Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 6 Nr. 115 • 19. juni 2009 Bjarni Mikkelsen Lívfrøðingur Ein dagin í oktober fekk Føroya Náttúrugripasavn fyrispurning frá manni, ið ein illveðursdag hevði tikið mynd av einum kópi, sum spældi í briminum – hvat var tað fyri gátufør dós við antennu, sum sat á grúkinum? Jú, tað kundi skjótt staðfestast, at hetta var ein av tíggju kópum, ið eru merktir við fylgisveinasendarum seinastu tvey árini. Hetta er gjørt fyri at kanna ferðingarmynstrið hjá føroyska kópinum Tað var undir bakkanum í Koltri, at kópurin var avmyndaður henda ill fýsna dagin í oktober í fjør. Ein dagin í juli hevði hon – tað var ein opna – svomið smidlig og óttaleys í sjóvarmálanum í Lok loysi vestantil á Sandoynni. Hon hevði ikki minsta gruna um, at henda dagin høvdu fólk frá Náttúru gripa savninum sett eitt garn júst har, hon kom svimjandi. Og hon varnaðist ikki garnið fyrr enn ov seint var. Hon verður kvikliga loyst úr garni num og fingin niður í ein tætt mesk aðan netaposa, soleiðis at hon ikki fær bitið frá sær. Um borð á bátinum verður hon var l iga spent føst á plátu við fleiri spennum, soleiðis at hon ligg ur still. Síðan verður hon vask að um grúkin, til ullin skínur. Hetta er umráðandi, tí límið stadn ar eftir 10 minuttum, og fylgi sveina send­ arin má haldast stillur og fast at reinu ullini, fyri at fáa best møgu­ ligt festi. Og so á sjógv aftur, kanska eitt sindur fjáltrað, tí hetta var ikki gerandiskostur, ið henni varð fyri. Men alt gekk væl hesa ferð eisini. Hvørki fylgisveinasendarin ella framferðarhátturin, ið hevur lands djóralæknans vælsignilsi, ávirka kópin nevnivert. Sendarin losn ar av aftur komandi vár, tá ið opn an losar. Kópur á ferð So er gerandisdagur aftur. Hon leggur út á ferð, óvitandi um at Kópurin, sum s Mynd 4 Kópur við fylgisveinasendara