hósdagur 18. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 201 - 18. oktober 2001
Nr. 201 - 18. oktober 2001
3
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Mikudagin lá verksmiðju-
trolarin
Vesturvón
við
frystigoymsluna í Kolla-
firði og legði upp svart-
kalvaveiðuna,
sum
teir
seinastu tveir og ein hálva
mánaðin
hava
veitt
í
Eysturgrønlandi.
- Vesturvón hevur veitt av
eini kvøtu, sum Fiski-
málastýrið hevði liggjandi
og
fiskiskapurin
hevur
verið hampuligur. Teir hava
348 tons inni. Tað hevur
ikki verið vanligt, at før-
oysk skip hava veitt svart-
kalva í Eysturgrønlandi.
Hetta er fyrstu ferð at vit
leggja veiðuna upp hjá
nýggja frystihotellinum í
Kollafirði. Vit heinta inn
tilboð frá frystivirkjunum í
landinum og hesuferð var
Klosterboer í Kollafirði
bíligast, sigur Ólavur Peter-
sen, reiðari á Vesturvón.
Vesturvón fer nú eystur
eftir og hetta verður helst
seinasti túrurin í ár. Teir
eiga 200 tons av rundum
fiski í russiskum sjógvi og
100 tons av flatfiski. Tað
ljóðar hampuligt frá fiski-
skapi í Barentshavinum í
løtuni.
- Árið í ár hevur slett ikki
verið so galið og vit rokna
vit at fáa sama úrslit sum í
fjør, sigur Ólavur Petersen,
reiðari.
Vesturvón leggur 348 tons av svartkalva upp í Kollafirði
Mynd: Jonhard Hammer
Vesturvón aftur
úr Eysturgrønlandi
Edward Fuglø, sum
júst hevur fingið eina
norðurlendska
barnabókaheiðursløn
, sigur, at ein slík
heiðursløn pliktar
hann at gera enn
meira við listina
HEIÐURSLØN
Stefan í Skorini
Ein av fremstu listamonn-
um okkara, klaksvíkingurin
Edward Fuglø, hevur fingið
barnabókaheiðurslønina,
sum norðurlendska skúla-
bókavørðafelagið
letur
einum rithøvundi ella lista-
fólki á hvørjum ári.
Hesa heiðursløn hevur
hann fingið fyri sínar
tekningar í fýra føroyskum
barnabókum,
sum
eru
givnar út seinastu seks
árini.
Bøkurnar eru Bókstav-
irnir hjá Sigurdi Joensen
frá 1995, Villini súgdjór í
Útnorði hjá Jenny Lydersen
frá 1999, Det vingede
mørke hjá Williami Heine-
sen frá 2000 og Vinmenn,
sum er bók við fimm
kvæðum, ið varð útgivin í
ár.
Tað var ein samd dóms-
nevnd, ið tók avgerð um at
heiðra Edward Fuglø. Hon
segði millum annað í
grundgevingini, at "verkini
hjá Edwardi sýna hansara
óvanliga góðu listarligu
evni".
Herðaklapp
– Hetta er heilt avgjørt eitt
stórt herðaklapp at fáa sum
listamaður, sigur Edward,
sum býr í Klaksvík. Hann
leggur tó dent á, at ein slík-
ur heiður pliktar hann til at
gera enn meira við mynd-
listina.
– Nú skal eg royna at liva
upp til hesa heiðurslønina,
sum kanska kann sigast at
vera eitt blátt stempul fyri
meg. Hóast eg havi fingið
heiðursløn, so havi eg nógv
eftir at læra sum lista-
maður.
Edward er nú so smátt
farin at gera um seg í
Norðurlondum. Beint eftir
at tað var almannakunn-
gjørt, at hann hevði fingið
hesa heiðurslønina, fekk
hann eina áheitan úr Íslandi
um at geva bókina Villini
súgdjór í Útnorði út í
Íslandi. Tað er tó Føroya
Skúlabókagrunnur,
sum
tekur støðu til hetta. Eisini
hava nakrar myndir av
klædningum við fugla-
høvdum vakt stóran ans í
Svøríki.
Hóast Edward nú er
meira
kendur
uttanfyri
landaoddarnar, sigur hann
seg bara gera sítt besta í
øllum førum uttan at hugsa
so nógv um, hvar listin
røkkur, og hvør áskoðarin
er.
Góð reklama
Heiðurslønin
er
ikki
peningur, men ein plakat og
eitt heiðursprógv. Plakatin
er ein samanseting av fleiri
tekningum hjá Edwardi, og
hann hevur sjálvur gjørt
hana.
Henda plakatin verður
send runt til øll Norður-
lond, og tí er hetta góð
reklama fyri 36 ára gamla
listamannin. Umframt pla-
katina ger norðurlendska
skúlabókavørðafelagið
eisini
ein
faldara
við
upplýsingum um Edward,
og hann verður sendur út
saman við plakatini.
Edward er einaferð fyrr
heiðraður fyri listarliga
virksemi sítt. Tað var í
1995, tá hann fekk barna-
bókavirðisløn Tórshavnar
Býráðs. Annars hevur hann
verið í uppskoti til eina
Robert-virðisløn fyri bún-
arnar í føroyska filminum
Bye, bye Bluebird hjá
Katrini Ottarsdóttir.
Edward hevur lisið á
Skolen for Brugskunst í
Danmark frá 1987 til 1991
og
hevur
arbeitt
við
sjónleiki, filmi og sjónvarpi
í Danmark, Íslandi og í
Føroyum.
Hann
hevur
eisini teknað til bøkur og
gjørt plakatir og postkort.
Harumframt
fæst
hann
eisini við at mála, og tað
vísir, at hetta er ein fjøl-
broyttur listamaður.
Dómsnevndin
hevur
fimm limir, sum eru úr
íslandi, Danmark, Svøríki,
Noregi og Finnlandi og
Føroyum. Gunnvør Joensen
umboðar
Føroyar.
Ein
føroyingur
hevur
fyrr
fingið hesa heiðurslønina,
og tað var Ólavur Michel-
sen í 1991 fyri bókina
Rossini á Skoradali, sum
hann skrivaði.
Edward Fuglø fær heið-
urslønina handaða á sam-
komu í Keypmannahavn
17. november.
Edward Fuglø, listamaður, heiðraður:
– Heiðurslønin pliktar
Klaksvíkingurin Edward
Fuglø hevur fingið
norðurlendska heiðursløn
fyri tekningar sínar í
føroyskum barnabókum. Eitt
stórt herðaklapp, sigur hann
sjálvur
Mynd: SáH
C
M
Y
K
3
2