mánadagur 22. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 22. juni 2009
15
Sjálvandi kunnu vit læna
pengar. Men teir mugu
fara til endamál, sum
skapa arbeiðspláss og
styrkja okkara kapp
ingarføri. Ikki til at
varðveita alt, sum tað er
Høgni Rasmussen, stjóri á
Sansum, heitir í bløðunum
leygardagin á politikarar
um ikki at skerja fíggjar
lógina næstu tvey árini.
Hann sær ein vanda fyri,
at »92-skrekkurin« fær
ræði á politikarum. At
óttin fyri stórari uttan
landsskuld kann føra til
avgerðir, sum gera krepp
una djúpari enn neyðugt.
Hetta er sera viðkom
andi. Tað er sjálvandi vandi
fyri, at politiski myndug
leikin fer í panikk, og letur
óttan ráða heldur enn
skynsemið. At politikarar
seta ferð á eina ónda
ringrás. At teir (ella vit...)
bæði sáa mistreysti við
sínum orðum og skapa
arbeiðsloysi við sínum
gerðum.
Høgni vísir við tølum á,
at landsins fíggjarstøða í
dag er grundleggjandi
øðrvísi enn hon var í 92,
og at vit saktans kunnu
átaka okkum einar tvær
milliardir í skuld næstu
tvey árini. Og tað heldur
hann at vit skulu gera,
heldur enn at senda sam
felagið í eina ónda ringrás
við sparingum. Er gongdin
ikki vend um tvey ár, so
kunnu vit tosa um at spara,
sigur hann, og vísir til
onnur lond, har tað al
menna sprænir pengar inn í
samfelagið.
Leiðarar úr privatu
vinnuni stríðast eitt hart
stríð fyri at teirra fyritøkur
og teirra starvsfólk skulu
koma heilskapað gjøgnum
kreppuna. Hesi fólk merkja
- í mun til politikarar
-kreppuna á egnum kroppi.
Tí er ikki annað enn rími
ligt, at teir biðja politiska
myndugleikan um at vera
viðspælara heldur enn
mótspælara.
Og tí skal ávaringin frá
stjóranum á Sansum takast
í fullum álvara.
Lítil multiplikator
Tað er eingin ivi um, at
Føroyar, eins og flest onnur
lond, fara at hava stór hall
á fíggjarlógini bæði í ár og
komandi árini.
Men vit mugu í Føroyum
vera sera varin við at brúka
kreppupolitikkin í øðrum
londum sum fyrimynd.
Tí okkara búskapur er
ikki sum búskapir flest. Ja,
hann er ikki sum nakar
annar búskapur.
Tá stjórnir í stórum
londum »spræna pengar
inn í samfelagið« sum
Høgni tekur til, so skapa
hesir pengar innlendis
eftirspurning eftir bæði
vørum og tænastum. Tá
eini hús verða bygd í Týsk
landi, so økist framleiðslan
av at kalla øllum tí, sum
nýtast skal til at byggja
húsini.
Tá eini hús verða bygd í
Føroyum, fáa nøkur fólk
starv - men alt tilfarið
verður innflutt.
Tvs. at pengarnir sum
týska stjórnin sprænir út,
hava stóra »multiplikator
effekt«. Teir verða brúktir
fleiri ferðir, so at siga.
Men multiplikator
effektin er lítil í Føroyum.
Tá vit brúka pengar,
merkir tað næstan altíð, at
pengar fossa av landinum.
Vit hava tað, onkur hevur
kallað ein »diarré-búskap«.
Tað, sum dregur okkara
búskap, er fyrst og fremst
útflutningur - og ikki
innlendis eftirspurningur.
Hetta ger okkum sera
viðbrekin. Og at vit sam
stundis brenna fleiri ferðir
so nógva olju fyri hvønn
íbúgva sum onnur evropisk
lond, ger okkum enn meira
viðbrekin. Tað eru næstan
bara útlendskir marknaðir
sum gera av, um tað gong
ur okkum væl ella illa.
Avgerandi fyri okkum er
fiskaprísur og oljuprísur.
Og vit hava onga ávirkan á
hvørgan.
Hall kann merkja so
nógv
Okkara støða er altso serlig
- og tað má politikkurin
eisini vera. Draga vit lán
upp á okkum fyri at forða
fyri arbeiðsloysi og
fráflyting, so mugu vit
syrgja fyri, at pengarnir
verða brúktir soleiðis, at
teir tæna endamálinum.
Og tá vit hugsa um
arbeiðspláss er sera ymist,
hvat vit fáa fyri pengarnar.
Íløgur í úbúgving
aktivera nógv fólk fyri
smáar pengar. Og vit vita,
at tað er beinleiðis sam
band millum talið av krón
um vit nýta til útbúgving,
og talið av fólki, sum flytur
av landinum. Vit vita, at
íløgur í gransking aktivera
fólk. Og vit vita, at hetta er
ein fortreyt fyri at gera
okkara búskap fjølbroyttari
og sterkari.
Vit vita, at íløgur í
orkusparandi tiltøk (t.d.
bjálving og alternativar
orkukeldur) aktivera fólk.
Vit vita, at okkara ovur
honds stóra oljunýtsla er
ein kleppur um beinini á
okkara samfelag, og at
minka hana er púra avger
andi fyri okkara búskap.
Vit vita, at ein nýggjur
flogvøllur heilt grund
leggjandi kann bøta um
fortreytirnar hjá øllum
samfelagnum.
So tað eru nógvar
almennar íløgur, sum tað
kann vera vert at læna
pengar til. Sum bæði
aktivera fólk og styrkja
okkara kappingarføri.
Men vit kunnu eisini
gera stórar íløgur, har
hvørki av málunum verður
rokkið. Íløgur, sum at kalla
ikki aktivera føroyska
arbeiðsmegi, og sum
heldur ikki styrkja
búskapin.
Spurningurin er altso,
hvussu pengarnir verða
nýttir.
»Det afgørende er ikki
størrelsen men gørelsen«,
siga danir um ein annan
spurning.
Vit kunnu siga, at tað
avgerandi er ikki støddin á
skuldini - men hvat teir
læntu pengarnir verða
brúktir til.
Høgni Rasmussen skal
eisini hava í huga, at um
vit taka lán fyri at sleppa
undan rationaliseringum
innan tað almenna, so fer
tað almenna, við læntum
pengum, at kappast móti
fyritøkum sum hansara um
starvsfólk.
Skaðilig signal
Samgongan ætlar at gera
veldugar íløgur. Men hetta
eru í stóran mun júst
íløgur, sum hvørki skapa
innlendis eftirspurning
eftir vørum ella tænastum,
og sum tí ongar góðar
ringvirkningar skapa her
og nú meðan kreppan er.
Og samstundis sum
samgongan ætlar at gera
hesar veldugu íløgur, tosar
hon um at lóggeva móti
fakfeløgunum, at »slúka
kamelar«, at »slakta
heilagar kýr«, og um at
hallið skal vera heilt burtur
um trý ár.
Tað er meira enn trupult
at fáa eyga á nakra yvir
skipaða stýring og ætlan,
og tað ger sjálvandi fólk
bæði frustrerað, óttafull og
ill.
Bæði Hermann Oskars
son og Høgni Rasmussen
hava rætt í, at hesi signal er
skaðilig.
Vandin við skuld
Men báðir sýnast eisini at
umboða eina hugsan, sum
kann vera vandamikil:
Nevniliga at kreppan bara
fer at varða í tvey ár, og at
tað tí als ikki er vanda
mikið at forða fyri
avleiðingunum við lántøku.
UM kreppan bara er ein
gjógv sum tað tekur tvey-
trý ár at koma yvirum, so
kunnu vit forsvara at
byggja ein brúgv um
gjónna við lántøku.
Men tað vita vit ikki.
Velja vit hesa strategi,
kunnu vit risikera at hetta
verður støðan um trý ár:
Kreppan er ikki av. Vit
standa við stórari skuld.
Oljuprísurin er tvífaldaður,
og vit brenna framvegis
líka nógva olju. Fiski
skapurin er lítil. Fiska
prísurin er lágur. Og vit
hava ikki ment nýggjar
vinnur.
Hetta er worst case. Men
avgjørt møguligt.
Tí er tað vandamikið at
átaka sær stóra skuld, um
ein ikki eisini hevur eina
greiða ætlan. Tann skuld,
vit taka á okkum, má fara
til endamál, sum skapa
arbeiðspláss og styrkja
okkara fortreytir fyri at
klára okkum. Hon skal ikki
fara til at varðveita alt,
sum tað er.
Elefanturin og músin
Tað verður eisini sagt, at
tað, at vit sleppa at læna
pengar, er prógv um, at
búskapurin er sterkur og
álitisvekjandi.
Men tað er eisini skeivt.
Á altjóða marknaðinum
verða vit mett sum ein
danskur myndugleiki, og
læna tískil danska kreditt
virðið. At kalla tað okkara
kreditvirði er sum hjá
músini reypa av, hvussu
hart hon og elefanturin
trampa á brúnni.
At vit læna danska
kredittvirðið ger, at lángev
arar loyva okkum at
spenna bogan nógv longri,
enn ráðiligt er. Og at tað
ikki er at spæla við,
upplivdu vit í 1992.
Sjálvandi skulu vit ikki
fara í panikk av
»92-skrekkinum«.
Men okkurt bæði kunnu
og mugu vit kortini læra av
tí, sum hendi!
At stýra einum búskapi við diarré
Sjúrður
Skaale
Leygardagin stevndi
sluppin Johanna
av Hvalba við eini
50 ferðafólkum,
ið skuldu liggja
nátt á Lítlu Dím
un. Tey fingu eina
ógloymandi upp
living, har tey gingu
upp á oynna, lógu
nátt, og eygleiddu
sólsetur og sólarris,
og síðani sluppu øll
at síga niður aftur,
tá tey fóru av oynni
sunudagin fyrrapart
Ferð
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Umframt tey 50 ferðafólkini,
vóru eini 20 staðkendir
hvalbingar við á ferðini, og
tóku teir sær væl av teimum
ferðandi, tá gangast og
klintrast skuldi av helluni,
og niðan á oynna, og annars
á allari ferðini.
Hetta er fyrstu ferð hval
bingar gera slíka ferð við so
stórum ferðalag, og eisini
fyrstuferð, at ligið verður
nátt. Og ferðalagið fekk
eina ógloymandi uppliving,
har gingið varð upp frá
helluni, vitjað varð í hús
unum, har hvalbingar halda
til, tá teir eru í oynni, vakra
náttúran kundi njótast ovast
á stóru fløtuni, har etið,
sungið og dansað varð,
innan tey flestu leitaðu sær
soviposan fram, gangast
skuldi oman aftur av oynni,
og eftir góðari rás, og at
enda skuldi so sígast niður
av oynni, og í árabát, ið
bíðaði undir oynni. Johanna
TG 326 førdi síðani ferða
lagið aftur á Hvalba, har
heit suppa fekst í Royn
høllini.
Lítla
Dímun
er
414
metrar høg, brøtt er oyggin,
men ovast er stór fløta.
Hvalbingar eiga oynna, og
vísti tað seg um vikuskiftið,
at oyggin er gott ferða
vinnumál. Hvalbingar vístu
seg eisini sum góðar ferða
leiðarar og fyriskiparar, og
í allar mátar fingu ferða
fólkini eina fantastiska ferð
og eina uppliving, ið tey
ongantíð
gloyma.
(Sí
myndatema á www.portal.
fo)
Ógloymandi ferð í Lítlu Dímun