir, og Sprotin vil við hesi útgávu eisini heiðra Jóhan Hendrik W. Poulsen á 75 ára føðingar- degi hansara. Heiðra »Orðabókini« Skrá fyri hátíðarhaldið Kór við Ólavi Hátún syngur Jonhard Mikkelsen býður fólki vælkomnum Anfinnur Johansen heldur røðu og handar Jóhan Hendriki W. Poulsen heiðursritið Kór við Ólavi Hátún syngur Turið Sigurðardóttir heldur røðu Hanus Kamban heldur røðu Kór við Ólavi Hátún syngur Martin Næs heldur røðu Signar á Brúnni heldur røðu Felagssangur Fyrsta dagin fer fyrrverandi norski forsætisráðharrin Kjell Magne Bondevik í summarfrí, men hetta summarið verð­ ur ikki sum hini. Tí í summar skal hann brúka frítíðina til at skriva eina barnabók um Aung San Suu Kyi Bókaútgáva Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Sjálvt hjá einum royndum politikara og fyrrverandi forsætisráðharra tekur tað meiri enn eina summarferiu at skriva eina bók. Kjell Magne Bondevik væntar kortini, at hann verður lið- ugur at skriva eina ferð í heyst, og at bókin kann koma í bókabúðirnar í nov- ember. Bókin, sum er ætlað børn- um í átta til tólv ára aldri, kemur afturat einari røð av bókum, sum eitt norskt for- lag hevur givið út, og sum hava tað til felags, at tær snúgva seg um kendar ein- staklingar. Bøkurnar, sum higartil eru komnar út, eru um Barack Obama, Miley Cyrus, Bill Gates og Alex- ander Rybak. Nú hevur for- lagið so biðið Kjell Magne Bondevik skriva eina bók um Aung San Suu Kyi. Avbjóðing Kjell Magne Bondevik hev- ur verið virkin í norskum politikki í mong ár, og sum politikari hevði hann mill- um annað stóran áhuga fyri friðarroyndum og manna- rættindum. Tað kom tí ikki óvart á nakran, tá hann fyri nøkrum árum síðani legði lunnar undir ein stovn, sum júst virkar fyri friði og mannarættindum. Sum politikari hevur hann skrivað nógv, men hetta er fyrstu ferð, at hann skal royna at skriva til lesar- ar, sum eru millum 8 og 12 ár. -Eg veit eitt sindur um Aung San Suu Kyi, so sjálvt evnið er eingin trupulleiki. Harafturat havi eg skrivað onkrar bøkur fyrr, men avbjóðingin hesa ferð er at skriva, so børn skilja tað, og her má eg biðja um góð ráð frá ráðgevum, sigur tann komandi barnabókarit- høvundurin við Aftenpost- en. Kjell Magne Bondevik leggur afturat, at kanska fer hann at brúka sítt átta ára gamla abbabarn sum ein av ráðgevunum, og hann vænt- ar eisini at fáa ráð frá næstr- ingum, vinum og kenning- um. Tí hesa uppgávuna klár- ar hann ikki uttan hjálp, ásannar hann. Hevur hitt hana Fyrrverandi forsætis- ráðharrin dylur ikke fyri, at hann játtaði at átaka sær uppgávuna at skriva bókina, tí hann heldur Aung San Suu Kyi vera ein týdn- ingarmiklan persón at skriva um, og at norsk børn eiga at fáa møguleikan at kunna seg um søgu henn- ara. -Hon er í einum støðugum stríði fyri frælsi og fólka- ræði og hevur sitið so leingi í varðhaldi, at eg vænti, at søga hennara kann vera spennandi hjá børnum at lesa, sigur Kjell Magne Bondevik. Hann viðgongur, at hansara hjarta brennur fyri Burma og frælsisstríð- num hjá Aung San Suu Kyi, og so hevur hann tann fyri- mun fram um mong onnur, at hann hevur hitt hana. Tað var í januar í 1997. Hann ætlar sær at brúka fundin teirra millum sum støði undir bókini. Spurdur, um hann ætlar at brúka seg sjálvan í bókini, svarar hann játtandi. -Forlagið vil hava, at eg skal seta sín persónliga dám á bókina. Hvør veit, kanska fer tað at gera bókina betri. Støðan spent Herfyri varð Aung San Suu Kyi flutt úr húsavarðhald- inum og sett í eitt fongsul ístaðin fyri. Støðan er sera ógreið og spent, og mangt kann henda teir næstu mánaðirnar. Men forlagið hevur lovað Kjell Magne Bondevik, at hann fær møguleika at broyta bókina, skuldu okkurt serligt borist á, áðrenn bókin fer til prentingar. Vidar Kvalshaug, sum er stjóri á forlagnum, ið gevur út bøkurnar um kendar ein- staklingar, sigur, at forlagið fer at halda fram við hesari bókarøðini. Hann letur væl at søluni, og hann væntar eisini, at fólk fara at vísa bókini um Aung San Suu Kyi áhuga. Hann er eisini fegin um at hava fingið Kjell Magne Bondevik at skriva bókina. -Eingin her í landinum er betur egnaður at siga søg- una um hana, sigur Vidar Kvalæshaug við Aften- posten. Her er Kjell Magne Bondevik til eitt tiltak hjá norsku barnanevndini. Á tryggjuni er mynd av Aung San Suu Kyi, sum hann nú skal skriva eina barnabók um (Mynd: Scanpix) Skal skriva barnabók um Aung San Suu Kyi Málfrøðingurin Jóhan Hendrik W. Poulsen verður nú heiðraður við heiðursritinum »Orðabókin«, har allar hansara orðabókasendingar í Útvarpinum eru savnaðar