mánadagur 22. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 116 - 22. juni 2009 ]
Ítróttarklumman
Pál Joensen vann bronsu
Pál Joensen vann í gjár bronsuheiðursmerki í kappingini "Open EDF de
Natation" í París, tá ið hann í finaluni í 400 frí svam teinin uppá 3:51.82.
Mads Glæsner, sum vann, svam teinin upp á 3:49.19 og avstralski Edward
McKendry brúkti 3:51.27. Pál lá rættiliga trygt nummar tvey eftir teir
fyrstu 100 metrarnar, og var heilt tætt tætt við Mads Glæsner. Men Pál
byrjaði at dragna í mun til Glæsner, samstundis sum Edward McKendry
byrjaði at nærkast aftan í frá. Seinastu 100 metrarnar átti avstraliumaðurin
ein spurt sum Pál ikki kundi svara aftur ímóti. Men Pál vann bronsu í
París, við eini tíð sum er upp ímóti tíðunum hjá teimum bestu. Á
heimasíðuni svimjing.fo stendur, at hann er í tungari venjing í løtuni.
Leygardagin bleiv Pál Joensen nummar fýra á 1500 metrum.
Suðurafrikanara
blása á tað
Í hesum døgum verður spælt í Confederations Cup í
Suðurafrika, og tey, sum hava sæð onkran dyst í
sjónvarpi, mugu hava hoyrt ólukku hornini, sum fólk
blása í har á leið. Hornið kallast vuvzela, og nú mælir
niðurlendski landsliðsvenjari til, at ljóðførið verður
mannað til HM-endaspælið næsta summar.
- Tað er mest sum ógjørligt at tosa við spælararnir í
larminum frá horninum. Stóð tað til mín, var hornið
ikki loyvt til dystirnar, sigur Bart van Marwiijk.
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kapping er sunn!
Tað er ein frasa, sum er vorðin
alt meira politisk korrekt, sum
tíðin er liðin.
Vit, sum eru vaksin upp við
Útvarpi Føroya sum einasta
luftborna miðli, hava verið sign
að, tí vit hava átt útvarparar, sum
hava havt serlig evni. Staðið í
fremstu røð, tá umræður at siga
frá ítróttakappingum á livandi
hátt – viðhvørt so livandi, at tú
kendi, at tú sjálvur var til staðar.
Og so var tað bara »collateral
damage«, um útvarparin viðhvørt
læt spenningin fara avstað við
sær, og tað kom í so týðiliga til
sjóndar, hvørjum viðkomandi
helt við.
»Nei, hvat gera teir? Havnar
báturin leggur inn! Rógvið, for
tramin rógvið! Tit eru ikki
komnir á mál enn!!!«
So ypti lurtarin bara øksl.
Ella tá onkur óroyndur varpaði
fótbólt út:
»...og tað loypa fleiri mans
upp... og tað koma uppaftur fleiri
niður aftur...«
Men tað var bara fantastiskt, at
mann kundi hoyra beinleiðis
frásøgn frá kappróðri, frá fótbólti
ella frá – viðhvørt – hondbólti.
Tað var sjálvandi gamli
útvarpsstjórin, sum setti
standardin, og tað skuldi vísa
seg, tá hann so smátt byrjaði at
leggja frá sær, at maður so
sanniliga kemur í mans stað.
Arge is it!
Tá Niels Juul byrjaði at trappa
niður, var tað næstan sum í
»Alment starv« – tað gekk í arv.
Men tað kundu vit lurtarar bara
gleðast um, tí Jógvan Arge tók
útvarping til nýggjar og heilt
ókendar hæddir í Føroyum.
Tað er væl kent, at enskir
útvarparar eru teir nógv bestu í
heiminum, og at lurta eftir einum
spennandi dysti í bestu ensku 1.
deild – áðrenn sjónvarpið
avdúkaði alt – fekk ofta hárini at
reisast og tú fekst gásahold um
allan kroppin. Hetta førdi Jógvan
Arge inn í føroyska útvarping.
Og var tú onkuntíð til
fótbóltsdyst, meðan Jógvan Arge
útvarpaði sama dyst, so var hann
altíð munandi meiri spennandi at
lurta eftir enn at síggja!
Sama var galdandi við
kappróðri. Hann hevur altíð
dugað sera væl at gera
kappingarnar, hann hevur
útvarpað frá, ótrúliga spennandi.
Alt til frama fyri lurtaran.
Og tá so alt eksploderaði fyrst
í 90-árunum, tá Føroyar, leiddar
av Torleifi Sigurðsson, sála, trinu
inn á altjóða pallin í fótbólti,
stóðu Føroyar eisini klárar við
topp-professionellum útvarparum
at siga frá fantastisku fyrstu
royndini hjá føroyingum móti
stóru heimsstjørnunum.
Hvør minnist ikki, tá Jógvan
Arge mundi sett í hálsin, tá
Torkil Nielsen skoraði móti
Eysturríki. Ella sælu løtuna í
Parkini, tá Allan Mørkøre sendi
uppleggið frá sama Torkili
Nielsen inn um Peter
Schmeichel, sum fór grulvandi
aftan á bóltinum inn í málið.
Ella tá Kári Reynheim stútaði
innleggið frá Allan Mørkøre í
netið í Belfast eftir einasta álopið
í dystinum, sum endaði 1-1?
Tá »dannaðu« Arge-brøðurnir
eitt útvarpingarpar, sum á ongan
hátt stóð aftan fyri tey bestu í
heiminum.
Respekt
Fyri at venda aftur til
kappingina, sum er so sunn.
Eftir at Miðlahúsið í oktober
2007 yvirtók Rás2, hevur
Kringvarpið fyri fyrstu ferð í
søguni fingið kapping á økinum.
Eftir eina trilvandi byrjan satsaði
Rás2 stórt, og sló sítt navn
rimmarfast í kappingini um
tíðindini. Teir gjørdu eitt satt
»kupp« við at lokka fremsta
tíðindamann í landinum til
privatu rásina, og hann í sínum
lag fekk ein annan av
tungvektarunum innan
tíðindaflutning við sær.
Tíverri helt hetta hjúnarbandið
ikki, men kortini hevur Rás2
megnað at varðveitt ta respekt
rundan um tíðindaflutningin,
sum tá varð uppbygd.
Tíðindini eru nú bygd upp av
øðrum, men líka seriøsum
miðlafólkum, og tí hanga fólk
eisini við.
Eitt annað, sum sami
tíðindamaður setti hol á, var
ítróttafrásagnum. Eina maður
trúði hann upp á okkara fremsa
ítróttarmann nakrantíð og
satsaði. Og hann satsaði rætt.
Rás2 hevði sligið sítt navn fast
innan ítróttafrásagnir.
Like Father Like Son
Nú hevur Rás2 gjørt eina líka
stóra satsning við ítróttinum,
sum teir gjørdu við tíðindunum
fyri hálvum øðrum ári síðani.
Eins og Jógvan Arge á sinni
lyfti útvarping upp á eitt ókent
støði, hevur Rás2 nú lyft
konseptið av ítróttafrásagnum
upp á púra ókendar hæddir.
Tað var eitt djarvt stig at taka
kappingina upp við Kringvarpið,
men við einari so góðari sending
bliknar alt tað, sum Kringvarpið
hevur staðið fyri.
Hvør, ið hevur funnið upp á
hetta við at kryddra sendingina
við frálíkum innsløgum frá
áskoðarunum, veit eg ikki, men
tað er eitt avgjørt frískt innslag.
Lyftir sendingina upp á eitt unikt
støði. Og hvør hevur funnið upp
á at draga Trónd Arge inn í
fótbóltsfrásagnirnar, veit eg
heldur ikki. Tað kann vera eitt
dømi um, at »eisini blind høna
finnur korn« – ella tað kann vera
onkur genialur persónur í
Miðlahúsinum, sum hevur kent
evnini.
Líkamikið. Viðkomandi hevur
rakt seymin á høvdið. Tað er sum
at hoyra ein ungan Magna Arge –
bara munandi meiri
»útviklaðan«. Er næstan longu
har, sum pápi hansara er. Ein
sonn frægd at lurta eftir, ikki
minst, tí tú kennir, at ungi
útvarparin hevur sett seg væl inn
í »tingini«. Sleingir ikki bara út
at »nú hevur nummar 8 bóltin«.
Nei, hann kennir nøvnini, hevur
gjørt sítt heimaarbeiði.
Ein stjørna er fødd. Og so er
bert at vóna, at restin av
sendiflatuni hjá Rás2 við tíðini
verður eins professionell og
tíðindini og ítrótturin...
Ein stjørna er fødd
Við ítróttarfrásagnunum á Rás2 er ein nýggj stjørna fødd, verður staðfest í klummuni hesaferð