Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Vika 25: Leiðin til London 8 síður við spenn­ andi tilfari um summar Dagur 4 av 4 Hvat er betur enn ein vikuskiftistúrur til London við vinkonuni? Vit eru farnar til London hetta vikuskiftið í teirri vón, at vit fara at uppliva ymiskt, sum vit ikki hava møguleika til í okkara annars so deiliga landi. Vit vóna at uppliva ymiskt, bæði hvat viðvíkur mentan, søgu, shopping, býarlívi og ikki minst tey áhugaverdu og fjølbroyttu matstøðini, sum tann sera metropoliski høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Møguleiki er fyri at lesa um okkara vikuskiftistúr í Sosialinum hvønn dag í vikuni, og vónandi er tað ein inspiratión til aðrar føroyingar, ið leingast eftir nýggjum og øðrum upplivingum. Sunnudagur í London Vit føroyingar brúka okkara sunnudag ymiskt. Onkur ger sum bíblian biður okkum, við at hvíla og leita sær í kirkju, sunnudagskúla o.a. Onnur hyggja eftir ítrótti, vitja familju og kenningar, sova, og nú á døgum, síggja vit enntá fólk vaska bilar, smíðja, leggja flisar og annað handaligt á sunnudegnum. Tað kemur eisini fyri, at tú hoyrir fólk siga, at sunnudagurin er tann keðiligasti dagurin í vikuni, tí tað er so lítið at gera. Í London nýtist tær ikki at keða teg. Har hava allir handlarnir opið sunnudagar og er tað í grundini tann stóri innkeypsdagurin í Bretlandi. Tá ið klokkan er farin av 11, sært tú fólk streyma út á gøturnar og inn í tær mongu stóru sølumiðstøðirnar at shoppa ella bara fyri at hugna sær á caféum og pubbum. Shopping Aftan á nakrar sera góðar dagar, komu vit til okkara seinasta dag í London, og høvdu sett dagin av til shopping. Handlarnir lata vanliga upp kl. 11 ella kl. 12 sunnudagar, so vit tóku tað heilt róligt um morgunin við góðum morgunmati, nógvum kaffi og funnu okkara bestu gangiskógvar fram, tí føturnar vóru eitt sindur eymar aftaná at hava runnið runt í gøtunum í tríggjar dagar. Av somu orsøk valdu vit at royna ta nýggju sølumiðstøðina í White City, einans 5 minuttir við undirgrundini ella 10 minuttir við bussi, frá hotellinum í Hammersmith. Tað er eitt sindur meira avslappandi at ganga inni í eini sølumiðstøð heldur enn at renna langar gøtur oman og niðan, sjálvt um tað so sanniliga eisini setur sín dám á ein tílíkan innkeypsdag. Westfield – Sølumiðstøð Westfield sølumiðstøðin lat upp í oktober 2008 og sigst at vera tað stórsta í Evropa. Westfield hevur ein flottan og nýmótans arkitektur, við reinum og ljósum linjum. Sølumiðstøðin er á tremur við alskyns handlum, knappar 300 íalt, úr 15 ymiskum londum, og hevur samstundis hópin av caféum og matstovum. Serstakt fyri Westfield er teirra stóra úrval av útlendskum mastovum, har tey bjóða alt gott úr India, Tailandi, Italia, Fraklandi og aðrastaðni við. Seinni verður eisini møguleika at fara í biograf í Westfield, tí tá letur ein stórur biograftur upp á ovastu hædd. Tað er ymiskt hvussu stórar sølumiðstøðir eru innrættaðar. Tað eru ivaleyst nógv, sum hava upplivað, at tey ikki vita hvønn veg tey komu ella skulu, eftir at hava verið inni í einum handli. Soleiðis er ikki í Westfield. Vit mugu bara ásanna, at nýggja sølumiðstøðin í London er sera væl innrættað og tú hevur eitt gott yvirlit av øllum, sum tey bjóða. Tað eydnaðist okkum í øllum førum at keypa nógv upp á nakrar fáar tímar í Westfield. Vit fóru heimaftur til hotellið í Hammersmith, við einari uppliving ríkari, men við einari fátækari bankakonto. Les meira um shopping í London á næstu síðu. Vikuskiftistúrur til London Oxford Street er kendasta shopping-gøtan í heiminum Tað er skjótt at fylla hendurnar við taskum, tá ið ein shoppar í London