Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2009 7 tíðindi Ferjurnar halda fram Reiðaríið Scandlines ætlar sær ikki at gevast við siglingini millum Rødby í Danmark og Puttgarden í Týsklandi, hóast tey bæði londini hava gjørt av at byggja eina brúgv um Femern- sundið. Felagið, sum skal gera brúnna, væntar, at 7.700 bilar fara at koyra eftir henni tað fyrsta árið og síðani 10.000 tey næstu árini. Tann metintin er grundað á, at Scandlines gevst at sigla, tá brúgvin kemur, men tað ætlar reiðaríið ikki at gera. John Steen Mikkelsen, stjóri í Scandlines, sigur við DR, at siglingin fer at halda fram, eftir at brúgvin er komin. Hann vísir á, at gjaldið fyri at koyra eftir brúnni verður 400 krónur hvønn vegin, men at tað kostar 300 krónur við ferjunum. Oljuleiting langt norður Í august fara myndugleikarnir í Grønlandi og Danmark at góðkenna enn eitt úrbjóðingarumfar til oljuleiting í Grønlandi. Hesaferð er talan um 14 øki, sum eru um 150.000 ferkilometrar tilsamans. Talan er um eina leið frá Nuussuaq norður til Qaanaaq, og feløgini, sum vísa útbjóðingini áhuga, skulu prógva, at tey eru før fyri at arbeiða í arktiskum øki. Tey, sum sleppa ígjøgnum nálareygað, kunnu fara undir at leita eftir olju og gassi næsta ár ella í 2011. Leitiloyvini eru fyri 10 ár, men kunnu leingjast upp í 30 ár. Grønlendska felagið Nunaoil ætlar sær at gera seismiskar kanningar saman við TGS- noper, eins og felagið fer at gera kanningar við fylgisveini fyri at vita, um olja kann vera í økinum, sum nú verður boðið út. vna í Kalsoynni Fugloyingar á triðja sinni Á hvørjum árið hevur verið skipað fyri togtogan á út­oyggjastevnunum. Seinastu tvey árini hava Fugloyingar vunnið, og soleiðis bleiv aftur í ár. Kappingin var skipað eft­ir vinn ella forsvinn hátt­inum, og kalsoyingar sóu rætti­liga sterkir út á heima­vølli. Teir komu eisini í finaluna, har fugloyingar bíðaðu, eftir at hava vunnið ein spennandi dyst ímóti svínoyingum. Fugloyingar vunnu sannførandi, men tað vísti seg eisini, at norðara liðið ofta vann. Onkur bar fram, at ein hylur í syðra endanum hevði við sær, at tað var mun­andi lættari at vinna, tí syðra liðið gleið hvørja ferð. Eisini var onkur sum helt, at kalsoyingar høvdu latið olju í hylin. Um orsøkina til sigurin sigur Símun Gullaksen úr Fugloy, at góða kjøtið í Fugloynni er orsøkin til stóru styrkina. Sigu í Mikladali Í samband við útoyggja­stevnuna varð eisini skipað fyri síging í Mikladali. 13 ára gamli Benjamin Isaksen av Húsum varð ein av teim­um, sum royni hetta. - Eg havi roynt hetta eina­ferð fyrr, og nú royni eg hetta aftur. Eg kann siga, at eg var eitt sindur bangin, og at tað gekk nógv skjótari enn eg ætlaði, so nú ristist eg nokk so illa, segði Benja­min Isaksen beint eftir, at hann var komin niður. Enn býr Benjamin á Hús­um, men tað fer hann ikki altíð at gera. - Eg fari nokk at flyta til Klaksvíkar, tí har er meira at gera og eg skal eisini ganga í skúla har, greiddi hann frá. Skúvoyar­kvinnur vunnu stafettina Sum eitt nýtt tiltak varð skipað fyri stafett í renning hjá kvinnum. Tað vísti seg, at ungu damurnar úr Skúvoy vóru skjótast. Onkrar av hinum runnu eisini rættiliga skjótt, men endin varð, at Sóley Thomsen, Elin Weihe og Ingibjørg Hansen høvdu kvikastu beinini og vunnu kappingina. Øll úr Skúvoy vóru sera fegin um sigurin. Fyri sigurin fingu skúoy­ingar ferðasteyp, sum ong­antíð kann vinnast til ognar. Tá leið móti endanum á degnum, varð skipað fyri stórari sangløtu, sum endaði við, at Ingibjørg Hansen og Rani Nolsøe sungu, áðrenn farið varð upp á gólv. Men mitt í hesum stóð Niclas Heri Jákupsson, sum var kom­in út í Kalsoynna at halda røðu. Hann greiddi frá sínum egna lívi, tá hann var vorðin giftur. - Vit fóru til París. Nýttu helvtina av túrinum í býnum og helvtina í Eurodisney. Tá vit komu heim høvdu vit havt ein fínan túr, døtturin var glað og túrurin kostaði helvtina meira enn eg ætl­aði. Stutt eftir fóru vit fyri 85 krónur fyri hvønn til Mikladals, greiddi hann frá. Víðari fortaldi hann, hvussu ræðuligan hann helt túrin vera. Tað var kalt og regnaði, samstundis sum øll í ferðalagnum svóvu í sama rúmi. Men tá tey vóru á veg heim, kom døtturin til hansara og staðfesti, at tað var nógv stuttligari í Kals­ oynni enn í Disneylandi. Niclas Heri Jákupsson vildi ikki trúgva hesum, men so hvørt hann hugsaði um hetta, bleiv hann greiðir yvir at nærveran er ein heilt onnur í Mikladali enn í Disnelandi. Eisini metir hann, at Kals­oyingar sita á einum skatt við kópakonu og nógv­um øðrum sagnum, sum er nógv meiri spenn­ andi enn nakað Loch Ness ódjór, sum ferðafólk úr øll­um heiminum koma at vitja. Stór sangløta og Niclas Heri