Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 115 • 19. juni 2009 2 London hevur nógvar møguleikar, tá ið tað kemur til at shoppa. Tað eru fleiri økir, ið hava teirra egna spesialitet, sum ger, at fólk fara júst til tað øki at keypa. Líkamikið hvørjum tú leitar eftir, so er heilt vist, at tú kanst keypa tað onkustaðni í London. Niðanfyri er ein topp 10 listi, við shopping møguleikum í London. Oxford Street – nr. 1 Oxford Street hevur áleið 300 handlar og er ein tann kendasta shopping-gøtan í heiminum. Gøtan liggur mitt í býnum. Møguleiki er at ganga frá Leiceister Square, ið tekur áleið 15 minuttir og annars er Oxford Circus nærmasta undirgrund. Tú merkir tað, so skjótt sum tú nærkast Oxford Street, at fólk eru komin fyri at shoppa. Fleiri túsundtals fólk ganga runt við posum og troðka seg fram ímillum rúgvurnar. Tað er nakað serligt at ganga á Oxford Street, men um man veruliga leitar eftir onkrum, so vildi eg heldur farið í eina sølumiðstøð. Hetta tí, at tað eru so nógv fólk allastaðni. Tað er nógv trafikkerað og sera langar røðir, bæði fyri at passa klæðini og eisini tá ið tú skal gjalda. Tó, so er tað, sum sagt, eitt upplivilsi at ganga runt ímillum hesar mongu handlarnar á tí sera longu og væl umtóktu Oxford Street, sum er nummar 1 á listanum. Regent Street and Jermyn Street – nr 2 Eftir at hava gingið á Oxford Street, kanst tú halda leiðina frá ímóti miðbýnum. Á vegnum kemur tú til Regent Street, ið er nummar 2 á okkara lista. Regent Street er meira friðarligt enn Oxford Street, men hevur eisini alskyns handlar og kanska eitt vet bíligari enn Oxford Street. Um man tekur undirgrundina, so er Piccadilly Circus nærmasta stop. New Bond Street – nr. 3 Bond street er eisini ein sera væl umtók øki. Tó so, hetta er meira fyri tey ríku, tí handlarnir í Bond Street eru mestum bara handlar, ið selja merkivørur. Bond Street verður mest vitjað av kendum og vælhavandi fólkum og er tað mest ekslusiva shopping-økið í London. Nærmasta undirgrund er Bond Street. Carnaby Street – nr. 4 Somuleiðis er Carnaby Street kent fyri teir mongu handlarnar við merkivørum, ið eru í økinum. Carnaby Street bjóðar serliga tað, sum nevnist býar- og street klæðir og her fæst allar tær nýggjastu mótavørurnar. Carnaby Street er nr. 4 á okkara lista og næmasta undirgrund er Oxford Circus og Piccadilly Circus. Covent Garden – nr. 5 Covent Garden er væl umtókt av ymiskum orsøkum. Tað hevur nógvar spennandi handlar, men har er eisini ein stórur marknaður og øðrvísi matur, so sum orientalskur umframt gourmet. Covent Garden liggur einans áleið 5 minuttir til gongu frá Leiceister Square og nærmasta undirgrund er Covent Garden, men tað er ein sera hugnaligur og friðarligur gongurtúrur. King's Road – nr. 6 King's Road er meira kent fyri eitt stórt úrval av ymiskum handlum. Har fært tú alt frá teltum, spannum til vanlig klædnamerkir, umframt designara-klæðir og búnýti. Samstundis eru nógvar caféir og matstovur í økinum, so tað er skjótt at brúka nakrar tímar á King’s Road, sum er nr. 6 á listanum. Nærmasta undirgrund er Sloane Square. Knightsbridge – nr. 7 Fólk úr øllum heiminum flokkast um Knightsbridge og Brompton Road fyri at síggja tað stóra úrval av flottum og dýrum handlum. Knightsbridge er mest kent fyri góðsku- og mótaklæðir, við merkjum og handilsketum úr øllum heiminum. Fyri tann vanliga miðalklassan eru flestu handlarnir í Knighstbridge í dýrara lagi, men tað er áhugavert at uppliva teir flottu handlarnar og tey vælhavandi fólkini, ið dagliga keypa inn í Knightsbridge. Viðmerkjast skal tó, at tað eisini eru bíligari handlar í økinum, so tær nýtist ikki at ganga tómhentur heimaftur, men teir eru fáir. Nærmasta undirgrund er Knightsbridge. Notting Hill – nr. 8 Øll kenna ivaleyst filmin Notting Hill við bretska sjónleikaranum Hugh Grant og amerikonsku Julia Roberts. Filmurin er upptikin í Notting Hill og vísir serliga á marknaðin. Marknaðurin, ið bjóðar alskyns vørur so sum antikk, klæðir, mat og annað, liggur á Portobello Road og er kent um allan heimin. Kanska serliga eftir vælumtókta filmin Notting Hill. Nærmasta undirgrund er Notting Hill Gate, Ladbroke Grove og Westbourne Park. Canary Wharf – nr. 9 Canada Square liggur í Docklands, ið er kent fyri tað ríka vinnulívið, har mong altjóða høvuðsskrivstovur húsast. Tó so hevur økið meira enn skrivstovubygningar at bjóða - har er nevnliga ein sera væl umtókt sølumiðstøð. Canary Wharf hevur meira enn 200 ymiskir handlar, caféir og matstovur og liggur nærmast við Canary Wharf undirgrundina. Westfield London – nr. 10 Westfield er nr. 10 á okkara lista av mest vælumtóktum shopping-økjum. Westfield er ein av tí nýggjasta sølumiðstøðum í London og sigst at vera tað stórsta í Evropa. Westfield hevur meira enn 265 handar, caféir, matstovur og annað at bjóða teimum mongu vitjandi, ið dagliga streyma til stóru sølumiðstøðina, ið liggur nærmast við White City undirgrundina. Shopping í London – Top 10 Oxford Street er nummar 1 á shopping-listanum í London Notting Hill filmurin gjørdi marknaðin í Notting Hill heimskendan Knightsbridge er kent fyri dýrar handlar, so sum kenda sølumiðstøðin Harrods Regent Street hevur eitt got úrval av handlum og er eisini kent fyri tey stóru lýsingarskeltini Westfield er størsta sølumiðstøðin í Evropa