mánadagur 22. juni 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 116 - 22. juni 2009 ]
Galatasaray vil hava
niðurlendingar
Frank Rijkaard er nýggjur venjari í turkiska stórfelagnum Galatasaray,
og stendur tað til Rijkaard, so verður hann ikki einsamallur
niðurlendingur í felagnum. Ein turkiskt blað vil vera við, at Rijkaard
ætlar sær at fáa Klaas-Jan Huntelaar, John Heitinga og Ryan Babel til
Galatasaray at spæla. Allir tríggir eru niðurlendingar og verða helst
seldir í summar.
Venjarin biður um hjálp
Tað er ivasamt um gamla felagið hjá Julian Johnsson,
Kongsvinger, sleppur at halda fram í bestu norsku deildini næsta
ár. Felagið hevur fíggjarligar trupulleikar. Nú biður venjarin Tom
Nordie fólk um hjálp at bjarga felagnum. Hann hevur sent sms-
boð runt, har hann heitir á viðhaldsfólkini um bakka upp um
felagið og hjálpa felagnum fíggjarliga.
Aftaná skurðviðgerð
og drúgva sjúkra
fráveru var Vagnur
Mohr Mortensen aftur
at síggja á besta liðnum
hjá HB ígjár
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Øll HB-viðhaldsfólk fegn
ast um 3-2 sigurin á Víkingi,
og ta greiðu oddastøðuna
hjá HB. Men tað sum
HB-viðhaldsfólk, spælarar
og leiðarar frøddust mest
um ígjár, var at síggja ein
gamlan kenning aftur á
liðnum hjá HB. Fyrrverandi
landsliðsspælarin,
Vagnur
Mohr Mortensen var aftur at
síggja í HB-verjuni – har
hann áður hevur tikið mangt
takið - í 3-2 sigrinum hjá
HB á Víkingi á vøllinum í
Sarpugerði í Norðragøtu
ígjár.
Tað var ein sjónliga fegin
Vagnur Mohr Mortensen,
sum vitjaði 3. Hálvleik hjá
Rás2 í bowlinghøllini á
Hálsi ígjár.
– Eg var øðiliga troyttur,
tað er langt síðani eg havi
kent meg so troyttan. Eg byrj
aði at fáa krampa í tjúkkunum
ímóti dystarenda, men tá ein
vinnur ein slíkan dyst 3-2, so
kann ein bara vera glaður, tá
dysturin er liðugur.
Fekk boðini
hóskvøldið
Vagnur kom aftur úr Dan
mark týsdagin, og hevur
hann nú fingið grønt ljós til
eitt aktivt lív aftur, aftaná
eina
húðkrabbaskurðvið
gerð
og
eina
rættiliga
drúgva sjúkrafráveru.
– Tá vit vandu hósdagin,
fekk eg at vita, at eg skuldi
byrja inni ímóti Víkingi,
greiðir Vagnur frá.
– Eg fekk at vita í
Danmark, at alt sá gott út,
og tað var veruliga deiligt,
ein sannur lætti.
Spurdur um hann koma
aftur á tað sama góða støði
sum fótbóltsspælari svarar
Vagnur:
- Ja tað er eingin trupul
leiki, eg fekk onga strálu
viðgerðir og kemiviðgerðir.
Eg havi nakrar skurðar á
kroppinum, men annars eru
eingir trupuleikar.
Spurdur um hvussu hann
hevur hildið seg í gongd,
síðani
skurðviðgerðina,
svarar Vagnur:
- Eg eri lættur, og havi
ikki lagt meg út, so tað
gingu bert nakrar vikur, so
var eg í góðum formi aftur.
Longst at sleppa inn
Vagnur hevur verið sera
spentur, sum hann hevur
eygleitt sínar liðfelagar frá
síðulinjuni, tað sum farið er
av kappingini í vodafone
deildini higartil.
– Serliga tá tað hevur
gingið so væl, sum tað hev
ur gjørt ta seinastu tíðina,
so vil ein bara sleppa uppá
liðið aftur. Tað er altíð
keðiligt at sita uttanfyri.
Vagnur heldur, at HB
hevur ein góðan og sterkan
hóp, sum er, og tí verður
tað ikki neyðugt hjá leiðsl
uni í HB at fara út og styrkja
um hópin.
– Har eru nógvir góðir,
ungir spælarar á veg, so eg
haldi ikki vit hava brúk fyri
nøkrum styrki uttanifrá til
hópin hjá okkum, slær
Vagnur fast.
Væntar trý stig
hóskvøldið
Hóskvøldið stendur lokal
uppgerð
ímóti
B36
á
skránni, og hóast HB hevur
duppult so nógv stig, sum
grannarnir
úr
B36,
so
staðfestir Vagnur, at talan
er um eina lokaluppgerð: -
Í
einari
lokaluppgerð
kann alt henda, men vit fara
sjálvsagt eftir trimum stig
um, og eg verið sera vón
brotin, um vit ikki fáa trý
stig hóskvøldið.
Spurdur um hvat lutakast
hann kundi hugsað sær til
innleiðandi
umfarið
í
Europa
League,
svarar
Vagnur:
- Tað hevði kanska verið
fínt at sloppið ein túr til
Íslands, tí tá hevði mótstøð
an ikki verið so ovurstór,
men tað hevði eisini verið í
lagi at farið ein túr eystur
eftir.
Ein partur av sendingini, 3. hálvleikur,
á Rás2 eru SMS’boð frá lurtarum, sum
geva sína meining til kennar um
dagsins umfar. Besta SMS’ið hesa ferð
vann eitt kartong av Lion Bar ísum, og
er hetta SMS’ið prentað ovast í røðini
»Sigi sum onkur,koyr teir sum brennað
straffið ì hvìta posa,Tað sum
brennir.:->«
»Spælid hjà frensunum er ein
KATTAstrofa«
»Vìkingar hoyra heima í einum savni ì
vestmanna og HB koyr tad heim koyr
tad heim hb hb hb«
»Avaring til allar nordoyingar! Bla
hitabylgja avegis«
»Ta HB i 2001 la nummar 8, tosadu
nogv um seven up. Men hævnen er sød.
Nu kunnu vit eru 8 stig frammanfyri
nummar 2, kunnu vit bjoda hinum after
eight«
»Vespurnar fingu streym«
»B36 meldast fyri tjovari?! So skuldi 07
Vestur næstan verid meldad fyri
eldaseting, so nogv teir brendu«
»Eg veit ikki hvat er hent, øll fløgg a
fullari stong ì Klaksvk.... ??«
»Ki pissadi uppa frensarnar«
»KI leikarar gleda seg til
Summarfestivalin. Nú kunnu teir syngja
You Win Again saman vid Robin Gibb«
Bestubitar úr triðja hálvleiki
Troyttur men
glaður
Eftir at hava verið undir skurð fyri húðkrabba, var Vagnur Mohr Mortensen fyri fyrstu ferð aftur
á besta HB-liðnum, tá oddaliðið í gjár vann topp-uppgerðina móti Víkingi
Mynd: Álvur Haraldsen