fríggjadagur 19. juni 2009síða 40
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 19. juni 2009
40
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
So hevur tann driftiga Lene
Hansson aftur latið bók ur
hondum. Summarið stendur
fyri durum og grill-veðrið
somuleiðis (við einum góðum
vilja).
”Fyr og flamme – grill med
Lene Hansson” eitur bókin.
Í henni eru grill-uppskriftir
fyri øll. Bæði uppskriftir
við grønmeti, salat og
vegetarmaurt sum heild. Tað
eru ikki bara teir stóru reyðu
búffarnir, ið eru á skránni. Lene
greiðir eldhugað frá um fisk,
fugl og enntá dessertir sum
kunna fara á grillina.
Fyri Lene Hansson er
matur gjørdur á grillina
rættiliga ómakaleysur og sera
hugnaligur at takast við. Og
tað ber væl til at sameina kol
við heilsugóðum kosti.
Lene Hansson er kostráðgevi
og eisini kend frá sendingum
í sjónvarpinum. Saman við
manni sínum rekur hon ein
sokallaðan wellness-depil
í Keypmannahavn. Lene
Hansson hevur skrivað nógvar
bøkur um mat og heilsu.
Serliga kendar eru ”Slank og
sund på 8 uger” og ”Du er
hvad du spiser”.
Men nú er at tendra grillina,
lata seg í fyriklæðið, handskan
og taka fast tak um grill-
tongina.
Í bókini fært tú eisini øll
preini um útgerð so sum kol-
grill, gass-grill ella grill-pannu.
”Fyr og flamme”, Lene
Hansson, Lindhardt og Ringhof,
192 blaðsíðir, innbundin, uml.
kr. 230 í bókhandlunum
Koli og steiki - við Lene Hansson