hósdagur 18. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 201 - 18. oktober 2001
Nr. 201 - 18. oktober 2001
5
Sjónvarpsstøðini CNN
stendur í boði at seta
Osama bin Laden seks
spurningar. Hetta skal
gerast um støðina al
Jazeera, ið hevur umboð í
al Qaeda, sum USA skuld-
setur fyri at standa
aftanfyri atsóknirnar
tann 11. sept.
Dagfinn Olsen
Í gjøgnum al Jazzera og
al Qaeda stendur CNN í
boði at seta Osama bin
Laden seks spurningar.
Eitt sjónband við svar-
unum hjá bin Laden
verður sent aftur til al
Jazzera, sum síðani kann
senda hetta til CNN.
CNN sigur seg einki
vita um, hvussu al
Qaeda samskiftir við bin
Laden ella hvussu arab-
iska
sjónvarpsstøðin
hevur hugsað sær at
givið bin Laden spurn-
ingarnar.
CNN ger greitt, at har
góðtaka tey ikki nøkur
krøv frá bin Laden og
tey tryggja sær eisini, at
tey ikki eru noydd at
senda sjónbandið frá
honum.
Eisini
sigur
CNN, at aðrir fjølmiðlar
sleppa at nýta sjónband-
ið, um teir ynskja tað.
CNN
hevur
hesar
spurningar til bin Laden:
1. Talsmaður tín hevur
hálovað álopunum 11.
september,
har
fleiri
túsund ósek mistu lív, og
hevur hótt við fleiri álop-
um sum umfata flogfør
og bygningar. Hvussu
kunnu tú og viðhalds-
fólk tíni verja dráp á
ósek?
2. Hvønn leiklut hava tú
og al Qaeda í álopunum
11. september?
3. Hvønn leiklut hava tú
og tín felagsskapur í
miltálopunum?
4. Fingi nakrir av flog-
rænarunum tann 11.
sept., ella hjálparum
teirra, fíggjarligan stuð-
ul frá el Qaeda, hava teir
fingið venjing í legum
hjá el Qaeda í Afghan-
istan og var nøkur stjórn
ella felagsskapur við í
hesum?
5. Hevur tú áður eggjað
viðhaldsfólki til at ogna
sær
hópoyðingarvápn,
kjarnorku ella kemisk
vápn. Hava tit hesi vápn
og verða tey nýtt, um so
er?
6. Flestu muslimar og
arabiskir leiðarar og
muslimskir prestar siga,
at islam ikki rættvísger
slíkar atsóknir, sum tú
verjir. Teir fordøma teg
og
viðhaldsfólk,
og
sjálvútrópta
heilaga
kríggið. Hvat er títt svar
upp á hesar atfinningar?
Gronin á kavbátinum
verður ikki tikin upp
fyrr enn næsta ár
Ætlanin var, at "Kursk"
skuldi setast í turrdokkina á
flotastøðini
nærhendis
Murmansk í gjár, men
arbeiðið er nú útsett til um
vikuskiftið. Tað vísti seg, at
tann stóri prámurin, sum
heldur kavbátinum uppi,
megnaði ikki at lyfta bátin
nóg langt upp, til at hann
kundi koma inn í dokkina.
Tí er avgjørt at gera tvey
festi á kavbátin afturat.
Bjargingar prámurin
"Giant-4" skal so seta
kavbátin í turrdokkina. Tað
var "Giang-4", sum tók
tann 18.000 tons tunga
kavbátin upp av botninum í
Barentshavinum, har hann
hevði ligið á 60 favna dýpi
síðani tann 12. august í fjør.
Tá kavbáturin er komin í
turrdokkina, fara russiskir
serfrøðingar at kanna hann
og at taka tær 22 Granit-
rakettirnar út. Tey líkini,
sum framvegis eru umborð,
skulu eisini takast í land.
»Kursk« sakk eftir tvær
spreingingar, men eingin
veit enn við vissu, hvat
hetta
vóru
fyri
spreingingar. Nú vónar
russiski
herflotin,
at
kanningar av kavbátinum
kunnu avdúka, hví hann fór
til botns.
Samstundis hava russar
gjørt av at bíða við at taka
gronina á kavbátinum upp.
Hon bleiv sagað av, men
russiski herflotin heldur tað
ikki vera ráðiligt at taka
hana upp nú og hevur tí valt
at útseta hetta arbeiðið til
næsta ár.
Tað var als ikki
óvæntað, tá norska
Nobel-nevndin
boðaði frá, at hon
hevði valt at lata ST-
aðalskrivaranum Kofi
Annan ársins friðar-
heiðursløn. Tí Annan
er heiðurslønina
verdur
Tann 63 ára gamli ghanesin
hevur eina medferð og eitt
sinnalag, sum ger, at fólk
fáa álit á honum. Hann
loypur ongantíð framav, og
tað sigst, at sjálvt ikki tann
harðasti orðadrátturin kann
gera hann harðmæltan.
Hann er altíð kurteisligur
og hevur altíð virðing fyri
tí, sum hann tosar við, sama
hvussu langt er ímillum
sjónarmiðini. Hann var
tann sami, tá hann tosaði
við fremsta amerikanska
ST-mótstøðumannin, sena-
torin Jesse Helms, og tá
hann hitti Saddam Hussein
í Bagdad.
Júst hetta er hansara ar-
beiðsháttur. At tosa bein-
leiðis andlit til andlits við
hin partin, tí hansara áskoð-
an er, at tílíkar samráðingar
ella tílíkir fundir kunnu
loysa nógv trætumál og
mýkja fíggindar. Við sínum
frálíkum eginleikum at
tosa við fólk heldur hann
seg til tann siðiliga at-
burðin, men at halda fast
um síni sjónarmið.
Hesir eginleikar hansara
eru ikki komnir í sambandi
við starvið sum ST-aðal-
skrivari. Kofi Annan er ein
av teimum afrikanarunum,
sum við hollari útbúgving
hevur nomið sær viður-
kenning.
Hann vaks upp sum son-
ur ein av ættarhøvdingun-
um í heimlandinum Ghana.
Seinni fór hann at lesa
búskaparfrøði og tøknifrøði
á lærdum háskúlum í
Afrika, Genéve og í St.
Paul í USA. Sítt embætis-
prógv fekk hann á Massa-
chusetts
Institute
of
Technology í USA.
Sín egni harri
Maðurin, sum nú hevur
fingið Nobel-friðarheiður-
slønina, kennir ST-skip-
anina sum sínar egnu
brøkur, tí har hevur hann
arbeitt tað mesta av sínum
vaksnamannalívi.
Hann
hevur verið á vegamótum,
har
hann
hevur
verið
noyddur at taka tung tøk
við amerikansku leiðsluna,
bæði tá talan hevur verið
um pening og altjóða
sáttmálar - øki, har USA
ferð eftir ferð hevur verið
eitt haft um beinini á ST og
aðalskrivaranum sjálvum.
Løgið at hugsa sær, tí tað
var júst USA, sum gjørdi,
at Kofi Annan bleiv ST-
aðalskrivari. Í 1996 nýtti
amerikanska stjórnin sýt-
ingarrættin ímóti undan-
manninum
Boutros
Boutros-Ghali, sum annars
hevði verið einmælt aftur-
valdur. USA tók síðani
undir við Kofi Annan, sum
frammanundan hevði víst
sera góð evni, tá hann hevði
umskipað friðarvarðveit-
andi arbeiðið hjá heims-
felagsskapinum.
Tað er kortini eingin,
sum kann siga, at Annan
hevur verið ørindadrongur
hjá USA. Hann er sín egni
harri í bardaganum fyri ST
og tí fátæka partinum av
heiminum, haðani hann
sjálvur er ættaður. Hann
megnaði at gjøgnumføra
eina sera umfatandi verk-
ætlan, hvørs endamál var at
gera ST-skipanina virknari.
Hetta hevur m. a. havt við
sær, at nógv starvsfólk hjá
heimsfelagsskapinum hava
mist arbeiði, men ongantíð
hoyrdist nakar finnast at
avgerðum hansara.
Tað einasta, sum hann
kann lastast fyri, er, at hann
var í so seinur at leggja upp
í fólkamorðið í Rwanda.
Men hann var maður fyri at
viðurkenna mistakið og
hevur seinni roynt at bøta
um tað.
Svenska konu
Kofi Annan hevur eitt
serligt tilknýti til Norður-
lond. Hetta kemst fyrst og
fremst av, at hann hevur
svenska konu. Nana Annan,
fødd Lagergren, er skyld-
kona kenda svenska diplo-
marin Raoul Wallenberg,
sum hvarv undir seinna
heimsbardaga.
Svenska
sambandið
merkir tó ikki, at hann bara
ferðast í Svøríki, tá hann
kemur hendanvegin. Hon-
um dámar sera væl ta
norsku náttúruna, og Kofi
Annan er eisini millum
heiðurslimirnar í Norska
Ferðamannafelagnum.
Kofi Annan
– tann gløggi ghanesin
UTTAN ÚR HEIMI
Trupult at fáa »Kursk« í dokkina
Seks spurningar
til bin Laden
Mynd: Reuter
Mynd: Reuter
Mynd: Reuter
Heðin Mortensen,
tingmaður, hevur
spurt Óla Holm,
landstýrismann, um
ítróttarháskula í
Hoydølum. Land-
stýrismaðurin svarar
aftur, at hann hevur
góða tíð
FYRISPURNINGUR
Edvard Joensen
Óli Holm, landstýrismaður
við mentamálum, hevur
svarað fyrispurningi frá
tingmanninum
Heðini
Mortensen um ítróttarhá-
skúla í Hoydølum. Lands-
stýrismaðurin heldur, seg
hava góða tíð at viðgera
málið.
Spurningurin frá Heðini
Mortensen var soljóðandi:
» Tekur landsstýrismaðurin
undir við í framtíðini at
skipa økið við studenta-
skúlan í Hoydølum sum
ítróttarumsiting, ítróttar-
háskúla og breytir til fræls-
an ítrótt?«
Hann vísir í viðmerking-
unum á, at nú talan er um at
flyta studentaskúlan úr
Hoydølum út á Markna-
gilsvegin, verður økið í
Hoydølum tøkt til annað
endamál. Og her metir
hann, at frálíkt pláss er at
leggja ein ítróttarháskúla
við teimum møguleikum,
ein slíkur eigur at hava.
Heðin Mortensen metir
tað neyðugt fyri okkara
luttøku í altjóða ítrótti í
framtíðini, at vit hava ein
skúla, har vit kunnu út-
búgva bæði aktiv ítróttar-
fólk eins og venjarar og
leiðarar annars.
Hann vísir eisini á, at tað
eru partar av ítróttinum,
sum hava í so vánaligar
umstøður í dag. Serliga er
tað frælsi ítrótturin, sum
aftur verður tikin fram.
Í svari sínum til Heðin
Mortensen, løgtingsmann,
sigur Óli Holm, landstýris-
maður við undirvísingar-
og mentamálum, at spurn-
ingurin hevur verið við-
gjørdur í Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum, men
at eingin endalig avgerð er
tikin um, hvat økið í
Hoydølum skal brúkast til.
Hann er samdur við Heð-
ini Mortensen í, at skilagott
hevði
verið
at
fingið
hendan spurningin avklár-
aðan í góðari tíð, sigur
hann, men heldur hinvegin,
at tað er eins skilagott at
viðgera spurningin sera
gjølla og finna út av, hvat
økið annars kann brúkast
til.
Landstýrismaðurin sigur,
at tað ivaleyst eisini eru
onnur áhugamál, sum økið
og bygningarnir kunnu
brúkast til.
Landstýrismaðurin vísir
á, at bygningarnir eru í
ringum standi og skulu
hava stórar ábøtur, áðrenn
teir kunnu brúkast aftur. Tí
metir hann tað skilagot at
gera endaliga av, hvat teir
skulu brúkast til og so seta
teir í stand eftir tí.
Alt í alt metir Óli Holm,
landstýrismaður, at hann
hevur góða tíð at viðgera
málið, og tað fara tey so nú
at gera í Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum, sigur
hann í svarinum til Heðin
Mortensen.
At H71 skipar fyri
tiltøkum á torginum í
SMS er vorðið
afturvendandi tiltak
og nú er aftur eitt
tiltak. Umframt
tombola, er eisini
grøn vika á skránni
GRØN VIKA
Dagfinn Olsen
Stuðlafelagið
hjá
H71
skipar aftur í ár fyri tiltaki á
torginum í SMS. Talan er
um tombola við góðum
vinningum.
Umframt verður eisini
skipað fyri grønari viku í
samband
við
tombola-
spælið. Finnbogi Joensen
fer at siga frá um umhvørv-
isspurningar og hvussu
grønur skúli er settur á
stovn í Vestmanna. Sagt
verður frá, hvussu vit
kunnu gagnnýta burturkast
og kompostkassar verða
sýndir fram.
Hjúnini Bláhamar fara
eisini at sýna Enjo rein-
gerðingaramboð, ið gera
reint uttan nýtslu av sápu.
Í Noreg hevur ein
laksaútflytari fing-
ið stóra bót fyri at
hava selt ov vána-
ligan laks
BÓT
Dagfinn Olsen
Laksaútflytari í Horda-
landi í Noreg hevur
fingið 750.000 krónur í
bót, fyri at hava selt ov
vánaligan laks.
Orsøkin er, at ikki er
loyvt at selja so vána-
ligan laks sum manna-
føði, sigur løgreglan við
NRK.
Upprunaliga
varð
laksurin pakkaður sum
ídnaðarfiskur,
men
fiskaútflytarin
fekk
statstrygd fyri, at fisk-
urin var nóg góður.
Í Estlandi kom veru-
liga góðskan tó fram í
ljósið.
Bótin
uppá
750.000 krónur svarar til
virðið á laksinum. NRK
sigur, at hetta er fyrstu
ferð, at fiskaútflytari fær
bót fyri sølu av ov
vánaligum fiski.
Stamarar hava í ár-
avís leitað sær hjálp
á Sernámsdeplin-
um, men nú er
undirvísingin
niðurløgd. Stamar-
ar finna saman í
Høgættarfelagnum
og har fara tey at
taka henda spurn-
ing upp á almenn-
um fundi altjóða
stamidagin
STAMING
Dagfinn Olsen
Í mong ár hava fólk við
stamitrupulleikum leitað
sær serkøna hjálp á Ser-
námsdeplinum.
Men
hetta ber ikki til longur.
Eingin hjálp er at heinta
longur. Orsøkin er ein-
føld. Stamiundirvísingin
á Sernámsdeplinum er
nevniliga niðurløgd.
Hetta metir Høgættar-
felagið vera eina sera
óhepna støðu hjá stam-
arum at koma í. Fleiri
foreldur at stamarum er
ørkymlað og hava vent
sær til felagið.
Altjóða stamidagur
Felagið ætlar at umrøða
spurningin. Tann 22.
oktober er altjóða stami-
dagur. Tiltøk verða sett í
verk í øðrum londum og
eisini felagið hjá stam-
arum í Føroyum, Høg-
ættarfelagið, ætlar at
seta dám á dagin.
Limir, og onnur á-
hugað, eru vælkomin til
hugnakvøld
í
MBF
húsinum mánakvøldið
22. oktober klokkan
19:30. Har ætlar Høg-
ættarfelagið
millum
annað, at málið um
niðurløgdu undirvísing-
ina skal koma til um-
røðu.
Eingin hjálp
longur til
stamarar
Hevur ongan skund
Tað er góð tíð at finna út av, hvat økið í Hoydølum skal brúkast til, heldur Óli Holm, landstýrismaður
Mynd: Edvard Joensen
Bót fyri
vánaligan laks
Tombola og grønir dagar í SMS
C
M
Y
K
5
4