mánadagur 22. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 116 - 22. juni 2009
Mafialeiðari tikin
Løgreglan í suðuramerikanska landinum Venesuela hevur tikið tann 63 ára gamla italiumannin 63-
årige Salvatore Miceli, sum sambært italsku myndugleikunum er leiðari fyri teirri illa kendu Cosa
Norsta-mafiuni á oynni Sisilia. Micceli varð tikin leygarkvøldið og verður nú sendur til Italia. Har
hevur løgreglan leitað eftir honum síðani 2001 í sambandi við fleiri mál um rúsevnahandil.
Myndugleikarnir í Venesuela siga, at Salvatore Micceli hevur fingið fleiri skurðviðgerðir í andlitið
fyri at fjala sín samleika. Reuters skrivar, at menn frá italsku løgregluni og Interpol vóru við, tá
mafialeiðarin bleiv tikin í venesuelska høvuðsstaðnum Caeacas.
Arni Hansen,
sum síðan byrjan
hevur verið ein av
monnunum aftan
fyri Trónd í Gøtu,
sigur, at tað er tann
menniskjansligi
parturin, ið liggur
aftanfyri hetta
verk, sum hann í
fyrsta lagi hugsaði
um, tá Tróndur í
Gøtu fyri seinastu
ferð stevndi út av
Gøtuvík seinnapartin
fríggjadagin
Farvæl
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kombineraði
pelagiski
trolarin
og
nótaskipið,
Tróndur í Gøtu, hevur fyri
seinastu ferð stevnt út av
Gøtuvík – og hugsandi
eisini úr føroyskum sjógvi.
Skipið er selt einum russ
iskum/ kinverskum felag
fyri slakar 50 miljónir krón
ur, sum verður mett at vera
hampiligur prísur. Tróndur
í Gøtu kom í flotan um
miðjan januar 1987 og kost
aði tá einar 85 miljónir
krónur. Hetta var nógvur
peningur í sínari tíð, og tað
gekk ikki long tíð, til tað
stóð á gomlum nøglum hjá
felagnum í Gøtu. Við hegni
og hepnari hond millum
teir, sum áttu skipið og
felagið hjá fiskimonnum,
eydnaðist at gera eina av
talu, sum bar í sær, at skipið
reið sjógvarnar av sær.
Í nógv ár hevur Tróndur í
Gøtu verið eitt stórt aktiv
hjá eigarunum, sum upp
runaliga vóru 16 í tali, men
sum nú eru 11. Nógvir
mans hava gjøgnum hesi
mongu ár havt sítt livibreyð
umborð á hesum skipi, sum
nú er farið úr føroyska
fiskiskipaflotanum.
Danir siga, at ”man skal
aldrig sige aldrig...”, og
man veit jú ongantíð við
vissu, hvussu lagnan lagar
seg – um skip, sum farin
eru úr flotanum, verða at
síggja aftur um okkara
leiðir ella ikki.
Taka vit ein annan kombi
neraðan trolara og nótaskip,
Høgaberg, sum eisini loysti
í Føroyum seinasta fríggja
dag – nakað um somu tíð
sum Tróndur í Gøtu – er
hetta aðru ferð, at hann
verður seldur úr Føroyum.
Høgaberg hevur nevniliga
áður verið heimahoyrandi í
Føroyum undir navninum
Gullfinnur. Hetta skip er so
leiðis tvær ferðir keypt higar
til lands – og er nú eisini
tvær ferðir selt úr flotanum.
So, man veit av gróðum
grundum ongantíð, um skip
venda aftur.
Tá Tróndur í Gøtu fór úr
Føroyum, vóru fýra írar og
fýra føroyingar umborð, og
skipari á ferðini til Írlands,
har skipið steðgar ávegis til
Peru, er John Mikkelsen, ið
hevur loyst av sum skipari um
borð á pelagiska skipinum.
Hvussu leingi føroyska
manningin verður umborð,
var ikki vist, tá skipið loysti
í Føroyum. Sum skilst,
ynskja
keypararnir,
at
føroyingar verða umborð á
allari ferðini til Peru, men
enn er ikki endaliga gjørt
av, um hetta verður so – ella
um teir fýra føroyingarnir
bara sigla skipið til Írlands.
Tróndur í Gøtu hevur
sína søgu, og ein heilur
hópur kundi verið sagt um
hetta skip og søguna aftan
fyri, at henda verkætlan
fekst at bera so væl til, sum
hon við tíðini kom at gera.
Fyri tveimum árum síðan,
tá 20 ár vóru liðin, síðan
skipið kom í flotan, var stór
umrøða í Sosialinum um
søguna, sum hongur uppi í
hesum skipi.
Hana fara vit at lata liggja
hesaferð.
Ikki stálið...
Tá Tróndu í Gøtu loysti á
vestaru bryggju í Havn
tíðliga seinnapartin seinasta
fríggjadag, stevndi skipið
norður á Gøtuvík, har bátar
tóku ímóti. Skipið vendi
inni á víkini, og bilar og
fólk stóðu uppi á bryggjuni
og heilsaðu.
Millum teir, sum vóru á
báti hendan dagin, var Arni
Hansen, ið er ein av høvðs
monnunum aftanfyri hesa í
sínari tíð stóru verkætlan,
sum 16 mans upprunaliga
- Gráti
ikki um
stálið
sum fer
Her er Tróndur í Gøtu fyri seinastu ferð á Gøtuvík. Bátar
við monnum, sum hava siglt við skipinum, liggja úti
á vánni og siga farvæl – og uppi á landi verður løtan
eygleidd við sorgblídni
Mynd: Dávur Winther
Høgaberg við vestaru bryggju í Havn.
Hetta er aðru ferð, hann fer úr føroyska
fiskiskipaflotanum
Mynd: Vilmund Jacobsen