fríggjadagur 19. juni 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Barbeque
14
Marinering
Kjøt, fiskur og flogfenaður, sum skal á grillina, egnar seg framúr væl at marinera. Tað fær betri
smakk, verður moyrari og saftigari.
Tú kanst gera marinadu burutrúr víni, vínedikki, olju, sitrónsaft, Kikkoman, øl, jogurt, hvítleyki,
hunangi og kryddi.
Brúka ongantíð salt í marinaduni.
Smærri kjøtstykki skulu liggja í nakrar tímar. Størri kunnu liggja í fleiri samdøgur.
Er kjøtstykkið stórt, mást tú gníggja marinaduna væl inn í. Tað ber eisini til at spræna marinaduna
inn í kjøtið við einari sprøjtu.
Munur er á rættiligari marinadu, sum skal liggja í fleiri tímar, og smakkievni, sum bara liggur eina
løtu.
Umráðandi er, at marinadan dekkar kjøtið heilt. Til ber at leggja alt í ein plastposa, har tú pressar
luftina úr og bindur væl fyri.
Er marinadan tjúkk, mást tú skera nakrar djúpar rivur í kjøtið áðrenn marineringina.
Frískar freistinga
Marinada
Her er hugskot til marinadu. Ikki
er neyðugt at fylgja uppskriftini
neyvt. Brúka tað, sum tú eigur inni,
og smakka teg fram.
2 fet av hvíttleyki
1 kvist av timian
1 kvist av rosmarin
6 spsk. av olju
3 spsk. tomatkonsentrat
1 tsk. merian
1 tsk. timian
1 tsk. provencekrydd
1 spsk. av Kikkoman sojasós
Pressa hvíttleykin. Skola, turka og
hakka frísku kryddaríini. Blanda alt
saman og marinera kjøtið í nakrar
tímar. Pensla eisini við marinaduni,
meðan kjøtið steikir.
Grillaðir fiskapakkar
Balla nakað av fiski, urtum og
kryddaríum í eitt petti av grillstanióli.
Legg á grillina í einar 5 minuttir ella til
fiskurin er stoktur. Tú kanskt til dømis
leggja tosk ella laks saman við strimlum
av gularrót, purru, asparges og sitrón.
Krydda við fiskakryddi, timian ella
rosmarin. Smakka til við salti og pipari.