Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 115 • 19. juni 2009 at sleppa at síggja tíðindini, tá vit báðir vóru lidnir at arbeiða út á kvøldið. Christian hevði oftast lyndi til at durva tá, men eitt kvøldið hugdi hann brádliga upp og segði: Tú Jóhan Hendrik, tá vit nú siga útvarp um tað, sum er at hoyra í radiotólinum, so má hetta jú vera »sjónvarp«, minnist Jóhan Hendrik, sum legði sær orðið í geyma, til vit kanska einaferð fóru at fáa »fjernsyn« í Føroyum »Orðabókin« fór í grind Dreymin um eina føroyska ein­ málsorðabók slepti Jóhan Hendrik W. Poulsen tó ongantíð, og heimafturkomin frá lestrarørindum í Íslandi fyrst í sekstiárunum, hevði hann eitt hugskot við sær. ­ Í Íslandi plagdi eg at lurta eftir eini sending sum æt »Íslendskt mál«, har nøkur orðabókafólk heittu á fólk um at senda inn orð. Heimafturkomin fór eg tí til Niels Juul Arge, útvarpsstjóra, og spurdi, um hann kanska vildi hýsa eini líknandi sending um føroyskt mál í Útvarpi Føroya. Hann var fúsur beinanvegin, og tað var hann, sum gav sendingini heitið »Orðabókin«. Endamálið Jóhan Hendriki W. Poulsen við sendingini var at koma á tal við fólk kring alt landið um orð og orðafelli, sum savnið til føroyska orðabók á Føroyamálsdeildini ikki var nógv væl statt við. Sum mongum kunnugt bleiv »Orðabókin« sera væl umtókt, og var hon at hoyra eina ferð um vikuna líka frá 1969 til 1993. 198 sendingar bleiv tað til í alt og úrslitið var, at heili 12.000 orð og merkingar, sum ongantíð høvdu verið skrivað niður fyrr, komu afturat savninum til føroysku orðabókina, sum kom í 1998. ­ Tað var stuttlig at uppliva, hvussu ótrúliga væl fólk tóku undir við sendingini. Og hon spøkir enn, tí hóast meir enn 15 ár eru liðin, síðani eg gavst við Orðabókini, koma fólk enn til mín og nevna orð, tey halda, áttu at verið tikin upp í sendingini. Eisini í aðrar mátar setti sendingin síni spor, tí tað er neyvan nøkur loyna, at sum frá leið bleiv málfrøðingurin ofta bara kallaður Orðabókin. Jóhan Hendrik W. Poulsen flennir. ­ Ja, onkur hevði enntá sæð, at Orðabókin var farin í grind. Og nú siga tey mær, at børnini hjá okkum ofta eisini verða umtalað sum sonur ella dóttir Orðabókina, sigur Jóhan Hendrik, sum tó ongantíð hevur tikið hetta kelinavnið illa upp ­ Nei, vælsignað. At verða nevndur Orðabókin taki eg sum ein heiður, sigur máfrøðingurin við einum smíli. Fjølmiðlar størsta framstigið Hóast Jóhan Hendrik W. Poulsen ikki vil kalla seg stríðsmann, tá tað ræður um málkjak, hevur hann ofta verið í brennideplinum, tá harðast hevur leikað á. Eitt nú hava mong hildið hann verið í so skjótan at leita til íslendskt, tá brúk er fyri nýggjum orðum á føroyskum. Sjálvur ásannar málfrøðingurin, at vit eiga at ansa eftir, at vit ikki gerast ov bundin av at leita til íslendskt eftir málsligum íblástri. Hinvegin heldur hann tað vera nátúrligt at kaga yvir til grannan í vestri í royndini at røkja føroyska málið. ­ Íslendingar hava altíð verið málrøktarfólk við tí úrsliti, at íslendskt er eitt tað best røkta málið í heiminum. Vit eru heppin, at vit náddu at bjarga føroyska málinum. Stóra avbjóðingin nú er at varðveita tað við at røkja tað væl, og har kunnu vit læra nógv av íslendingum, heldur Jóhan Hendrik Spurdur, hvat hann heldur vera størsta framstigið fyri menningina av føroyska málinum, er málfrøðingurin ikki í iva. ­ Tað er, at vit hava fingið fjølmiðlar á føroyskum. Gamaní kundu miðlarnir havt gagn av meir málsligari ráðgeving, men tað, at vit hava føroyska fjølmiðlar, hevur ómetliga stóran týdning, tí tað er tað, fólk lesa og hoyra hvønn dag. Ein tjóð, sum hevur stríðst fyri at varðveita sítt egna mál, má sjálvandi eisini hava fjølmiðlar, sum brúka tjóðarmálið, sigur Jóhan Hendrik W. Poulsen avgjørdur. Størstu hóttanina móti føroyska málinum heldur hann koma frá donskum og enskum. Meðan danskt við sínum søguliga leikluti sum »harramál« altíð hevur verið ein hóttan móti føroyskum, eiga vit í dag at vera eins nógv á varðhaldi mótvegis enskum. ­ Eitt nú fati eg ikki, at tað yvirhøvur hevur verið upp á tal at lata enskt fáa ein størri leiklut sum brúksmál á Fróðskapar­ setrinum. Um móðurmálið skal skúgvast til viks sum frálærumál á okkara hægsta undirvísingarstigi, er veruliga vandi á ferð, sigur málmaðurin, sum tó ikki ætlar sær at sparka allar fremmandar málbóltar út aftur úr málinum. ­ Vit eiga at duga at taka ímóti fremmandu orðunum antin við at týða tey ella við at geva teimum eitt snið, sum hóskar føroyskum. Málið er ein livandi vera, sum ávirkast og broytist allatíðina, og tí hava vit eisini brúk fyri ráðgeving, so málið ikki fer av lagi. Eitt livandi mál hevur hinvegin ikki gleði av einum evsta mynduleika, sum áleggur fólki eitt ávíst málbrúk, sigur Jóhan Hendrik W. Poulsen. Sambært professaranum hava slíkir mynduleikar nevniliga lyndi til at styggja vanlig fólk frá sær, og so er lítið vunnið, tá tað jú eru vit vanlig fólk, sum skul brúka og halda føroyska málinum á lívi. Heiðra »Orðabókini« Leygardagin klokkan 15 verður almen móttøka í Læraraskúlahøllini, har Jóhan Hendrik Winther Poulsen verður heiðraður við útgávuni »Orðabókin», í sambandi við at hann fyllir 75 ár hendan dagin ” Størsta framstigið fyri føroyska málið er, at vit hava fingið fjølmiðlar á føroyskum ” Eg eri ikki ílatin, fyrr enn eg havi stungið lummabókina uppá meg at skriva orð í - Sum smádrongur bleiv eg altíð so ótolin, um eg ikki skilti, hvat fólk søgdu. Eg haldi, at mín áhugi fyri málinum vaknaði longu tá, sigur Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari í málfrøði Mynd: Jens K. Vang