mánadagur 22. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 116 - 22. juni 2009
Sosialurin
Tillukku Grønland!
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Í dag byrjar ein nýggj tíð í Grønlandi. Tann hjá
landaskipan, sum í 1721 byrjaði við Hans Egede er
loksins av. Við sjálvstýrislógini er ein kollveltandi
tilgongd at enda komin. Siumut, sum hevur havt
politiska valdið í trýati ár, hevur fingið dura
fjóðringin. IA hevur fingið dygga undirtøku og
myndar nú stjórn saman við Demokratunum. Við
hesum fær nýggja Grønland eina mið-vinstrastjórn,
sum er sera væl útborin at leiða Grønland inn í eitt
nýtt politiskt og mentanarligt tíðarhvarv. Á odda
fyri nýggju stjórnini stendur karismatiski, dugnaligi
og sera væl útbúgvni Kupik Kleist og við honum eitt
sera væl skúlað og ungt ættarlið av eldhugaðum
og virkisfýsnum kvinnum og monnum. Skiftið er
sostatt ikki bert eitt politiskt siðaskifti men eitt
ættarliðskifti, ið eisini fevnir um Siumut, har tríggjar
yngri kvinnur við Aleqa Hammond á odda hava
fingið leiðsluna.
Her er veruliga talan um ein nýggja byrjan fyri
ungu grønlendsku tjóðina – eitt skifti í tøkum
tíma. Grønlendska fólkið er vorðið viðurkent sum
tjóð við fullum sjálvsavgerðarrætti sambært fólka
rættarligum meginreglum, grønlendskt mál verður
nú landsins almenna mál, og Grønland fær nú
ognarrættin til ráevni í undirgrundini. Politiski
og búskaparligi týdningurin av hesum kann valla
yvirmetast eftirsum Grønland er ómetaliga ríkt til
alskyns ráevni. Grønland, ið er einasta land, sum
hevur meldað seg út úr ES, fær nú framúr góða
partnaraavtalu við ES, sum skal medvirka til at
menna grønlendsku útbúgvingarskipanina og at
menna mentanarliga og útbúgvingarliga samstarvið
millum Grønland og umheimin.
Stóri spurningurin er, hvussu nýggja sjálvstýris
skipanin fer at roynast og hvussuleiðis nýggja
ættarliðið av politikarum fer at megna at fylla út
nýggju politisku karmarnar. Alt bendir á, at henda
verkætlan fer at eydnast. Teir landsstýrisflokkar, ið
nú hava politiska valdið, hava sera góðar fortreytir
fyri at leiða tjóðina inn í ta nýggju tíðina. Manningin
er ikki bert vælútbúgvin, men hon hevur greið mál
og væl úr hondum greiddar strategiir til at røkka
hesum málum. Hendan manning hevur sjálvsálit,
sjálvsvirðing og djúpa virðing fyri máli og mentan
hjá upprunligu grønlendsku tjóðini, inuit. Hartil
kemur, at nýggja grønlendska stjórnin hevur breiða
fólksliga uppbakking. Grønlendski almenningurin
er troyttur av donskum formyndaríi, donskum
dominansi og neokolonialum royndum at nýta
Grønland í uttanríkispolitiskum taktiskum spæli. Nú
skal vend koma í og vend fer ivaleyst at koma í á
mongum økjum. Men leiðin verður drúgv og long og
fer at krevja tol, áhaldni og treysti. Alt bendir á, at
unga grønlendska tjóðin hevur hesar eginleikar. Um
stjórnarflokkarnir kunnu semjast, so fara teir uttan
iva at koma væl á leið fram at politisku málunum.
Spurningurin um okkara viðurskifti við nýggja
Grønland hevur stóran týdning. Vit skulu enda við
at minna á, at her eisini er tørvur á nýggjari byrjan,
og vit kunnu hóskandi byrja við at stovna føroyska
sendistovu í Nuuk sum skjótast og siga enn einaferð:
Tillukku Grønland!
Almennur fyrispurningur
til Johan Dahl, lands
stýrismann, Kaj Leo
Johannesen, løgmann, og
til føroysku fjølmiðla
leiðslurnar um nevndar
val hjá landsstýrinum
Einaferð trúði eg, at tað
var 1. apríl á jólum. Tað
var tá landsstýrismaðurin,
Johan Dahl, í desember
2008 setti sín floksfelaga,
vinmann og fyrrverandi
fíggjarmálaráðharran, Bárð
Nielsen, í nevndina fyri
Vága Floghavn. Men tað
var ikki ein aprílsøga. Setti
tí landsstýrismanninum
fyrispurning í tinginum
um, hvør saklig grund
geving var fyri hesum.
Hann svaraði, at hann
metti persónliga, at hetta
var ein góður maður. Eg
viðmerkti, at um tað var
ein dygd at vera ábyrgdar
leysur og koyra eitt land út
á eggina búskaparliga, so
var tað sjálvandi ein
grundgeving. Men góð og
saklig er hon ikki.
Í fjølmiðlunum og á tingi
var tøgn.
Síðani var landið í vár í
politiskari kreppu í fleiri
vikur, orsakað av einum
nevndarvali í Atlantsflogi
hjá sama landsstýrismanni.
Fólkaflokkurin kravdi
broytingar og setti sam
gonguna uppá spæl. Men
knappliga varð onkur
“avtala” gjørd í samgong
uni og millum landsstýris
mannin og summar parta
eigarar. Fólkaflokkurin
bakkaði, tí nevndarvalið
eftir øllum at døma setti
onkran persón inn, sum
stóð onkrum nær, ið
stendur Fólkaflokkinum
nær. Tá søgdu vit í and
støðuni, at helst er meiri í
væntu, til tess at valds
handlarnir skulu ganga
heilt upp.
Men í fjølmiðlunum og á
tingi, var aftur tøgn.
Og tað heldur fram...
Nú kunnger landsstýris
maðurin í vinnumálum, at
hann hevur valt nýggja
nevnd fyri Vinnuframa
grunnin. Formaður í
grunninum er nú skrivarin
hjá Fólkaflokkinum. Og
ein nevndarlimur er nú
sonur formannin í Fíggjar
nevndini – tann enn veru
liga leiðaran í Fólkaflokk
inum.
Í fjølmiðlunum og á
tingi, valdar larmandi tøgn.
Tað ætla vit í Tjóðveldi
ikki at lata um okkum
ganga. Sjálvandi kunnu
vera góðar grundgevingar
og góðar dygdir hjá fólki,
hóast tey eru skrivarar í
politiskum flokkum ella
hava familjubond til
politiskar leiðarar.
Men her krevjast spurn
ingar og svar – og ikki
tøgn og uttanumtos.
Munur á krøvum
Ein og hvør veit, at um eitt
nú eitt tjóðveldislands
stýrisfólk hevði sett ein av
sínum floksfeløgum og
fráfarnu landsstýrisfólkum
í týðandi nevnd, so hevði
alt verið á gosi.
Ein og hvør veit, at um
ein skrivari hjá Tjóðveld
inum, hevði verið settur
sum formaður í týðandi
nevnd, so høvdu spurning
ar hegla og svar verið
kravd.
Og ein og hvør veit, at
um sonur fremsta tjóð
veldispolitikara, hevði
verið settur í týðandi
nevnd, meðan Tjóðveldi sat
í landsstýri so var ongin
prentsverta turr, ella
mikrofon sløkt.
Og soleiðis skal tað
sjálvsagt vera.
Tann ið tegir, tekur undir
Eftir mínum tykki eru vit
vitni til grovar partapolit
iskar handlar og ósakligar
avgerðir, sum skulu og
mugu viðgerast alment og
ábyrgdarhavandi politik
arar setast til svars.
At halda seg “neutralan”
og tiga, tá ein gerst varur
við ósakligheit og órætt, er
í veruleikanum at taka
støðu fyri órættinum.
Í áttatiárunum vaknaðu
øll við kaldan dreym – og
tá skortaði knappliga ikki
við atfinningum og grein
ingum, tá skipanirnar lógu
naknar. Men ábyrgd snýr
seg fyrst og fremst um at
vísa rættstundis atgerð.
Opinleiki og ábyrgd
einasti heilivágur
Eg krevji eitt alment svar
frá bæði landsstýrismann
inum í vinnumálum og frá
løgmanni, um hvørjar
sakligar grundgevingar eru
fyri omanfyrinevndu
nevndarvalum, og at teir
leggja alment fram tey
skjøl og ta málsviðgerð, ið
hevur verið frammanundan
hesum valum.
Somuleiðis biði eg um
eitt alment svar frá
redaksjonellu leiðslunum á
bæði almennu og privatu
fjølmiðlunum, um hví hesi
nevndarval ikki verða
viðgjørd í fjølmiðlunum og
ábyrgdarhavandi politik
arar kravdir eftir svari.
Føroyar eru eitt sam
felag, har stutt er ímillum
fólk, og tí aftra vit okkum
kanska ofta at viðgera slík
mál. Men í fleiri førum
verður tað gjørt, tá talan er
um “smærri fiskar”. Og í
øllum førum verður tað
viðgjørt óalment – sum
slatur ella tutl millum
okkum. Og helst fara
vanligu dulnevndu
spjaðararnir at skíra míni
orð fyri andstøðugrenj – og
koma við øllum sínum
vanligu grundleysu
ákærum og uttanumtosi
móti tí, ið finnist at, og
halda meg leggja eftir
teimum persónum, ið
valdir eru.
Tí er einasti heilivágurin:
Opinleiki, innlit, almenn
viðgerð og grundgevingar
– eisini til frama fyri øll
tey, ið hava dygdir og
kvalifikasjónir, uttan mun
til politiskt tilknýti og
familjubond, og sum ikki
hava ábyrgdina av politisku
avgerðunum og
handlunum.
Men vit skulu halda tey,
ið hava valdið og ábyrgd
ina til svars – rættstundis.
Tú ein lítlan – eg ein stóran
Høgni
Hoydal