mánadagur 22. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 116 - 22. juni 2009
Á pallborðsfundi á
Trøllanesi leygar
dagin varð Jóhan
Dahl, landsstýrismað
ur við vinnumálum,
spurdur, hvussu hann
sær útoyggjarnar um
10 ár. – Eg komi ikki
við deyðadóminum,
men tað er fakta, at
nakrar oyggjar ikki
fara at klára seg,
meðan aðrar fara at
klára seg betri, segði
hann
Pallborðsfundur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað var kalt á Trøllanesi.
Rættiliga kalt, og tað bleiv
ikki heitari, tá Jóhan Dahl
segði, at tað uttan iva verða
nakrar oyggjar, sum fara at
doyggja.
Fundurin varð hildin í
einum lastbili. Fitt av vindi
var, so pappírini hjá pall
borðinum fóru heilar tvær
ferðir á flog. Men fundurin
varð gjøgnumførdur óan
sæð. Í pallborðinum sótu
Maiken Steinberg frá Norð
oya kunningarstovu, Sóley
Thomsen úr Skúvoy, sum
umboðaði
tey
ungu
í
útoyggj,
Harry
Jensen,
borgarstjóri í Skúvoy, og
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur. Hinu
megin sótu Jóhan Dahl,
landsstýrismaður, og Bjørt
Samuelsen,
tingkvinna,
sum skuldu koma við dóm
inum, hvar útoyggjarnar
eru um 10 ár, umframt at
vinna sær vitan um útoyggj
ar. Tað var Rani Nolsøe,
sum leiddi fundin.
Summar doyggja
Tá umboðini fyri útoyggj
arnar, samfelagsfrøðingurin
og Norðoya kunningarstova
vóru komin við sínum
útkastum, komu politikar
arnir við dóminum.
– Eg komi ikki við
deyðadóminum, men tað er
fakta, at nakrar oyggjar ikki
fara at klára seg, meðan
aðrar fara at klára seg betri,
heldur Jóhan Dahl. Hann
vísti eisini á, at oyggjar sum
Kalsoyggin verður ein, sum
helst fer at klára seg væl,
meðan Skúvoy, Svínoy og
Fugloy helst fara at hava
trupulleikar.
Somuleiðis
vísti hann á, at politiskur
vilji skal til, um ætlanin er,
at fólk skulu búgva í
útoyggjum, og hesum vilja
num ivaðist hann í.
Bjørt Samuelsen vildi
ikki vera eins neilig og
landsstýrismaðurin
við
vinnumálum. Hóast hon
eisini metir, at tað verður
trupult, so dugir hon væl at
ímynda sær, at summar av
oyggjunum fara at klára seg
rættiliga væl.
– Tað er eitt rák, at fólk
vilja hava virðini, sum eru í
útoyggj, og vit síggja bæði í
Koltri og í Dímun, at
ungfólk hava sett sær búgv
har. Tí dugi eg at ímynda
mær, at oyggjarnar, har ein
vilji er at búgva, har fer
eisini at bera til, segði Bjørt
Samuelsen.
Ongin vón í Skúvoy
Soley Thomsen vísti á, at
tey í Skúvoy hava lítið álit á
politisku skipanina eftir
hondini.
– Vit skuldu fáa eina kai,
men hana fáa vit ikki. Vit
skuldu fáa ein bát, men
hann fáa vit ikki. Í løtuni er
eitt barn í skúlanum, men
eftir summarfrítíðina verður
onki,
staðfesti
Sóley
Thomsen.
Hon vísti eisini á, at fyri
10 árum síðan, tá útoyggj
arnar seinast vóru umtalaðar
í politisku skipanini, var
tað ikki soleiðis í Skúvoy.
– Tað var eitt optimisma í
oynni. Vit vóru nøkur ung,
men nú eru ongi, staðfesti
hon. Hon greiddi somuleiðis
frá, at ein familja var flutt
út einaferð, men av tí at eitt
barn í familjuni hevði
serligan tørv, so vórðu tey
noydd at flyta av oynni.
Eisini
Harry
Jensen,
borgarstjóri í Skúvoy, vísti
á, hvussu trupult tað er í
oynni.
– Tað er ikki betri at sigla
til Nólsoyar enn til Skúv
oyar, men í Nólsoy er havn
og skip, og tí ber alt betri til
har, hóast tað eisini spælir
inn, at Nólsoyggin liggur
betri fyri, segði hann.
Samferðslan fyrst
Øll á fundinum vóru á
einum máli um, at fyrsta
treytin fyri at útoyggjar
skulu klára seg betri, er at
betri samband verður mill
um oyggjarnar.
– Tað er uttan iva betri
ferðasamband, sum kann
gera, at fólk vilja búgva á
útoyggj. Tí fólk mugu eisini
hava samband við hini í
Føroyum.
Og
doyggja
útoyggjarnar, so merkir tað
ikki, at útjaðarin er burtur.
Tað merkir bara, at hann er
fluttur eitt sindur longur
inn. Allar Føroyar eru ein
útjaðari, so einasti hátturin
er at nýta eitt sindur av
peningi til útoyggjarnar,
segði Maiken Steinberg.
Øll tóku undir við hesum,
og Harry Jensen vísti á, at
til dømis í Hesti er púra
galið, tí hóast tey hava gott
skip og góða havn, so er
ferðaætlanin hjá teimum
óbrúkilig á mangan hátt.
Øll sýntust somuleiðis
samd um, at tær oyggjarnar,
sum hava fingið rímiligt
samband við hinar oyggjar
nar, hava nógv betri møgu
leika at klára seg.
Útoyggjafrádráttur
Eitt annað uppskot varð
eisini luftað á fundinum.
– Politikararnir kunnu
gera eitt slag av skipan,
sum virkar eitt sindur sum
sjómannafrádrátturin
til
fólk á útoyggj. Vit síggja
nevniliga, at skattaprosentið
er hækkað nógv í oyggj
unum, sum eru farnar upp í
stórar kommunur, og haðani
eru
fólk
flutt
burtur.
Hinvegin síggja vit, at er
rímiligt samband og lágt
skattaprosent, so støðast
fólk betri, segði Sámal
Matras Kristiansen. Jóhan
Dahl segði seg vera hugaðan
at arbeiða við hugskot
inum.
Stuðul til ferðavinnu
Maiken Steinberg vísti á, at
hevði
fiskivinnan
ikki
fingið stuðul at byggja seg
upp, so hevði ongin fiski
vinna verið, og vit høvdu
næstan
framvegis
verið
bøndur. Tí er hon sannførd
um, at fær ferðavinnan
møguleika at byggja seg
upp, so er hon gull verd.
Summar oyggjar doyggja
Biskupstø hartar Dahl
Olga Biskupstø, samskipari í útoyggjafelagnum, heldur lítið
um útsagnirnar hjá Jóhan Dahl, um at nakrar oyggjar fara
at doyggja út.
– Tað kann vera, at Jóhan Dahl hevur rætt í sínum útsa-
gnum, men hann er settur at umboða allar Føroyar, og
tá hann úttalar seg soleiðis, so sendir tað eitt signal, sum
kann hava við sær at fólkini í oyggjunum fara at gevast at
kempa.
– So leingi tað eru fólk í útoyggj, sum veruliga royna at
liva har, so kann tað ikki bera til, at landsstýrismaðurin ikki
bakkar upp um hesi tingini, sigur Olga Biskupstø.
Hon leggur afturat, at tað ber ikki til at hava ein holdning
at taka lívið av oyggjunum upp á forhond.
Á Trøllanesi varð skipað fyri pallborðsfundi. Fýra greiddu frá umstøðunum hjá útoyggjunum, meðan politikararnir vórðu bidnir at koma við einum dómi, um hvussu sær út við útoyggjunum um 10 ár
Myndir: Eirikur í Jákupsstovu
Ov nógvar atkvøður í Iran
Okkurt bendir nú á, at alt fór ikki rætt fram á forsetavalinum í Iran tann 12.
juni. Tað heldur í hvussu er spanska blaðið El Pais. Blaðið skrivar í dag frá
vælvitandi keldum, at í 50 býum vóru alt ov nógvar atkvøður, og at talan kann
vera um tríggjar milliónir atkvøður ov nógv. Sagt verður, at talið kann vera
uppaftur størri, tí sambært kæruni, sum teir iransku myndugleikarnir hava
fingið, var valsvik í 170 býum. Mir Hossein Mousawi, sum tapti forsetavalið,
hevur kravt, at atkvøðurnar verða taldar umaftur, men myndugleikarnir siga, at
teir fara at kanna 10 prosent av atkvøðunum.
Hava eyðmerkt 11 lík
Við at kanna fingramerki og tenn hava læknar eyðmerkt 11 av teimum, sum doyðu
við Air France-flogfarinum. Brasilsku myndugleikarnir siga, at tíggju av teimum
eyðmerktu eru brasilar. Tað seinasta er úr einum øðrum landi, og sendistovan hjá
hesum landinum hevur fingið boð. 228 fólk vóru við franska flogfarinum, sum fór
í havið á veg úr Rio de Janeiro til París um náttina tann 1. juni. Umleið 50 lík og
fleiri vrakpetti eru funnin á leiðini, har flogfarið datt niður. Skip og kavbátar hava
leitað eftir tí svarta kassanum hjá flogfarinum, men higartil uttan úrslit.