mánadagur 22. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 116 - 22. juni 2009
Fleiri hermenn í rúsevnakríggj
Í Meksiko herðir stjórnin bardagan ímóti rúsevnaharkaliðunum og hevur sent
1.500 hermenn afturat til býin Cindad Juarez. Býurin er tætt við amerikanska
markið og er vorðin miðdepil í bardaganum millum mnyndugleikarnar og
rúsevnaharkaliðini. Í mars sendi stjórnin 5.000 hermenn til býin, og tað
eydnaðist teimum at fáa tamarhald á støðuni. Men nú er ófriðurin kyknaður
aftur, og í seinastuni hava átta fólk latið lív í meðal um dagin. Blaðið El
Universal skrivar, at í fjør vórðu meiri enn 1.600 fólk myrd í Cindad Juarez,
og at talið er longu komið upp á 1.500 higartil í ár.
Ov mong doyggja í ferðsluni
Hóast bæði felags og einsæris átøk doyðu umleið 39.000 fólk í
ferðsluni í ES-londunum í fjør, og tað var langt oman fyri tað
málið, sum londini høvdu sett sær. Í einari nýggjari frágreiðing,
sum er løgd fram í dag, stendur, at tey 27 londini hava sett sær
sum mál, at næsta ár skal ferðslan ikki krevja meiri enn í mesta
lagi 27.000 mannalív. Sagt verður, at tey seinastu átta árini er talið
á teimum, sum hava latið lív í ferðsluni, minkað 4,4 prosent í
meðal um árið, men at talið skal minka 7,4 prosent árliga, um
samveldið skal røkka sínum máli. Sambært teirri nýggju
frágreiðingini hava Malta, Svøríki, Niðurlond og Bretland teir
tryggastu vegirnar.
Landsstýrismaðurin
skilir ikki, hví hann
skal pilkast burtur
úr rúgvuni og gerast
til brotsmann av ser
liga grovum slagi..
Hann sigur, at veru
leikin er, at øll lands
stýrisfólkini hava
brúkt meiri pening,
enn Løgtingið hevur
játtað teimum
Meirnýtsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg skal ikki forvara, at eg
havi brúkt meiri pening,
enn løgtingið hevur játtað
mær. Men eg skilji ikki, hví
eg skal pilkast burtur úr
rúgvuni.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í heilsumálum,
vísir als ikki aftur, at hann
hevur brúkt meiri pening,
enn Løgtingið hevur játtað
honum.
Men hann følir seg eitt
sindur hongdan út. Hann
sigur, at so at siga øll lands
stýrisfólkini hava brúkt ov
nógv.
- Eg veit ikki, hví eg skal
hongjast út, sum ein stórur
brotsmaður, tá ið veruleikin
er, at meirnýtsla hevur verið
ein almennur trupulleiki í
øllum landsstýrinum, sigur
hann.
Hann sigur, at í almanna-
og heilsumálaráðnum hevur
meirnýtslan verið 2% av
játtaðu upphæddini, men
hjá hinum aðalráðunum
hevur meirnýtslan verið
2,2% tilsamans.
Samstundis
hevur
al
manna- og heilsumálaráðið
umsitið 52% av fíggjarlógini
og hini aðalráðini hava umsit
ið 48% av fíggjarlógini.
- Tí er upphæddin á
almanna- og heilsumálaráð
num stór, men meirnýtslan
hjá øðrum ráðum er størri.
- Vit hava 52% av játtanini
og 50% av meirnýtsluni.
Hini aðalráðini hava 48%
av játtanini og 50% av meir
nýtsluni og tí er hetta ikki
ein serstakur trupulleiki
fyri meg staðfestir hann.
Hann sigur, at hetta verð
ur høvuðsinnihaldi í tí svari,
hann fer at senda landsstýr
ismálanevndini.
Men fyri tað um onnur
hava brúkt ov nógv, forsvar
ar tað so eisini, at tú brúkar
meiri, enn tú hevur heimild
til?
- Nei, eg verji ikki meir
nýtslu, men tað er ein trupul
leiki, sum er felags fyri øll
landsstýrisfólkini og nú er
alvorliga táttað í á hesum
øki, tí nú hava vit fingið
greið boð um, at meirnýtsla
verður ikki góðtikin longur.
Ov einfalt
Tað harmar hann eisini, at
Landsgrannskoðarin
ikki
nevnir tað í síni meting av
málinum, at talan er um ein
vanligan trupulleika, men
gevur tað fatan, at talan er
um ein serligan trupulleika
fyri almanna- og heilsu
málaráðið.
Skuldsetir tú Landsgrann
skoðaran fyri at renna polit
isk ørindi?
Nei, tað gera eg ikki men
tann, sum lesir niðurstøðuna
hjá landsgrannskoðaranum
situr eftir við, at hetta er ein
serligur trupulleiki fyri mítt
málsøki og tað er tað ikki
og tað er at gera málið ov
einfalt.
Hans Pauli Strøm staðfest
ir, at skal misálit reisast á
hann av hesum, skal misálit
eisini reisast ímóti øllum
øðrum landsstýrisfólkum.
Men tað verður so ein
spurningur, sum Løgtingið
má taka støðu til og sjálvur
tekur hann ongar avleiðingar
av støðuni.
Hans Pauli Strøm hongdur út
Tað var lógarbrot, tá
ið Hans Pauli Strøm
brúkti 170 milliónir
meiri á fíggjarlógini
enn Løgtingið hevði
játtað honum og
tað var lógarbrot,
tá ið løgmaður ikki
steðgaði honum. Tað
sigur Landsstýrismála
nevndin, sum fer at lata
málið upp í hendurnar
á Løgtinginum at taka
støðu til
Meirnýtsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, landsstýr
ismaður, hevur brotið lógina.
Tað
niðurstøðuna
er
landsstýrismálanevndin hjá
Løgtinginum fyribils komin
til.
Árini
frá
2005-2008
brúkti hann heilar 170 milli
ónir krónur meiri til heilsu
verkið og almannamálini,
enn Løgtingið hevði játtað
honum á fíggjarlógini.
Men
landsstýrismála
nevndin heldur eisini, at
Jóannes Eidesgaard, sum var
løgmaður,
og
Kaj
Leo
Johannesen, sum er løgmaður,
hava brotið lógina, tí teir ikki
steðgaðu meirnýtsluni hjá
Hans Paula Strøm.
Løgmaður hevur eftirlit
við at landsstýrisfólk umsita
sítt málsøki á lógligan hátt,
men hesa skylduna for
sømdi løgmaður, tá ið tað
kom til meirnýtsluna hjá
Hans Paula Strøm.
170 milliónir
Tað var tingmanningin hjá
Tjóðveldinum, sum herfyri
klagaði Hans Paula Strøm
fyri landsstýrismálanevnd
ini, sum hevur eftirlitið við
landsstýrisfólkunum.
Tjóðveldið klagaði Hans
Paula Strøm fyri at hava
brúkt 170 milliónir krónur í
heimildarloysi.
Tað merkir, at Hans Pauli
Strøm hevur brúkt pengar
nar, áðrenn Løgtingið hevur
samtykt, at geva honum
loyvi til tað, men aftan á
hevur Løgtingið so samtykt
nýtsluna.
Eftir at Landsstýrismála
nevndin hevur kannað mál
ið, er hon komin til ta niður
støðu, at upplýsingarnir í
klaguni eru rættir.
Og í eini fyribils niður
støðu, staðfestir nevndin, at
talan er um lógarbrot.
Men nevndin staðfestur,
at tað er eisini lógarbrot, at
løgmaður ikki steðgaði lóg
arbrotinum, tí hann hevur
eftirlitið við landsstýris
málanevndini.
Fyribils Niðurstøðan er
nú send pørtunum til hoyr
ingar og tá ið teir hava svar
að, verður ein endalig nið
urstøða gjørd.
Tjóðveldið staðfestir í
klagu síni, at við slíkari
framferð er fíggjarlógin ikki
verd tað pappír, hon er
skrivað á.
Als ikki nøktandi
Í sambandi við klaguna
staðfestir Landsgrannskoð
arin, at eftir stýrisskipanini
ingin útreiðsla má verða
goldin, fyrrenn Løgtingið
hevur samtykt tað framm
anundan.
Somuleiðis
siga
Løgtingsgrannskoðararnir,
at tað eigur heldur ikki at
koma fyri, at umbøn um
eykajáttan verður løgd
fyri Løgtingið so seint í
árinum, at útreiðslurnar,
sum eykajáttanin er ætlað
til, longu eru hildnar.
Løgmaður og Hans Pauli Strøm
framdu lógarbrot
Hetta er ein talva, sum Heilsumálaráðið hevur gjørt um meirnýtslu hjá landsstýrinum frá 2005-2008. Niðurstøðan er, at hjá almanna- og heilsumálaráðnum
var meirnýtslan lutfalsliga minni enn hjá øðrum aðalráðum. Frá 2005-2008 var meirnýtslan á allari fíggjarlógini tilsamans 336 milliónir krónur. Av hesum var
meirnýtslan hjá almanna- og heilsumálaráðnum 168 millónir krónur og meirnýtslan hjá øðrum aðalráðnum var 167 milliónir. Hetta merkir at almanna- og
heilsumálaráðið hevði 50% av tí samlaðu meirnnýtsluni á fíggjarlógini. Í sama tíðarskeiði hevur játtanin hjá almanna- og heilsumálaráðnum ligið um 52% av
samlaðu fíggjarlógini. Eftir játtanini var meirnýtslan hjá almanna- og heilsumálaránum verið lægri í prosentum enn meirnýtslanin hjá hinum aðalráðunum. Fyri
tíðarskeiðið 2005-2008 hevur meirnýtslan hjá almanna- og heilsumálaráðnum verið 2,0%, men hjá hinum aðalráðunum var meirnýtslan íalt 2,2% av játtanini
!"#$t$&''
2005‐2008
./$#
0112a$l51#6a
íalt
81
98
2005
2006
2007
2008
2005‐2008
íalt
Yvirtrekk
á
§8
‐17,647
‐23,328
‐65,365
‐62,440
‐168,780
Yvirtrekk
á
øðrum
greinum
‐22,792
‐25,045
‐56,702
‐62,675
‐167,214
Yvirtrekk
á
=gg>arlAgini
Balt
‐40,439
‐48,373
‐122,067
‐125,115
‐335,994
Pct.
Meirnýtsla
á
§8
44%
48%
54%
50%
50%
JáKan
á
§
8
1,940,591
1,988,820
2,064,802
2,269,584
8,263,797
JáKan
á
øðrum
greinum
1,711,677
1,850,413
2,005,894
2,149,676
7,717,660
JáKan
á
=gg>arlAgini
Balt
3,652,268
3,839,233
4,070,696
4,419,260
15,981,457
Pct.
JáKan
á
§8
53%
52%
51%
51%
52%
Pct.
Yvirtrekk
á
§8
B
mun
Ll
>áKan
á
§8
‐0.9%
‐1.2%
‐3.2%
‐2.8%
‐2.0%
Pct.
Yvirtrekk
á
øðrum
greinum
B
mun
Ll
>áKan
MNri
aðrar
greinar
‐1.3%
‐1.4%
‐2.8%
‐2.9%
‐2.2%