mánadagur 22. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 116 - 22. juni 2009
Hátíðarhald við Stonehenge
Á hvørjum ári hátíðarhalda fólk ársins longsta dag ella summarsólstøður við Stonehange í Wiltshire
í Onglandi, og soleiðis var eisini í ár. Hildið verður, at umleið 36.500 fólk vóru komin saman
gjáranáttina, og tá sólin reis klokkan tveir minuttir í trý gjáramorgunin, hugnaðu fólk sær óført við
tónleiki og dansi. Annars sóu fólk ikki so nógv til sólina, tí tað var skýggjað og tí heldur vánaligt
sýni, skrivar BBC. Sambært løgregluni var tað fjølmenta hátíðarhaldið friðarligt, men at 37 fólk
vórðu tikin fyri rúsevnanýtslu. Sambært BBC er áhugin fyri summarsólstøðuhaldinum við
Stonehange vaksin nógv tey seinnu árini.
fóru undir. Vit spurdu Arna,
hvar tankar hansara vóru,
nú Tróndur í Gøtu helst fyri
seinastu ferð var inni á
Gøtuvík.
- Eg hugsaði slett ikki um
skipið ella stálið sum fór,
men um tey fólk, sum hava
verið um hesa verkætlan,
heilt frá byrjan til dagin í
dag. Eg hugsaði um allar
teir og øll tey, sum hava
staðið aftanfyri og hava lagt
rygg til, tá ryggur skuldi
vera – og ikki minst um øll
tey, sum einki beinleiðis
hava havt við verkætlanina
at gera, men sum altíð hava
verið stuðlandi og hava
verið
við
tí
positiva
orðinum.
Arni sigur, at Tróndur í
Gøtu hevur verið eitt gott
skip.
- Tað eru so mong, sum á
ymiskan hátt hava notið
gott av hesi verkætlan og tí,
sum hon hevur verið við til
at skapt og langt lunnar
undir. Vit kunnu eisini siga,
at var Tróndur í Gøtu
ongantíð komin, høvdu vit
neyvan heldur havt Finn
Fríða í dag, sum eisini
hevur roynst okkum hollur
Hann sigur, at felagið
hevur havt og hevur fram
vegis sera dugnalig fólk,
bæði teir gomlu, sum undan
fóru og tær yngru kreftirnar,
sum tóku eftir og nú eru
álitið á brúnni.
Sosialurin kann skoyta
uppí, at bæði Andre Hansen,
sonur Arna Hansen og Bogi
Jacobsen, sonur hin høvuðs
eigaran, Jákup Jacobsen,
vóru blaðungir, tá teir
byrjaðu at føra Finn Fríða
– og í dag eru teir álitið á
brúnni á flaggskipinum hjá
P/F Vinnuni í Gøtu.
Ein vanlukka
Arni sigur, at eitt, sum hann
hugsaði serliga nógv um, tá
Tróndur í Gøtu fyri seinastu
ferð lá á Gøtuvík seinna
partin
fríggjadagin,
var
vanlukkan, sum í sínari tíð
hendi, meðan skipið lá á
Fuglafirði og riggaði til.
- Tá mistu vit ein av mann
ingini, gøtumannin Jákup
Mikkelsen, sum doyði av
løstinum, hann fekk, tá
hann fekk weirin um seg.
Jákup var eisini ein av
eigarunum av skipinum.
Hann sigur, at hetta er
einasta veruliga vanlukkan,
sum hevur rakt Trónd í
Gøtu øll hesi ár, og teir
vildu fegnir verið hana fyri
uttan.
Sonur Jákup og Ragnu,
sum var kona Jákup, hevur
siglt við Finni Fríða, síðan
skipið kom í flotan. Hann
er útbúgvin skipsførari, og
Árni dylur ikki fyri, at
Aksel, sum ungi maðurin
kallast, er á veg uppeftir
”stiðanum”
í
felagnum,
sum hann tekur til.
Tveir aðrir av synum
Jákup og Ragnu hava eisini
verið við onkrar avloysara
túrar sum sumrarnar, sigur
Arni.
- Vit hava ilt av tí sum
hendi, men hava øll hesi ár
havt familjuna í huga,
leggur hann aftrat.
Arni sigur, at av teimum
16, sum í 1987 løgdu lunnar
undir felagið, sum átti
Trónd í Gøtu, eru 11 eftir í
dag.
- Summir eru farnir av
náttúrligum orsøkum og
aðrir, tí teir ikki ynsktu at
halda fram. Hinvegin er
”stamman” at kalla hin
sama enn tann dag í dag, og
tað haldi eg er virkuliga
flott, leggur hann aftat.
Nýbygningur ávegis
Nú Tróndur í Gøtu er seldur,
letur P/F Vinnan, sum
høvuðsfelagið í Gøtu kall
ast,
nýbygning
smíða.
Skrokkurin verður smíðaður
eystanfyri, og skipið skal
gerast klárt á Karstensens
Værft í Skagen. Ætlandi
skuldi skipið koma til land
ið í heyst, men hetta hevur
drigið eitt sindur út, soleiðis
at skipið ætlandi kemur um
ársskiftið 2009/ 2010.
Byggikostnaðurin verður
einar 230 miljónir krónur.
- Útlitini eru ikki so góð,
sum tey hava verið, men vit
vóna, at svartkjaftakvotan
fer at økjast aftur. Í aðrar
mátar vóna vit, at ikki bara
pelagiski flotin skal bera
niðurskurðir, ið koma. Í dag
verður nógvur svartjaftur
burturlutaður til frama fyri
tosk
í
Barentshavinum,
soleiðis at flakatrolararnir
hava fingið øktar kvotur.
Vit halda, at tá tað treingir
saman um, eiga allir partar
at taka lut í niðurskurðum.
Men líkt er ikki til, at so er,
sigur hann.
Arni Hansen sigur, at
felagið í Gøtu er kent fyri at
síggja ljós upp á framtíðina,
og tað gera teir eisini, nú
myrkari
skýggj
eru
á
luftini.
- Vit hava kanska verið í
so bjartskygdir onkuntíð,
men uttan bjartskygni og
trúgv upp á, at tað fer at
bera til, høvdu vit ongan
veg verið komnir. Vit kunnu
ikki brúka svartskygni til
nakað, leggur hann aftrat.
Tróndur í Gøtu loysir í Havn og
stevnir norður á Gøtuvík at siga
farvæl. Í Gøtu taka bátar ímóti
og siga skipinum farvæl...
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tróndur í Gøtu hevur verið eitt
gott skip, men tað er ikki stálið, sum
vekir tankarnar, nú skipið er farið út
flotanum, sigur Arni Hansen
Mynd: Vilmund Jacobsen