mánadagur 22. juni 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 116 - 22. juni 2009
Onkustaðni
skal lívið
livast
Á Trøllanesi helt Øssur
Wintereig røðu undir heit
inum, onkustaðni skal lívið
livast. Hann greiddi millum
annað frá, tá hann hevði
verið á útoyggj einaferð og
ein kona staðfesti, at heim
føði er eitt orð, sum er upp
funnið í Havn. Somuleiðis
staðfesti hann, at lívið skal
livast onkustaðni, og tað er
ikki nóg mikið bara at kunna
yvirliva í dagsins samfelag.
Tí heldur hann, at tey, ið
vilja búgva á útoyggj skulu
hava møguleika til tað, tí
onkustaðni skulu fólk vera,
um tey eru í Tórshavn, New
York ella á Trøllanesi.
Hvørt ár verður
skipað fyri útoyggja
stevnu og í ár var
hon í Kalsoynni.
Bygdirnar Mikladalur
og Trøllanes vóru
karmar fyri tiltak
inum. Tað var kalt í
norðara endanum av
Føroyum leygardagin,
men hugnin var
serligur
Gunvá við Keldu, sum nú
er borgarstjóri í Mikladali
og Trøllanesi, setti út
oyggjastevnuna. Í setanar
røðuni vísti hon á, hvussu
trupult lívið í útoyggj ofta
er, samstundis sum hon
greiddi frá ymisku sagnun
um, ið hoyra til Kalsoynna.
Eisini greiddi hon frá, at
truplu umstøðurnar á út
oyggj ikki eru nakað nýtt
fyribrigdi.
- Nú hendan útoyggja
stevnan verður sett her í
Mikladali, er tað hóskandi
at sitera ein av lokalu monn
unum her á staðnum.
Í 1978 skrivar Líggjas
Eliasen, sáli, um hesi viður
skifti í einum av sínum
ritum, sum Jákup Marnar
Anthoniussen
í
løtuni
arbeiðir við at savna í bók.
Sostatt eru góð 30 ár síðan,
at Líggjas skrivar soleiðis:
»Í hesum døgum sita
tingmenn og gera nýggja
fíggjarlóg fyri 1978/79.
Væl hevði verið, um sitandi
landstýrið nú av álvara
sýndi at teirra miðvísi
bygdarmenningarpoli
tikkur eisini røkk út á óhøg
ligu smáplássini.«
Síðan hesi orð vórðu
søgd, er støðan hjá útoyggj
unum tíverri versnað, og
tey eru tí enn meira viðkom
andi í dag enn nakrantíð
fyrr, segði hon millum
annað.
Hon endaði røðuna við at
siga, at parturin á útoyggj
unum, at ríka landið hevur
ongantíð ligið eftir. Og at
Nú eiga aðrir partar at gera
sítt.
Mótmæla hvalveiði
Avstralska stjórnin hóttir nú við at leggja sak ímóti Japan, sum
landið ikki gevst við at veiða stórhval í Suðurhøvum. Tað var
Stephen Smith, uttanríkisráðharri, sum kom við hóttanini um
vikuskiftið. Við tíðindastovuna Sky segði hann, at kemur stjórnin til
ta niðurstøðu, at hetta málið kann ikki loysast við vanligum
diplomatiskum arbeiði, fer hon at umhugsa at draga Jaspan fyri
altjóða dómstól. Sjálvur helt hann, at eitt mál sum hetta kann koma
fyri altjóða dómstólin ella havrættardómstólin. Japan hevur givið sær
sjálvum rætt til at veiða 850 sildrekar í Suðurhøvum til vísindalig
endamál hóast hvøss mótmæli úr fleiri londum, serliga Avstralia og
Ný Sælandi.
Stuðul til hóttar bygdir
Allir tinglimirnir atkvøddu fyri, tá grønlendska Landstingið
fríggjadagin atkvøddi um eitt uppskot um stuðul til bygdir, sum
verða meint raktar, tí landingarstøðir lata aftur. Eftir samtyktini
verða 20 milliónir krónur játtaðar arbeiðsskapandi tiltøk og til
endurútbúgving í 16 bygdum og býum, har vandi er fyri, at
landingarstøðirnar lata aftur. Tað nýggja landsstýrið hevur
boðað frá, at tað fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal koma við
uppskoti um, hvussu stuðulin til bygdirnar skal skipast í
framtíðini. Arbeiðsbólkurin, sum skal leggja síni úrslit fram
seinni í ár, skal eisini kanna møguleikarnar fyri alternativum
vinnugreinum, sigur grønlendska kringvarpið, KNR.
Køld og serlig útoyggjastev
Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu
Út á seinnapartin
varð farið til Trøllanes,
har seytjan sangarar,
leiddir av Jógvani við
Keldu, sungu.