Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 7 Nr. 115 • 19. juni 2009 slóð in eftir hana endar á teldu í Havn. Hon er nógv vestan fyri Sand oynna, sum víst á 1. mynd, har hon reikar á økinum millum Høvda sund og Søltuvík. Men av og á fer hon so ein túr til Dímu n­ ar, og kanska ein lítlan túr víðari til Lítlu Dímun. Og so aftur móti Lok loysi; kanska hon steðgar und­ ir Skúvoynni. Onkran dag er hon nakað úr landi. Men kortini er hon fyri tað mesta vestanfyri. Og so gong ur leiðin til Kolturs. Á einum av teimum seks túrunum hagar rak ar maður við hana. Hin føroyski kópurin hevur eitt sið bund ið ferðingarmynstur. Hann er heimkærur og heldur nógv til á sínum yndisøki, har hann eisini hev ur eitt gott stað at leggja seg á land. Tá ið útlongsil kemur á hann, ja, so vitjar hann tey somu tvey­ trý økini uppaftur. Honum dámar best at ferðast tætt undir landi, og hann fer ikki langt úr landi eftir føðini. Kanska dámar honum ikki at missa land úr eygsjón. Ella kanska hevur hann ikki fyri neyðini at fara longri út­ frá. Hetta er niðurstøðan, eftir at farleiðin hjá tíggju kópum, í uml. sjey mánaðir fyri hvønn kópin, er sett á kort. Tú kundi kanska havt væntað, at kópurin var eitt rekavætti, ið strýkur runt oyggjalandið, ið hóast alt ikki er stórt! Nei, kóp­ urin hevur síni yndisøki. Hetta eru tey øki, ið kópurin kennir allarbest og har hann kennir seg heima; eyð sæð tí hann er trúfastur við tann stað, har hann einaferð varð lagd ur? Kópur má sigast at vera heim­ kær ur, og tað skerst ikki burtur, at honum dámar best í briminum! Kvidnar opnir Gamalt er, at kópur fer á látrini at látrast um mikkjalsmessu. Í 2008 eydnaðist at merkja tríggjar kynsbúnar opnur. Tað var sjónskt, at tvær opnur úr Nólsoy bóru hvølp, meðan tað var meira ivasamt, um hin triðja úr Sandoy var kviðin. Spennandi var at fylgja við ferðingini, sum heystið leið, at vita nær og hvar opnurnar fóru at leggja. Ávikavist frá 29. sep tember og 22 dagar fram og frá 10. oktober og 17 dagar fram fekst ikki samband við opnurnar úr Nólsoy. Sum sæst á 2. mynd, so vóru tær í Nólsoy beint fyri og eftir, so mest sannlíkt er, at tær hava lagt har. Somuleiðis var opn an úr Sandoynni, ið ikki fekst sam band við frá 6. november og 15 dagar fram, stødd í sama stað, sum hon varð merkt. Bæði tíðin á ári num og tíðarbilið, ið opnurnar vóru á látrunum, samsvarar við tann kunnleika, ið er tøkur um látur kóp í grannalondunum. Yndisøki Undir Mykineshólmi eru flesjar, har ofta fitt av kópi er at síggja. Hóast eingin kópur var merktur í Mykinesi, so legði helmingurin av merktu kópunum leiðina fram við minst einaferð. Hetta stað fest ir bara, at Mykines er eitt yndis­ øki hjá kópi, og at kópurin, ið stund um er nógvur undir oynni, er kom in úr øðrum oyggjum eisini. Kann ingin hevur somuleiðis víst, at Fugloy og Dímun eru øki, har kópur javnan ferðast til. Láturkópur heldur mest til á brim­ pláss um, og honum dámar kanska best friðsæluna á útoyggj. Heimsins minsti stovnur Føroyski láturkópastovnurin, ið allar helst er minsti sjálvstøðugi stovn ur, er mettur at vera 2­3.000 kópar. Stovnurin er ongantíð mett ur vísindaliga. Aðrastaðni meta tey láturkóp við at telja nósar nar, og so rokna tey stovnin við støði í lutfallinum millum nósar og eldri kóp. Kanningin av ferð ing ar mynstr­ i num hjá látur kópi, ið er fíggjað av Gransk ing ar ráðnum, er lið ur í størri æt lan at fáa mett stovn in við Før oyar. At kenna stovns­ stødd ina er týdningarmikið, tá ið um sit ingarlig fyrilit skulu takast og tá ið metast skal um, hvat pláss kópur hevur í vistskipanini. Kann ingin hevur givið fyrstu upp­ lýs ing arnar um ferðing hjá og út­ breiðs lu av føroyska kópinum í tíð og stað. Hetta er hent vitan, tá ið før oyski kópurin skal setast í ein stør ri vistfrøðiligan samanhang. Hildið hevur verið, at samband møgu liga er ímillum láturkóp í Føroyum og ein nógv størri stovn í Bretlandi. Men kanningin vísir tvørturímóti, at føroyski látur­ kóp ur in er sera støðufastur, og at honum dámar best í briminum heima á klettunum – eins og av­ mynd aða kópinum í Koltri. Er áhugi fyri at vita meir um ferðingina hjá teimum tígg ju kópunum og um kann­ ing ina annars, ber til at vitja heimasíðuna hjá Náttúru gripa­ savn inum, www.ngs.fo. pældi í briminum Mynd 2 Ferðingarmynstrið hjá kvidnu opnunum Mynd 3 Ferðingarmynstur hjá fýra kópum Mynd 1 Ferðingarmynstur hjá trimum kópum, harímillum avmyndaða kópinum úr Koltri (blá strika Positiónin hjá kópunum fæst frá fylgisveinum, ið sveima 850 km uppi í luftini. Sendarin er forritaður til at byrja at senda klokkan sjey á morgni, og hann sendir fyri hvørji 45 sekund, tó bert um kópurin er undan, inntil hann hevur sent 250 ferðir. Fylgisveinar brúka móttiknu signalini at meta um, hvar hvør einstakur kópur er staddur. Neyvleikin hjá eini positión er knýttur at, hvussu nógv signal ein fylgisveinur hevur móttikið. Fylgisveinurin sveimar yvir kópinum í uml. 10 minuttir. Náttúrugripasavnið fær upplýsingarnar um kóparnar um alnetið. Bert positiónir, ið eru neyvari enn 1000 metrar, verða nýttar til at seta farleiðina á kort. Fakta: Fylgisveinar smetta