fríggjadagur 19. juni 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 115 - 19. juni 2009 ]
Miðlahúsið
sendir sterkt til
Oyggjaleikirnar at
gera tilfar til Rás2,
Sosialin og Portalin
Oyggjaleikir
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Miðlahúsið hevur mannað
sítt Oyggjaleikalið, og liðið
er betri mannað enn nakran
tíð áður.
Átta mans fara til Álands
at
framleiða
tilfar
til
Sosialin, Portalin og Rás2,
og ætlanin er av álvara at
spíla seg út.
Oyggjaleikirnir eru ein
stórhending í føroyskum
ítrótti, og tí vilja vit gera
okkara til, at føroyingar
sleppa at uppliva allar tær
spennandi
løturnar
á
Álandi, sigur Jákup Mørk,
ítróttarredaktørur í Miðla
húsinum.
Rás2 fer við til sínar
fyrstu Oyggjaleikir, og út
varpsrásin ætlar at senda
frá Oyggjaleikunum frá tíð
liga á morgni til út á
kvøldið.
– Vit vilja gjarna verða
við, har tað hendir, og
Oyggjaleikavikuna ætla vit
at senda dagin langan úr
Álandi. Vit vilja gera hesa
stóru ítróttarvikuna til eitt
felags upplivilsi fyri allar
føroyingar, sigur Jonhard
Hammer, stjóri á Rás2.
Fleiri miðlar
Samtakið kring Miðlahúsið
eigur og rekur Sosialin og
Rás2, umframt tíðindapartin
á portal.fo. Og allir miðlar
nir verða við á Álandi.
Fólkini, sum fara at um
boða Miðlahúsið á Álandi,
eru Jákup Mørk, Hilmar
Jan Hansen, Eyðun Klak
stein og Heri Simonsen,
sum eru tíðindamenn. Álv
ur Haraldsen, fotografur.
Alvin Ellebye Andersen og
Hjalmar Hvítklett verða
tøknikar, umframt at Magni
Høgnesen fer at taka kyk
myndir.
Á Rás2 verða beinleiðis
frásagnir, reportasjur og
samrøður frá morgni til
kvøld. Portalurin verður
dag førdur allan dagin við
tíðindum og myndum. Kyk
myndirnar hjá Portalinum
fara at hava sjónvarps inn
sløg. Og Sosialurin tekur
samanum
við
greinum,
myndum og samrøðum.
Oyggjaleikirnir
verða
hildnir á Álandi í døgunum
frá 27. juni til 4. juli.
Um leið 120 føroysk ítróttar
fólk í 10 ymiskum ítróttar
greinum fara at kappast á
Álandi.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vit vilja gjarna verða við, har tað hendir
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2
Oyggjaleika
liðið hjá Miðla
húsinum úttikið
Oyggjaleikaliðið hjá Miðlahúsinum er til reiðar at
fara til Álands. Frá vinstru: Alvin Ellebye Andersen,
Heri Simonsen, Jákup Mørk, Hjalmar Hvítklett, Eyðun
Klakstein, Hilmar Jan Hansen og Álvur Haraldsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Miðlahúsið á
Oyggjaleikunum
■ Oyggjaleikirnir verða hildnir á Álandi frá
27. juni til 4. juli
■ Rás2 sendir allan dagin beinleiðis
frásagnir, samrøður og reportasjur
■ Portalurin verður dagførdur allan dagin
við tíðindum, myndum og ljóðbitum
■ Kykmyndir á Portalinum fara at hava
sjónvarpsinnsløg frá kappingum
■ Sosialurin tekur samanum øll avrikini við
greinum, samrøðum og myndum