Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 115 - 19. juni 2009 ] Ókeypis lands- dystur Tórshavnar Kommuna bjóðar til ókeypis top- hondbólt, tá mans- landsliðið leygar- dagin spælir sein- asta dystin í EM- undankappingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin klokkan 18 spæla føroysku hond­ bóltsmenninir móti Bosnia­Herzegovina í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Ein av fortreytunum fyri at spæla EM­undan­ kappingardystirnar var, at hetta kundi gerast á gólvi, sum einans er merkt til hondbóltsdystir, og hetta bar til, tá Tórshavnar Kommuna valdi at gera íløgur í gula gólvið, sum hevur verið nýtt til landsdystir og steypafinalurnar. Og nú Tórshavnar Kommuna heldur 100 ára hátíðarhald í hesum døgum, verður hondbólts­ landsdysturin móti Bosnia­Herzegovina eis­ ini partur av hesum. Fyrradagin boðaði Kommunan nevnliga frá, at avgerð er tikin um, at ókeypis atgongd verður til dystin. Hetta á tann hátt, at kommunan rindar Hondbóltssambandinum fyri tey atgongumerki, sum áskoðarin annars skuldi goldið fyri. Um vikuskiftið verð- ur triðja FM-stevnan í kappróðri hildin í Kollafirði, har sunda- lagsstevnan hoyrir heima í ár. Til samans hava 47 bátar boðað frá luttøku til FM- róðurin, og hartil eru 33 barnamanningar eisini partur av róðrinum. Startrøðin er ásett eftir, hvussu bátarnir stóðu seg í seinasta FM­róðrinum. Barnaróður, dreingir 3 Fípan Fagra 4 Kollur 5 Tambar 6 Svanur 7 Junkarin 8 Jallurin 9 Títlingur 10 Drekin 11 Títlingur 12 Frúgvin 13 Havfrúgvin 14 Bylgjan Barnaróður, gentur – bólkur 1 4 Dúgvan 5 Ritan 6 Títlingur 7 Jallurin 8 Drekin 9 Ørnin 10 Frúgvin 11 Spógvin 12 Bylgjan 13 Sílið 14 Havørnin Barnaróður, gentur – bólkur 2 4 Tjaldrið 5 Tekla 6 Firvaldur 7 Blikur 8 Kollur 9 Teistin 10 Royndin Fríða 11 Tambar 12 Fípan Fagra 13 Svanur 5-mannafør, dreingir 4 Báran 5 Ritan 6 Kollur 7 Junkarin 8 Teistin 9 Tjaldrið 10 Blikur 11 Royndin Fríða 12 Jallurin 13 Firvaldur 6-mannafør, kvinnur 6 Romvlvs 7 Jarnbardur 8 Páll Fangi 9 Gongurólvur 10 Sølmundur 11 Hvessingur 5-mannafør, gentur 5 Junkarin 6 Falkur 7 Sílið, 2 G 8 Jallurin 9 Firvaldur 10 Hvassi 11 Havfrúgvin 12 Kollur 5-mannafør, kvinnur 7 Ritan 8 Frúgvin 9 Erla Kongsdóttir 10 Hvassi 11 Blikur 6-mannafør, menn 4 Kollfirðingur 5 Jarnbardur 6 Skúgvur 7 Sundabáturin 8 Riddarin 9 Tvørábáturin 10 Smyril 11 Gongurólvur 12 Rádni 13 Hósvíkingur 14 Romvlvs 8-mannafør 7 Knørrur 8 Árnfirðingur 9 Argjabáturin 10 Ørvur 10-mannafør 8 Klaksvíkingur 9 Eysturoyingur 10 Ormurin Langi RK Alonso hóttir Formel 1 Fernando Alonso bíðar til í evstu løtu við at siga frá, um hann er við í Formel 1 kappkoyringini í 2010. Freistin fyri tilmelding er úti á midnátt í kvøld, men fyri at vera við skulu liðini góðkenna sonevnda budget­loftið, sum nú er ásett. Og hetta hevur fingið øði í Fernando Alonso. – Hjá mær er tað ikki avbjóðandi at koyra í eini veikari F1­ kapping við smáum liðum. Vit ynskja kapping millum sterkastu liðini við best møguligu tøknini. Og ber tað ikki til í Formel 1, noyðist eg at leita mær avbjóðingar aðrastaðni, sigur Alonso, ið sær Le Mans sum eitt møguligt alternativ. Óskar vann Summar- kappingina Stór Golfkapping var seinasta vikuskfti, tá sokallaða Summarkappingin varð spæld. Har verður spælt Tvær ferðir yvir 18 hol uttan handicap. 12 spælarar tóku lut, og bestur av hesum var Óskar Eiriksson, sum nýtti 169 sløg. Andreas Hansen nýtti 184 sløg og Páll Kjærbo 188 sløg. Í dag seta Óskar Eiriksson og Janus Norðberg kósina móti Álandi, har teir skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum, sum byrja um eina góða viku. Tað verður ókeypis at­­ gongd, t­á manslandsliðið rundar EM­undankapp­ ingina av við heimadyst­i mót­i Bosnia­Herzegovina leygardagin FM-kappróður 5-mannafør, dreingir Stig íalt 1 Tjaldrið 14 2 Blikur 10 3 Junkarin 10 4 Teistin 9 5 Royndin Fríða 7 7 Kollur 3 8 Havfrúgvin 3 6-mannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 14 2 Páll Fangi 11 3 Sølmundur 11 4 Jarnbardur 7 5 Hvessingur 7 6 Romvlvs 4 5-mannafør, gentur 1 Firvaldur 13 2 Jallurin 13 3 Hvassi 7 4 Sílið 7 5 Havfrúgvin 8 6 Falkur 6 7 Katla 1 5-mannafør, kvinnur 1 Erla Kongsdóttir 14 2 Frúgvin 12 3 Hvassi 10 4 Ritan 8 5 Blikur 6 6-mannafør, menn 1 Tvørabáturin 13 2 Riddarin 13 3 Smyril 10 4 Gongurólvur 7 5 Skúgvur 5 6 Sundabáturin 4 7 Rádni 3 8 Jarnbardur 1 8-mannafør 1 Argjabáturin 14 2 Árnfirðingur 6 3 Ørvur 11 4 Knørrur 9 10-mannafør 1 Eysturoyingur 14 2 Klaksvíkingur 12 Startrøðin í Kollafirði Triðja FM­st­evnan verður um vikuskift­ið hildin í Kollafirðir Savnsmynd