Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Barbeque 13 Teir báðir Oluf Mortensen og Martin Berg eru menninir handan fyritøkuna Foreks, sum bjóðar loysnir til eitt hugnaligt grilllív. Umframt at bjóða markisur og terassuhitarar, umboða teir eisini nøkur sløg av grillum. - Markisurnar og hitalampurnar eru sera vælumtóktar, og vit hava longu selt nógv til føroyingar, sigur Martin Berg, sum saman við Oluf Mortensen byrjaði fyritøkuna fyri fýra árum síðani. Teir hava valt fyrst og fremst at savna seg um markisurnar, síðani hitalampurnar og grillirnar á triðjaplássi. Men alt fæst í einum pakkatilboði eftir ynski hjá kundanum. Martin Berg greiðir frá, at av tí at føroyska veðurlagið er so skiftandi, er upplagt at fáa sær markisu á altanina ella yvir túnið. Markisan er ein mobil tekja, sum tú velur at hava inni ella úti. Hon verður stýrd av einari fjarðstýring og er av bestu dygd, so hon eisini hongur uppi tá stormarnir herja. Í einum vanligum húsarhaldi brúka fólk millum 15-35.000 krónur upp á eina pakkaloysn við markisu, hitara og grill. Sum sagt selja teir eisini nakrar grillir. Her hava teir savnað seg um fýra ymiskar, sum liggja úr 1500 krónum fyri hvørja, upp ímóti 4.000 kr. Allar eru gassgrillir við loki. - Okkara slagorð er: Fleiri góðar løtur uttandura. Og tað siga kundarnir seg eisini hava fingið, sigur Martin Berg, sum heldur tað vera eitt must at hava eitt gott uttanduraumhvørvi kring húsini. Markisur og terassuhitarar lata upp fyri fjálgari og drúgvari útiløtum. Føroyska fyritøkan Foreks selur og setir útgerðina upp Heitt og fjálgt langt út á kvøldarnar Stoyptir havamøblar Vit hava eitt stórt úrval av stoyptum havamøblum. Nógv ymisk modell – borð, benkir, stórir og smáir hava-urtapottar v.m. Eikin Sp/f Spunagøta 160 Argir Tlf.: 321030 Fax: 316590 eikin@eikin.fo www.eikin.fo Vitja út á Argir og ger tær tín egna »Costa Del Hava«