Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 201 - 18. oktober 2001 Nr. 201 - 18. oktober 2001 7 Sangskeiðið hjá Heimamissiónini savnar sangarar úr øllum landinum í viku um heystið. Á sangskeiðinum í ár venja tey m.a. eitt stórsligið norskt verk SANGSKEIÐ Orð og myndir: Heri á Rógvi Eini 180 sangarar, 90 børn og umleið 10 hjálparfólk av ymsum slag fylla hesa vikuna Leguhúsið í Nesvík. Tað eru heldur ikki bara børnini, sum geva ljóð frá sær hesar dagarnar. Á skránni hesa vikuna er nevniliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini. Sang- skeiðið hevur verið á hvørj- um ári síðani einaferð í sjeytiárunum, og í ár var mettár viðvíkjandi tilmeld- ing. Av ymsum orsøkum komu ikki øll, sum høvdu ætlað sær, men einir 180 sangarar er heldur ikki einki. Yngstu luttakararnir á sjálvum skeiðinum ganga í 8. flokki, og tann elsti luttakarin er omanfyri tey hálvfers. Hetta merkir eitt tað er eitt sera breitt og fjøllbroytt lið av sangurum, sum eru savnaðir í Nesvík hesa vikuna, greiðir Hans Jákup Hansen frá. Hann er leiðari fyri sangskeiðið í ár. Sjálvur sigur hann, at tað krevur so mikið av fyri- reiking og samskipan, at hann sjálvur ikki luttekur í sangvenjingunum. Til at leggja teimum mongu sangarunum lag á, so hava fyrireikararnir leit- að sær til Norra eftir ser- kønari hjálp. Tað eru teir báðir, Martin Alfsen og Leon Thorp Nielsen. Hesir eru báðir víðagitnir innan- fyri kórsang í Norra og aðrastaðni við. Báðir hava teir sínu egnu kór, sum teljast millum tey frægastu í Norðanlondum. Sangskeiðið snýr seg í orðsins rætta týdningi um at syngja og at læra meira um at syngja.Venjingar eru fleiri ferðir um dagin, har allir sangararnir eru savn- aðir. Fyri tað mesta er alt tað stóra kórið savnað, og dúgliga verður vant. Eisini er pláss fyri at vera eitt sindur sosialur ella sosial, og eisini eru møtir á skránni hesar dagarnar, har tað eru gestakór og talarar uttanifrá, sum vitja. Ikki er pláss fyri øllum í Legu- húsinum, so tey hava eisini lánt okkurt hús í granna- bygdunum. Við sær í skjáttuni úr Norra hava Martin og Leon eisini eitt rættiliga nýtt verk, sum kallast fyri »sjey døgn í Jerusalem«. Hetta verki venja luttakararnir á sangskeiðinum eisini. Tá Sosialurin vitjaði vóru tey í holt við at venja hetta verkið, sum í veruleikanum er eitt verk fyri tvey kór. Teksturin er týddur til før- oyskt, og henda dagin vit vitjaðu stríddist stóra kórið ella kórini við at venja partar av verkinum. Hans Jákup Hansen greiðir frá, at verkið er rættiliga fjøllbroytt hvat viðvíkur stíli. Hetta ger eisini, at hetta verkið eins og sangskeiðið er ein av- bjóðing fyri øll. Endabresturin á sang- skeiðinum verður leygar- kvøldið klokkan 19., tá ein konsert verður í Vestur- kirkjuni í Havn. Har verða partar av »sjey døgn í Jerusalem« umframt onnur verk sungin. Tey syngja fyri lívinum í Nesvík Kórleiðarnir eru teir báðir Martin Alfsen og Leon Thorp Nielsen, sum eru komnir úr Norra. Stórt sangskeið er hesa vikuna í Leguhúsinum í Nesvík. Stóra kórið venur m.a. norskt kórverk. Ferðslan við Gøtugjógv skal skipast betri. Í hesum sambandi eru gøtumenn farnir undir at breiðka vegin m.a. fyri at tálma ferðini VEGARBEIÐI Heri á Rógvi Nógv ferðslan er við skúlan við Gøtugjógv. Børnini hava lært seg at hyggja væl eftir bilunum, men tað er heldur ikki heilt vandaleyst at fara tvørtur um vegin niðanfyri skúlan. í øllum førum eru gøtumenn farnir undir at breiðka vegin niðanfyri skúlan. Vegurin skal gerast breiðari og eitt sindur skal fyllast upp. Vegurin er landsvegur, so tað er Landsverkfrøðingurin, sum stendur fyri arbeiðinum. Eftir hvat Sosialurin skilir, so er ætlanin at gera eitt nýtt busssteðgipláss. Eisini er ætlanin at gera nakrar sokallaðar oyggjar, soleiðis at ferðin hjá ferðsluni má minkast. Eftir hvat Sosialurin skilir, so vóru øll ikki lík a fegin um, at menn fóru undir at grava har um leiðir, tí hetta á ein hátt broytti býarmyndina. Onkur heldur hinvegin, at tað er í tøkum tíma, tá hetta er eitt stað, har bilarnir vanliga koyra sera skjótt. Gera vegforðing við Gøtugjógv Samgongan lækkaði blokkin meira, enn Sjálvstýrisflokkurin mælti til. Hálvt- hundrað milliónir úr blokkinum høvdu nú verið góðar at havt til fólkapensión, heldur formaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum FÓLKAPENSIÓN Edvard Joensen Sjálvstýrisflokkurin fekk ikki undirtøku fyri at lækka blokkin við 300 milliónum krónum komandi fíggjarár. Restin av samgonguni vildi hava størri lækking, og ein politisk semja gjørdi so, at blokkurin lækkaði 356 milliónir krónur. Høvdu tær 56 milliónirnar, sum hann lækkaði meira enn uppskot Sjálvstýrisfloksins, nú verið tøkar, høvdu tær munað væl til eina hægri fólkapensión. Hóast hetta ikki var beinleiðis við í viðgerðini, tá heildarveitingin úr Dan- mark varð lækkað, ásannar Helena Dam á Neystabø, løgtingsmaður og formaður Sjálvsstýrisfloksins, at tað hevði verið lættari at fíggjað ta hækkingina í fólkapensiónini, hon hevur skotið upp, um tær milli- ónirnar høvdu verið tøkar. Politisk avgerð Men tað er eingin avger- andi treyt fyri uppskotinum kortini, sigur hon, hvaðani pengarnir koma. Teir skulu bara finnast, so fólkapen- siónin kann hækka. Tí fer hon framhaldandi at stríð- ast fyri, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon sigur, at henni kunn- ugt eru fólk farin at rokna út, hvat hækkingin neyvt fer at kosta, og hvussu hon skal gerast. Sjálv hevur hon nevnt ein kostnað upp á 30 milliónir krónur, sum var hækkingin seinast, lagt varð aftur at viðbótunum. Men aðrar keldur, Sosialurin hevur tosað við, siga at nýggjar útrokningar vísa, at ein líknandi hækking í fólka- pensiónini í dag fer at kosta í minsta lagi 50 milliónir krónur. Hvaðani pengarnir skulu koma, verður ein politiskur spurningur, sum smaráðst fer at verða um, tá fíggjar- lógin kemur til viðgerðar í fíggjarnevndini, sigur for- maðurin í Sjálvstýrisflokk- inum. Helena Dam á Neystabø stendur fast við kravið um, at fólkapensiónin skal hækka í minsta lagi tað, hon gjørdi, seinast lagt varð oman á viðbøturnar. Hvussu hækkingin verður fíggjað, verður so ein sámráðingarspurningur í samgonguni. Verða peng- arnir ikki funnir av øðrum játtanum á fíggjarlógini, má fíggjarlógarkarmurin hækkast, sigur Helena Dam á Neystabø avgjørd. Avleiðingarnar seinni Um hon hevur sett seg sjálva í eina torføra støðu við at seta eitt slíkt krav, hevur hon ikki hugsað so nógv um, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum. Hon sigur, at hon fer at berjast fyri málinum, so leingi tað er møguligt og neyðugt. Avleiðingarnar fer hon at taka seinni, sigur hon. Men hon óttast ikki fyri, at avleiðingarnar kunnu gerast, at hvørki hon ella flokkurin koma aftur á ting, um tað ikki eydnast at fáa hesa hækkingina ígjøgnum, sum hon annars hevur strongt so hart á. – Nei, eg rokni ikki við at hava kappað høvdið av mær sjálvari við hesum málinum, tí eg meti heilt víst, at pensiónshækkingin verður samtykt, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýris- flokkinum. Uppskotið til samtyktar um at broyta tryggingar- lógina, so fakfeløgini sleppa at skipa samhaldsfastar eftirlønargrunnar fekk positiva viðgerð í tinginum týsdagin EFTIRLØN Edvard Joensen Tað er positivt, at allir teir fýra flokkarnair, haðani tingmenn hava lagt upp- skotið fram, taka undir við tí, sigur uppskotsstillarin, Hans Pauli Strøm úr Javn- aðarflokkinum. Eisini Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin vóru positivir undir viðgerðini. Tingmenn úr Javnaðar- Sambands- Tjóðveldis- og Miðflokkinum hava lagt uppskotið fyri tingið. Upp- skotið er til samtyktar, sum merkir, at tað er ein áheitan á landsstýrismannin við vinnumálum um at broyta lógina um tryggingarvirk- semi soleiðis, at hon gevur loyvi til, at fakfeløgini sleppa at skipa samhalds- fastar eftirlønargrunnar til limir sínar. Havnar Arbeiðsmanna- felag hevur havt ein slíkan grunn í fleiri ár, men lógar- broyting hevur gjørt, at í dag er bert loyvt at hava persónligar eftirlønartrygg- ingar. Hetta vilja teir fýra tingmenninir nú hava broytt aftur, so gamla skipanin aftur kann setast í gildi. Góðar vónir Hans Pauli Strøm úr Javn- aðarflokkinum, sum legði uppskotið fyri tingið, sigur, at hann hevði sjálvandi væntað, at teir fýra ting- menninir, sum løgdu navn til uppskotið, fóru at bakka tað upp í tinginum. Men tað vísir seg eisini, at flokk- arnir sum so, ið teir um- boða, taka eisini undir við tí. Og tað er gleðiligt, sigur hann. Eisini vóru framsøgufólk Fólkafloksins og Sjálv- stýrisfloksins sera positiv í teirra viðgerð av málinum, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur tað boða frá góðum. So í veruleikanum siga allir flokkar á tingi, at tað eigur at bera til at broyta lógina, sum skotið verður upp, heldur Hans Pauli Strøm. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um var einki fyri uppskot- inum soleiðis. Tað er hann, heitt verður á um at fáa broytt lóggávuna, so eftir- lønargrunnarnir gera møguligir. Hans Pauli Strøm heldur tað vera løgið av lands- stýrismanninum at reagera soleðis, tá øll hini, sum høvdu orðið, hildu tað vera eitt gott hugskot. Og serliga tá fleiri av feløgunum, sum uppskotið er ætlað at hjálpa, siga, at tað er júst soleiðis, tey vilja hava skipanina, meðan lands- stýrismaðurin bara sigur, at hatta ber als ikki til. Tað, sum Hans Pauli Strøm fýlist á í viðgerðini hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, er, at hann alla tíðina bara argu- menterar fyri lógini, sum hon er í dag og sigur, at sambært henni ber tað als ikki til at gera hesar grunn- arnar. – Tað vita vit væl, sigur Hans Pauli Strøm. Og tað er júst tí, vit hava lagt uppskotið fram. Fyri at kunna broyta lógina, sum er, so grunnarnir gerast møguligir. Men tað hevur Bjarni Djurholm ikki skilt ella vil ikki skilja, heldur hann. Ivaðust um uppskot Ein spurningur, sum varð nógv viðgjørdur, áðrenn uppskotið til samtyktar varð lagt fyri tingið, sigur Hans Pauli Strøm, var um teir skuldu leggja eitt full- fíggjað lógaruppskot fram. Men teir fýra tingmenn- inir, sum løgdu uppskotið fram, hildu tað vera lættari at koma við hesum upp- skotinum, sum heitir á landsstýrismannin um at broyta verandi lóg heldur enn at gera eina heilt nýggja lóg um eftirlønar- grunnar. Hetta uppskotið, sum nú er lagt fram, er nógv lættari og einfaldari at viðgera, sigur hann, tí nú ber til bara at gera eitt ískoyti til lógina um tryggingarvirksemi. Eitt ískoyti, sum vanligt er í flestu lógum, men sum hendan hevur manglað. Varð hin loysnin vald, skuldu teir gjørt eitt full- fíggjað lógaruppskot, sum krevur rættiliga nógv arbeiði. Og tann førleikan halda teir seg ikki hava og hava heldur ikki umsiting til tess. Men tað hevur landsstýrismaðurin aftur í móti við tí serkøna starvs- fólki, sum er í stýrinum og júst fæst við lógarsmíð, sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm, løg- tingsmaður, sigur, at hann hevði í grundini væntað, at Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, ikki fór at taka undir við uppskotinum. Men hinvegin eru tað løgtingsmenn, sum hava avgerðirnar, og teir vóru positivir undir tingviðgerð- ini av málinum, so vónir eru fyri, at tað fer at verða samtykt, væntar Hans Pauli Strøm, uppskotsstillari. Málið varð eftir fyrstu viðgerð beint í Vinnu- nevndina. Positiv viðgerð Hans Pauli Strøm væntar, at uppskotið til samtyktar um broytingar í lógini um tryggingarvirksemi verður samtykt Vildi havt hægri blokk Helena Dam á Neystabø fer at stríðast fyri hægri fólkapensión, so leingi tað er gjørligt. Avleiðingarnar av einum tapi fer hon at taka, tá tann tíð kemur C M Y K 7 6