Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2009 Sandoyggin er eftir øllum at døma uttan fyri lóg og landaskil. Seinastu mánað­irnar hevur Sosialurin skrivað­ um fleiri brotsverk, har sýslumað­urin ikki hevur møtt upp, hóast fólk hava ringt eftir honum RættaRtRygd Rigmor Dam / Rógvi Nybo Rigmor@sosialurin.fo / Rogvi@sosialurin.fo Sandoyingar eru í neyð av sýslumanninum í oynni. Sambært fólki, sum vit hava tosað við, verða tey ikki tikin fyri fult, tá tey ringja eftir hjálp. Hetta samsvarar væl við tað, sum vit leingi hava havt illgruna um her á blaðnum. Alt ov ofta verður væntandi uppmøtingin hjá sýslu­ manninum nevnt, tá vit skriva um brotsverk í oynni. Í minsta lagi fýra ferðir seinastu mánaðirnar hevur Sosialurin skrivað um lógarbrot á Sandoy, har sýslumaðurin í oynni var partur av trupulleikanum. Ikki sum brotsmaður, men sum hann, sum als ikki ella alt ov seint reageraði, tá fólk vendu sær til hansara. Vit kunnu eitt nú nevna málið um leysgangandi hundar í Skopun frá august 2008, har fólk fleiri ferðir høvdu klagað, og sum endaði við, at ein smágenta varð bitin í andlitið. Síðst í februar var aftur galið, tá tveir mans vóru farnir til hendurs í Skopun. Hóast annar maðurin varð bukaður sundur og saman við einari jarnstong og ringdi til politiið um hjálp, vísti sýslumaðurin hann bara til kommunulæknan. Eitt annað mál, sum vit umrøddu mitt í februar, snúði seg um klandur um feitilendi, sum endaði við, at menn skutu seyð hjá hvørjum øðrum. Heldur ikki her var løgreglan á staðnum komin stríðandi pørtunum til hjálpar, hóast teir fleiri ferðir høvdu kært sína neyð. »Hatta er tykkara trupulleiki« Fjórða málið, sum Sosialurin hevur umrøtt av Sandoynni seinastu tíðina, fór fram farna vikuskiftið. Lokala ítróttarfelagið B71 skipaði fyri almenna tiltakinum “KomVið” á sandinum á Sandi. Tiltakið var sum heild væleydnað, við eini 1000 glaðum summargestum. Men, sum so ofta, tá nógv fólk koma saman, fóru mans til hendurs. Ikki bara tveir, men tað, sum vit á góðum føroyskum rópa bunka­ bardagi. Bardagin var rætti­ liga ógvusligur – millum annað fekk onkur fram­ tenninar slignar út. Eisini hesaferð vóru boð send eftir sýslumanninum, sum svaraði, at hann vildi ikki fara inn á økið, har tiltakið var. Innanfyri hegnið máttu fyrireikararnir sjálvir taka sær av trupulleikum. Ein fyrireikari forklárar: ­ Tá ein av okkum ringdi til 112, vóru við umstilla til politiið á Sandi, fyri at fáa hann at koma á staðið eftir monnunum sum bardust. Tá fingu vit greið boð frá politinum á staðnum, at tað sum gekk fyri seg innanfyri innhegnaða økið var okkara trupulleiki og ikki hansara. Tann sum ringdi til politiið segði, at tað var ógjørligt, tí sjálvt um teir blivu koyrdir av økinum, so vóru teir inni aftur, áðrenn man visti av. Men politiið segði, at tað var ikki hansara trupulleiki og at hann kom okkum ikki til hjálpar, greiðir ein av fyrireikarunum, sum tó ynskir at vera dulnevndur, frá. Sandoyggin uttan fyri lóg og landaskil ES-umsóknin seinkað Tá íslendska stjórnin legði uppskotið um samráðingar við ES fyri Altingið, var ætlanin at fáa eina skjóta viðgerð har, so stjórnin kundi senda umsóknina til Bruxelles fyrst í juli. Síðani viðgerð­ ina í Altinginum hevur uppskotið verið í uttanríkisnevndini, og nevndin hevur nú boðað frá, at hon verður ikki liðug við við­ gerðina fyrr enn í næsta mánaði. Altingið hevur fingið umleið 80 viðmerkingar til uppskotið, og formaðurin í uttanríkisnevndini, Árni Þór Sigurðsson, sigur við Vísir, at nevndin fer at brúka ta tíð, sum er neyðug til viðgerðina, og at hon verður ikki liðug fyrr enn í næsta mánað. Kravdu formannin frá Tá Finn Karlsen fyrr í vikuni boðaði frá, at hann hevði gjørt av at fara frá sum formaður í grønlendska flokkinum Atassut, ljóðaði tað, sum at tað var ein avgerð, sum hann sjálvur hevði valt at taka. Men nú avdúkar Jensine Berthelsen, næstformaður, at formaðurin legði frá sær, tí nakrir limir í flokkinum kravdu hann frá. Við kringvarpið KNR sigur hon, at tað seinastu tíðina hava ávísar kreftir í flokkinum mótarbeitt formanninum uttan um floksleiðsl­ una og lokalfeløgini. Tað var orsøkin til, at Finn Kalrsen legði frá sær, sigur Jensine Berthelsen. Atassut fyrireikar nú eykalandsfund at velja annan formann.