Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 116 - 22. juni 2009 Sjóøkið og sjófólk kring Føroyar eru í trygg­um hondum. Í løtuni verður økið ansað av sjó­verju­ skip­inum Knud Ras­ mussen, og sigast má at teir hava út­gerð til at loysa eina og hvørja uppgávu, teimum verð­ur álagt Sjóverja Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Eitt av nýggjastu sjóverju­ skipunum sæst í hesum døg­um liggja á ymiskum firð­um í Føroyum. Talan er um sjóverjuskipið Knud Ras­mussen, ið verður undir Føroyum og skal verja før­ oyska sjóøkið fram til au­g­ ust mánað, tá sjó­verju­skipið Triton kemur aftur. Fyrrverandi løgmaður og núverandi fíggjar­mála­ráð­ harri, Jóannes Eidesgaard, doypti 22. September 2007 skipið til Knud Rasmussen, og er hetta fyrsta skipið í klassanum av sama navni. Tað er ikki uttan orsøk at tað er navnframi hálv­grøn­ lend­ski og hálvdanski pól­ granskarin Knud Rasmus­ sen, ið leggur navn til henda nýggjasta klassan av skip­ um hjá donsku sjó­erjuni. Hetta skip er nevniliga bygt til at verja ovurhonds stóra sjóøkið hjá danska konga­ríkinum í Norður­ atlants­havi, og serliga til at loysa hópin av uppgávum kring Grønland. Farna mikudag bjóðaði Færøernes Kommando fjøl­ miðlunum umborð á hetta nýmótans far, at síggja og royna skipið, ið fram til august mánað loysir Triton av í føroyskum sjóøki. Fyrst og fremst til Grønland Komin umborð á hetta megnar­far, vóru vit fyrst bjóðað upp á brúnna, og er tað ikki hissini hentleikar, hetta skip hevur. Øll nýmótans tøknilig út­ gerð er tøk, og eins og onn­ ur nýmótans skip, verð­ur Knud Rasmussen eisini førd­ur við einum stikki. Við infrareyðum hita­ skann­ara, nýmótans radar­ út­gerð, serligum ísprojek­ tøri, styrktum skrokki til ís­bróting og eini maskin­ megi, sum vil nakað, er hetta skipið serliga væl út­ gjørt til at loysa uppgávur á Grønlendsku firðunum, har pakkísur ofta er ein trupul­ leiki. Harafturat er umborð eis­ ini ein svenskbygdur sjó­ bjarg­ingarbátur, SAR1, ið er serliga bygdur til at sigla á grønlendsku firð­unum, har nógv sker eru. Hann sting­ur bert hálvan metur í sjógv­in, og gongur góð 40 míl. Sostatt kunnu bjarg­ ingar gerast innast á longu grønlendsku firð­unum upp á minuttir, hóast Knud Rasmussen liggur við munnan. Sum í filmunum Skipið er sum sagt spildur­ nýtt og varð, eftir mánaðir við royndar­sigl­ingum, sett í vaktar­sigling í august í fjør. Útatil er Knud Rasmussen kanska ikki tað mest vakra skipið at líta á, men innan er hvør krókur nýttur til fulnar. Eisini eru allir nýmótans hentleikar hjá manningini um­borð, soleiðis at trivn­ aðurin kann vera í topp, tá skipið er á mánaðarlongu ferðunum fram við strend­ um Grønlands. Innbodnu fjølmiðlarnir sluppu at royna sjóbjarg­ ing­ar­bátin SAR1, og var tað ein uppliving í sjálvum sær. Sjóbjargingarbáturin stend­ur innanborðs afturi í hekk­uni, og kann tú fara umborð í øllum veðri uttan at kenna hvørki dropa ella kulda á tær. Komin umborð er tað sum at vera í einum filmi, tá hekkan verður latin upp, og báturin glíður spakuliga aftur úr hekkuni og á sjógv. Hóast SAR1 er smidligur í sjónum, vendur sum á eini fimmkrónu og gongur sera væl í sjónum, er hann nokk ikki tann best egnaði til før­ oysk viðurskifti, tá hann ikki er gjørdur til bjarging á opnum havi, men til inn­an­ skers bjarging. Meiri enn bara fiskiveiðieftirlit Skipari á Knud Rasmussen er Per Skov Madsen, loytnantur. Hann greiddi frá teimum mongu upp­gáv­ unum, ið skipini sum Knud Rasmussen hava at loysa sum sjóverjuskip í Norð­ur­ atlantshavi. Eitt nú kunnu nevnast eftirlit við ferðslu í sjóøki, at verja øki ríkisins, fiskiveiðueftirlit og sjó­ brajg­ing, stuðul til nær­um­ hvørvi og havum­hvørv­is­ ansing. Knud Rasmussen og systir­skipið Ejnar Mikk­ elsen eru nakað styttri enn eitt nú Triton, og pláss er ikki at hava eina tyrlu stand­ andi umborð. Tó er pláss hjá eini Lynx-tyrlu, sum van­liga verður brúkt í Før­ oyum, at lenda umborð og nýta skipið sum platform fyri at leita víðari enn ann­ ars gjørligt. Skipið sjálvt er tó ógvu­ liga smidligt, og kann eisini nýtast í altjóða upp­gávum. Umborð er ein skarplødd 76 mm kanón, tvær 12,7 mm tungar maskin­byrsur, og harafturat hevur skipið tvey container­pláss, eitt framm­an og eitt aftan, ið kunnu nýtast til at bera kanónir, jørð-til-luft-miss­ ilir og torpedoir. Alt í alt er hetta eitt sera framkomið skip, ið næstu tíðina fram til august mánað, tá Triton kemur aftur, skal verja sjóøkið kring Føroyar. Vardir av teimum bestu Byggiár: 2007 Klassi: Knud Rasmussen – klassin Systirskip: Ejnar Mikkelsen Longd: 71,8 metrar Breidd: 14,6 metrar Hædd frá kjøli: 15,35 metrar Dýpd: 5 metrar BRT: 2600 tons Koyggjur: 43 Manning: 19 Maskina: 2 x 3650 hp Ferð: 17 sjómíl FAKTA um Knud Rasmussen Ránsmenn í Kollafirði Stutt fyri klokkan 05.00 leygarmorgunin varð ein maður útsettur fyri ráni. Hann var á veg til hús, tá hann komin til Kjalnesbúðina í Kollafirði knappliga verður álopin av tveimum monnum, sum halda honum føstum upp móti einum veggi. Teir taka peningamappuna frá honum og taka peningin úr henni, eitt stað millum 1.000 og 1.500 krónur. Síðani taka teir báðir beinini á nakkan og halda suður í bygdina. Báðir menninir eru mettir at vera um 25 ára aldur. Annar hevur stuttklipt myrkt hár, hon stuttklipt ljóst hár. Annars eru teir líka ílætnir í svartar skógvar, svartar buksur, svartan jakka og hvítar bummullshandskar. Báðir eru um 180 sentimetrar høgir og báðir tosa reint føroyskt uttan accent. Løgreglan stendur enn á berum í málinum, og teir frætta fegnir frá fólki, sum antin hava hoyrt ella sæð okkurt til hendingina. Til ber at boða frá á tlf. 351448 Nýggjasti klassin í donsku sjóverjuni, Knud Rasmussen, varð sýndur fram á Skálafjørðinum seinasta mikudag. Eli Lyngvej-Larsen, pressuovasti á Færøernes Kommando, vildi fegin vísa fjølmið­ lunum nýggja skipið, ið skal ansa føroyska sjóøkinum til august mánað. Eisini var framsýning av sjóbjargingarbátinum umborð, saman við føroysku Lív (myndir: Rógvi Nybo)