fríggjadagur 19. juni 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 115 - 19. juni 2009
Sýslumaðurin í
Sandoynni, Høgni
í Dali, vísur øllum
atfinningunum frá
sær. – Eg kann ikki
vera allastaðni í senn,
sigur hann millum
annað
Rættartrygd
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
At sandoyingar skulu vera
komnir í neyð av sær, skilir
Høgni í Dali einki av.
Sosialurin hevur fyrihildið
sýslumanninum tey dømini,
ið verða nevnd aðrastaðni
her
á
síðunum,
men
einkultvís skjýtur Høgni í
Dali atfinningarnar frá sær.
- Tá eitt felag velur at
skipa fyri einum slíkum
tiltaki sum »KomVið«, so
eiga fyriskipararnir sjálvir
at skipa fyri vaktarhaldinum
við økinum. So tað eru teir
sjálvir, ið hava ábyrgdina
inni á økinum, har tiltakið
er. Hetta eru krøv, ið verða
sett øllum, sum skipa fyri
slíkum tiltøkum, greiðir
Høgni í Dali frá.
Eisini Jón Klein Olsen,
politiinspektørur, vísir á
júst hetta, at tá slík tiltøk
verða fyriskipað, so eru tað
fyriskipararnir,
ið
hava
ábyrgdina av, at tað er
nøktandi vaktarhald við
økinum, og at tað inni á
sjálva økinum eru fyri
reikararnir – og ikki politiið
– ið hevur ábyrgdina.
- Men vísir tað seg
soleiðis, at kontrollørarnir
eftir veruliga at hava roynt,
ikki fáa tamarhald á støðuni,
so er tað sjálvandi ábyrgdin
hjá politinum at koma til
hjálpar, greiðir Jón Klein
Olsen frá.
Sýslumaðurin í Sandoynni
greiðir frá, at hann var á
staðnum um vikuskiftið, og
koyrdi framvið har fleiri
ferðir. Hann greiðir frá, at
tað sá út til, at øll fyriskipan
var í lagi. – Eg sá, at har
gingu kontrollar í vestum,
og har sá alt út til at vera í
lagi, greiðir hann frá, men
heldur áfram: – Eg giti
bara at veruligi trupulleikin
er tann, at kontrollarnir ikki
hava viljað lagt seg ímillum
henda bardagan. Tað veit eg
ikki, men eg giti mær til
tað, sigur Høgni í Dali.
Sum
skilst
er
ein
afturvendandi trupulleiki í
Sandoynni tann, at tað eru
nakrir ávísir menn úr einu
bygdini, ið hava tað fyri at
ganga í dans við eittans
endamáli – at berjast. Tað
skilst, at talan eisini var um
hesar somu menninar hetta
vikuskiftið, og at tá teir ikki
fáa øst onkran upp, berjast
teir innanhýsis.
Hetta tykist vera ein
trupulleiki fyri sandoyingar
í náttarlívinum, men eftir
øllum at døma nyttar lítið at
biðja kontrollar ansa eftir
teimum, og løgreglan hevur
einki at gera inni á økinum.
Ikki mín uppgáva
Í samband við hini málini,
ið Sosialurin eisini vísir á,
vísir Høgni í Dali eisini
aftur, at hann hevur gjørt
nakað skeivt.
- Í samband við hasar
hundarnar,
so
er
tað
uppgávan hjá kommununi
at taka sær av leysum
hundum. Sum politi fari eg
ikki at renna eftir hundum
fyri kommununa, tað er
ikki mín uppgáva. Og at eg
ikki var í haganum júst tá
hasir menninir fóru til
hendurs, tað er einki at siga
til. Tað er langt hiðani, og
bardagin var av, tá eg kom á
staðið. Eg kann ikki vera
allastaðni í senn, sigur
Høgni í Dali.
Jón Klein Olsen,
politiinspektørur,
heldur als ikki at
sandoyingar skulu
føla seg ótryggar.
– Sandoyggin er eins
væl vaktað og aðrar
oyggjar, staðfestir
hann
Rættartrygd
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
At sandoyingar kenna seg
ótryggar og óvardar av
lógini,
heldur
politi
inspektørurin Jón Klein
Olsen als ikki vera í lagi.
- Eg kann bara stað
festa, at óansæð tíðs
punkt, so kann løgreglan
vera á staðnum næstan
beinanvegin.
Í samband við eina aðra
grein tann 26. februar, tó
við
somu
ákærum,
staðfesti sýslumaðurin í
Sandoynni, Høgni í Dali,
at tað var avmarkað, hvat
hann hevði tíð til.
- Eg eri einsamallur um
arbeiðið, og eg havi 37
tímar um vikuna. Eg
royni sum frægast at
tillaga
løgregluarbeiðið
eftir tímunum sum eg
havi. Tað vísir seg jú sum
at alt er pengar, og eg má
halda meg til teir tímar,
ið eg havi. Kortini verður
nógv arbeitt yvir, tí tað er
í heilum at eg verði
forstýraður, tá eg eigi at
hava frí, segði Høgni í
Dali tá.
Tá
sýslumaðurin
í
Sandoynni greiðir frá, at
hann bert hevur 37 tímar
um vikuna, sum hann má
leggja væl til rættis,
merkir tað so at Sand
oyggin er óvard restina
av vikuni?
- Nei, tað kann eg bein
anvegin staðfesta, at tað
ger tað ikki. 37 tímar er
normal arbeiðsvika, men
um neyðugt, kann hann
arbeiða meira enn tað,
skuldi tað verið neyðugt.
Tá eingin politistur er til
arbeiðis á Sandoynni, er
tað so politiið í Havn, ið
hevur ábyrgdina av oynni,
og
vit
hava
avtalur
soleiðis at vit kunnu vera
á oynni innanfyri minuttir.
Sandoyingar eru als ikki
verri vardir enn aðrir
borgarar,
leggur
Jón
Klein Olsen dent á.
Vilja altíð betra seg
Jón Klein Olsen vil als
ikki vísa aftur nøkrum av
teimum
ákoyringunum,
ið eru móti løgreglu
arbeiðinum á Sandoynni,
men hann vil ikki koma
so nógv inn á tey einkultu
málini.
- Men tað er ikki í lagi
at tey føla seg ótrygg.
Um so er, at alt ikki virkar
nóg væl á Sandoynni, so
vilja vit altíð royna at
betra tað, staðfestir Jón
Klein
Olsen,
politiin
spektørur.
Eg kann ikki
vera allastaðni
Sýslumaðurin í Sandoynni, Høgni í Dali, heldur ikki at hann kann lastast fyri allar
ákoyringarnar, ið koma frá sandoyingum
Savnsmynd
Sandoyggin í
tryggum hondum
Tað er ikki í lagi at
sandoyingar kenna
seg óvardar, heldur
Jón Klein Olsen,
politiinspektørur
Savnsmynd
Semja um brúgv
Um níggju ár verður tað koyrandi tvørtur um Femern-sundið
millum donsku oynna Lolland og týsku oynna Femern. Tað er
greitt, eftir at týska stjórnin nú hevur samtykt at gera verkætl
anina saman við dønum. Verkætlanin fer at kosta 41 milliardir
krónur, og av hesum skal Danmark rinda 35 milliardir. Hinar
seks fara til neyðuga vegagerð í Týsklandi. Tað er kortini ikki
tann danski ríkiskassin, sum skal rinda, men stjórnin skal veita
trygd, so tað almenna felagið, sum skal byggja brúnna, kann
læna pengarnar. Danski staturin yvirtekur so brúnna, tá lánið er
goldið, og tað verður ætlandi í 2043. Brúgvin um Femern-sund
ið verður umleið 20 kilometrar long, og arbeiðið byrjar í 2012.
Heimsins elsti deyður
Heimsins elsti maður, japanin Tomoji Tanabe, doyði í morgun.
Tanabe var farin at nærkast teimum 114, men í morgun orkaði
hjartað ikki meiri. Tann hann fylti 113 tann 18. september í fjør,
segði hann, at loyndarmálið aftan fyri hansara høga aldur var, at
hann hevði altíð havt góðan matarleyst, men at hann hevði etið
heilsugóðan mar. Brennivín og tubbak rørdi hann ikki. Nógvir
japanar liva leingi, og serfrøðin heldur, at tað kemst av, at teir eta
nógv rís og grønmeti og nógvan fisk. Heimsins elsta fólk er
Gertrude Baines, sum býr í Los Angeles. Hon er 115 ár.
Heimsins elsti maður er nú sambært BBC bretin Henry
Allingham, sum fylti 113 tann 9. í hesum mánaðinum.