fríggjadagur 19. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Barbeque
6
Jørgen Jørgensen hevur helst
roynt alt, sum roynast kann innan
grilling. Frá heilstoktum lambi til
fisk, jóladunnu og høsnarunga.
Úti á terassuni heima á Ting
húsvegnum hevur hann eina stóra
gassgrill, sum verður tendrað
fleiri ferðir um vikuna, alt árið.
– Fyrimunurin við at hava
gass grill er, at hon hitnar
bein an vegin, og at hon heldur
hitanum betri enn kolgrill. Serliga
í Føroy um, her vindur kann vera
ein trupulleiki, sigur Jørgen
Jørgensen.
Hann minnist, tá tey stoktu heil
lomb á vanligari grill fyri nøkrum
árum síðani. Var ongin vindur, tók
tað fýra tímar. Men var eitt lot,
tók tað upp í seks tímar at steikja
lombini.
Hann forklárar annars, at
lambskjøt er sera vælegnað til
grillina. Er talan um heilstokt
lamb, skalt tú minnast til, at
síðurnar verða lidnar áðrenn hinir
limirnir á krovinum. Tí skulu tær
dekkast við stanióli, tá tær eru
lidnar.
Jørgen Jørgensen mælir til,
at krovið skal viga 1011 kilo,
og smyrjast við einari olju
kryddblanding eina løtu áðrenn
tað verður hongt yvir eldin.
Grillin sum ovnur
Nútímans grillir hava ofta lok.
Hetta er ein fyrimunur, tá veðrið
er ringt. Eisini letur tað upp
fyri fleiri møguleikum, tí grillin
brádliga verður átøk einum
bakaraovni.
– Tað ber eisini til at forsteikja
eitt størri kjøtstykki, til dømis
eitt lambtsjógv, inni í ovninum í
køkinum eina løtu. Og so leggja
tað á grillina seinastu minuttirnar,
fyri at fáa góða grillsmakkin,
sigur hann og minnir á vandan, tá
ið feittið rennur niður í gløðurnar:
Stór og feit stykki skulu leggjast á
eitt fat, so eldur ikki kemur í.
Ongar flatar burgarar
Uppá spurningin um, hvat fólk
keypa at leggja á grillina, sigur
slaktarameistarin, at næstan alt
kann grillast: kjøt av svíni, oksa,
kalkun, høsnarunga, fiski og
pylsur av ymsum slag, umframt
frukt, breyð og grønmeti.
Burgarar eru vælumtóktir. Men
har hevur slagtarin sína avgjørdu
meining.
– Brúka heldur frískt malið kjøt
og forma búffarnar, í staðin fyri
hesar klønu frystu pláturnar úr
frystaranum.
Sum sagt brúkar Jørgen
Jørgensen eina stóra gassgrill
við loki.
– Tí kann eg brúka grillina úti
alt árið. Er veðrið ringt, matgera
vit úti, og fara inn at eta. So
sleppa vit eisini undan hjara
í køkinum. Og eg haldi ikki at
gassgrillin tekur nakað av góða
smakkinum, sigur hann.
Grill-o-mania
Gassgrillin
Gassgrillin hevur hvørki kol ella brikkar.
Summar hava tó lavasteinar ella líknandi í
botninum. Fyrimunurin við gassgrillini er, at
hon hitnar beinanvegin, tú tendrar. Hóast hon
stendur úti, kann hon brúkast alt árið eins og
ovnurin í køkinum. So sleppur tú eisini undan
hjara í køkinum.
Summi sakna kolsmakkin at matinum á
gassgrill. Men tað er ein spurningur um
smakk.
Grilla við lokinum á
Í dag er vanligt at grillin hevur lok. Bæði
kúlugrillin og vanliga grillin. Tá kanst
tú grilla í øllum veðrið og alt árið, bæði
jóladunnuna og høsnarungan leygardag.
Kjøtið verður ómetaliga moyrt og sevjumikið
og smakkurin fantastiskur. Við loki á grillini
virkar hon sum ein ovnur til stórar steikir,
og sum roykjarí til fisk. Men ver varin, tá
tú grillar stórar og feitar steikir, so sum
dunnu ella lambstjógv. Tá kann feittið renna
niður í gløðurnar og festa í. Høgir logar
brenna kjøtið í staðin fyri at steikja tað.
Legg tí steikina í eitt fat inn í grillina. Brúka
steikitermometur til stórar steikir.
Slaktarameistarin í Milkagarði kundi ikki verið
gassgrillina á terassuni fyriuttan. Heima hjá honum
brúka tey grillina alt árið, sjálvt nýggjársaftan
Jørgen Jørgensen hevur eina stóra
gassgrill við loki. Tí kann hann brúka
grillina úti alt árið. Er veðrið ringt,
matgera tey úti, og fara inn at eta
Mynd: Jens Kristian Vang